60 ára føðingdardagur: Fekk ein kjans afturat

Árni í Stórustovu hátíðarheldur í kvøld sín 60 ára føðingardag í Snapsatinginum á Christiansborg. Árni starvast sum parkeringsvørður í Fólkatinginum, og hóast 60 ára gamal, so hevur hann ongar ætlanir um at fara av arbeiðsplássinum, hann er so góður við, og sum var honum so hollur stuðul, tá hann var fyri herviligari ferðsluvanlukku fyri tveimum árum síðani

Fløggini veittraðu við stóru trappuna uttanfyri Christiansborg mánadagin. Eitt av mongu starvsfólkunum í húsinum hevði rundan føðingardag. Havnarmaðurin Árni í Stórustovu, sum saman við konuni Joslu hevur búð í Danmark síðani 1974, kundi henda dag halda sín 60 ára føðingardag.
Vit hitta parkeringsvørðin uttanfyri Christiansborg, har hann hevur sína dagligu gongd á parkeringsplássinum. Árni hevur einsamallur parkeringina undir sær, og hevur eyguni eftir, at teir 179 fólkatingslimirnir og hini starvsfólkini halda reglurnar. Og at fólk uttanífrá ikki parkera á økinum hjá Fólkatinginum, tá tey ikki finna eitt parkeringspláss aðrastaðni í stórbýnum.
- Eg gevi ikki bøtur, um fólk parkera, har tey ikki skulu. Tað kann eg ikki, tí hetta er ikki alment øki. Eg gevi politinum eitt praj, um onkur hevur tiltuskað sær eitt parkeringspláss, og politiið gevur so eina bót. Men fólk skikka sær væl fyri tað mesta, greiðir Árni frá, meðan vit ganga á parkeringsøkinum.
21 ár sama stað
Árni í Stórustovu hevur arbeitt á Christiansborg síðani 1981. Fyrst pussaði hann vindeygu og røkti starvið sum parkeringsvørður, men seinastu árini hevur hann verið parkeringsvørður burturav.
Hann er glaður fyri arbeiðsplássið hjá sær og hevur ongan hug at fara, hóast hann nú hevur rokkið eftirlønaraldur.
- Eg ætli mær at steðga her so leingi, eg kann. Her er gott at vera, og her kenni eg meg vælkomnan, sigur Árni. Tað er eisini týðiligt, at her ikki er talan um ein parkeringsvørð, sum liggur og lúrir eftir at fanga ferðslusyndarar og sær eina fragd í tí. Árni er fryntligur og dámligur, og hann er eitt kent andlit inni á Christiansborg. Starvsfólk, fólkatingslimir og fyrrverandi ráðharrar ? øll heilsa upp á Árna. Ein tíðindamaður steðgar honum eisini, meðan vit ganga eftir gongini, og kærir sína neyð um eitt útgingið parkeringsloyvi.
- Tað finna vit útav. Parkera tú bara fyribils inni í garðinum, sissar Árni. Tað er eingin orsøk at vera óreinur, hóast parkeringsplássini eru fá, sigur hann, meðan vit spáka víðari. Yvir til eina av matstovunum at fáa okkum ein kaffimunn.
Niðursetta tíð
Seinastu tvey árini hevur Árni ikki arbeitt fulla tíð. Ikki síðani vanlukkuna fyri tveimum árum síðani, sum av álvara fekk hann at stúra fyri, um hann nakrantíð aftur fór at seta síni bein inni á Christiansborg.
Vanlukkan hendi 19. januar í 2000. Eftir loknan arbeiðsdag setti Árni seg í sín Peugeot 106, og hann var næstan komin teir 100 kilometrarnar suður til Svebølle, har hann býr, tá vanlukkan hendi.
- Tað er løgið, so knappliga tað kann henda. Eg hevði hálvanannan kilometur eftir at koyra, so var eg heima, sigur Árni. Men hann kom ikki heim hendan dagin. Í einum vegkrossi stendur ein lastbilur og bíðar eftir at snara til vinstru inn á ein síðuveg. Árni kemur koyrandi í hinari vegbreytini og skal beint fram, tá ið ein annar lastbilur, hóast vánaligt sýni, knappliga yvirhálar lastbilin, ið stendur og bíðar. Har var einki at gera, lastbilurin stoytti frontalt saman við Peugeot-bilin hjá Árna.
Árni fer í innara lumman og tekur ein brævbjálva fram. Á brævbjálvanum, sum er eitt sindur slitin, er ein tekning, ið vísir, hvussu óhappið hendi. Árni greiðir frá og letur síðani brævbjálvan upp og tekur nakrar myndir uppúr. Á myndunum sæst, hvussu illa bilurin er farin. Øll gronin er púrasta knúst, og eg noyðist at spyrja, hvat merkið bilurin er, tí tað sæst ikki annað enn blái liturin á samankroysta bilinum.
Fekk fleiri blíðproppar
Samanstoyturin var so harður, at instrumentbrettið kroystist niður yvir beinini á Árna, so hann kom at sita fastur í bilinum. Beinini fóru illa, og hann fekk fleiri blóðproppar í beinini, tí trýstið á tey var so stórt.
- Eg stúrdi fyri tí ringasta. At eg fór at gerast lamin og ongantíð koma á føtur aftur. Tað hevði verið ræðuligt. Læknin, sum kom á staðið, bar eisini ótta fyri tí sama, men ein uggi var tað, at eg kundi flyta tærnar.
Árni sat fastur í ein tíma, áðrenn tað eydnaðist at skera hann leysan. Fyri framman lógu nú tríggjar vikur á sjúkrahúsinum og eitt nógv longri tíðarskeið, sum skuldi brúkast til at venja beinini uppaftur.
- Læknin segði, at tað var einki minni enn eitt undur, at eg kom so væl frá vanlukkuni, og tað sama hava onnur sagt, sum hava sæð bilin og hava skil fyri tí.
Tað er tí ikki løgið, at Árni kennir tað, sum hevur hann fingið ein kjans afturat. Í dag haltar hann eitt lítið sindur, men annars eru ongi sjónlig tekin um vanlukkuna.
- Viðhvørt vakni eg um næturnar eftir at hava droymt um vanlukkuna og sæð hana fyri mær aftur. Tað er einki serligt. Ikki tí, eg eri komin yvir vanlukkuna og havi lagt hana afturum meg. Tað er heldur ikki tí, eg gangi við brævbjálvanum í innara lummanum. Tað er bara lættari at greiða frá vanlukkuni, tá eg havi myndirnar og tekningina, sigur hann og undirstrikar beint aftaná, at hann ikki tekur brævbjálvan fram í tíð og ótíð.
Góðir stuðlar
Væl stuðlaður av konu, børnum og starvsfeløgum kom Árni á beinini aftur. Børnini tóku sær av øllum tí praktiska við trygging og øðrum, og frá Fólkatinginum fekk hann at vita, at starvið fór ongan veg, og hann var altíð vælkomin aftur. Sjálvur skuldi hann bara syrgja fyri at koma fyri seg aftur.
- Tað hevur hjálpt væl at vita, at arbeiðsplássið og starvsfelagar stuðla einum so væl, sum tey hava gjørt her inni, sigur Árni, sum gleðiliga koyrir teir 100 kilometrarnar til arbeiðis, hóast tað tekur honum meira enn tveir tímar, tí beinini skulu hava hvíld viðhvørt.
- Tað kennist, sum er tað so stutt síðani, eg byrjaði um aftur, um tað ber til at siga so. Tú hyggur eitt sindur øðrvísi at lívinum eftir eina sovorðna vanlukku og setur størri prís uppá nógv ting. So eg havi ongan hug at gevast at arbeiða enn, sigur Árni.
Hóast hann hevur frí leygardag, so gongur leiðin aftur í dag frá Svebølle til Christiansborg. Í dag hevur hann konuna Joslu við, og saman við børnunum Ann og Kaj og familju, vinum og kenningum í Danmark og úr Føroyum verður 60-ára føðingardagurin hildin í matstovuni á Christiansborg, Snapsatinginum.