Sýtti fyri hjálp og fekk váta grøv

- Hevði skiparin á russiska skipinum ikki sýtt fyri at taka ímóti hjálp, høvdu vit klárað at bjargað nógv fleiri av manningini á lívi, sigur Rógvi Johansen.
<DPTAB>    Rógvi Johansen, sum flest okkara kenna sum súkklara í serflokki, var við minniliga túrin fyri júst 20 árum síðani, tá ið Sigurfarið úr Klaksvík royndi at bjarga russum í havsneyð

LAGNUTÚRUR


16. februar 1982 stendur rimmar fastur í minninum hjá Rógva Johansen úr Vági. Hann var 17 ára gamal og á sínum næsta túri við línuskipinum Sigurfarinum úr Klaksvík undir New Foundlandi, tá ið skipið í ódnarveðri og nógvum ísi miðskeiðis á nátt rakti við eitt russiskt bingjuskip, Mekanic Tarasov, sum var í havsneyð.
- Skipið lá bakk, so stilt sum tað nú eina ferð ber til at liggja í ódnarveðri. Mikkjal Olsen, sum var skipari á Sigurfarinum, varnaðist eitt stórt útslag á radaranum. Hann sigldi nærri fyri at finna út av, hvat tað var. Á radaranum sá hann, at útslagið stóð í stað, og tað er jú rættiliga óvanligt, at stór skip liggja still. Komin nærri sá skiparin, at talan var um stórt russiskt bingjuskip, sum hevði fingið slagsíðu, greiðir Rógvi Johansen frá.
Manningin á Sigurfarinum, sum taldi 26 mans, varð útpurrað, og skjótt varð sjón fyri søgn fyri allar, at rættiliga illa stóð til umborð á russiska skipinum.
- Vit sóu beinanvegin, at skipið fór ikki at klára ódnarveðrið. Av og á sóu vit fólk á dekkinum og brúgvarveinginum. So við og við duttu bingjur av skipinum í havið. Skiparin rópti á skipið, fyri at vita, hvussu vorðið var og um teir høvdu brúk fyri hjálp, men boðini vóru greið. Teir vildu hava hjálp frá teirra egnu. Russiski skiparin segði, at teir høvdu samband við russiskan trolara. Men hesin var fleiri tímar burtur. Hetta var jú tíðin, tá ið Bresjnev sat við valdinum og landið var væl meiri afturlatið enn nú.
Vónleys støða
Umborð á Sigurfarinum kundi manningin einki gera. Skiparin hevði sett seg í samband við kanadisku bjargingartænastuna, sum setti kósina ímóti skipinum beinanvegin, og tyrla var eisini á veg út.
- Vit hildu okkum so tætt at russiska skipinum, sum til bar, tí vit sóu í hvussu stórari neyð tað var, og eina ferð komu vit so nær, at vit vóru við at koma í trupulleikar. Tað var líkasum, at skipið varð sogið inn at bingjuskipinum, men tíbetur eydnaðist okkum at sleppa burtur aftur.
Sum fráleið duttu fleiri bingjur av skipinum.
- Saman við bingjunum fóru bjargingarbátarnir í havið. Hví teir valdu at sleppa bátunum í havið, veit eg ikki. Skipið koppaði meir og meir, og tað byrjaði at søkka í gronini. Tá sóu vit, at lív kom í fólk umborð og fleiri lupu á sjógv. Øll uttan skiparin, sum vit framvegis hoyrdu tosa í radionum á russiskum. Hvønn hann tosaði við, veit eg ikki. Hann brúkti sína síðstu orku til at tosa í radio, til skipið fór undir.
Rógvi minnist týðiliga, tá ið skipið fór undir.
- Fyrst fór tað við gronini heilt undir, so knappliga kom tað undan aftur, akkurát sum ein proppur, ella sum eg ímyndi mær, at Titanic fór.
Manningin umborð á bingjuskipinum var farin í bjargingarvestar, sum høvdu ljós fest á økslini.
- Veðrið var framvegis ógvuliga ringt. Men tað var bara eitt at gera og tað var at fáa neyðars russisku manningina umborð. Sigurfarið var als ikki útgjørt til at bjarga fólki. Einasti møguleiki, vit høvdu, var dragiholið, har vit tóku línuna inn. Tað var eisini avmarkað, hvussu nógvir av manningini hjá okkum kundu standa í dragiholinum. Vit sigldu so tætt at monnunum í sjónum, sum til bar. Ringt er at hála vátar menn innanborða, ikki minst, tá ið panikkur er í, men eitt sum gjørdi tað enn verri, var, at russarnir høvdu bundið seg saman, fimm og fimm. Tí høvdu vit eitt bunti av fólki og máttu tí skera hvønn einstakan leysan fyri at hála teir inn.
Dragiholið umborð á línuskipum er í høgru síðu, og tí bar bara til at fáa fólk innanborða teirri megin.
- Í bakborðssíðu lógu fleiri av sjófólkunum og róptu um hjálp. Men har var einki at gera, tí tað var so høgt av bátadekkinum niður í havið. Tá gjørdu nakrir av manningini, Jónsvein Borgardal úr Sandvík var ein, ikki mætari enn at krøkja seg í lúnningina uttanborða í stýriborðssíðu. Teir settu sítt egna lív í vanda, og fingu bjargað einum.
Flestu bjargað
Tað eydnaðist manningini á Sigurfarinum at bjarga 24 sjófólkum umborð. Á Mekanic Tarasov taldi manningin 37, harav tvær kvinnur. Av teimum, ið vórðu bjargað, doyðu 19. Báðar kvinnurnar lótu lív, onnur teirra varð ongantíð funnin.
- Ein teirra, sum kom umborð á lívi, men doyði løtu seinni á messugólvinum, var ein ungur maður, sum fylti 21 ár hendan dagin. Tað hevur verið so mikið kalt í sjónum, fleiri kuldastig vóru, at teir ikki høvdu nakran møguleika fyri at yvirliva. Hvussu leingi teir lógu í sjónum, minnist eg ikki, men tað føldist ógvuliga leingi. Hini trettan sóu vit ongantíð, men vit frættu, at russiski trolarin, sum Mekanic Tarasov hevði samband við, kom fram á fimm lík. Skiparin fór jú niður við skipinum.
Umborð á Sigurfarinum lógu lík alla staðni.
- Teir, sum yvirlivdu, høvdu tað jú heilt ræðuligt. Vóru ræðuliga kaldir og skelkaðir. Vit gjørdu alt fyri at fáa lív í teir aftur, fingu teir í turr klæðir, gníggjaðu hita í teir og góvu teimum heita súpan. Tað hevur jú verið ræðuligt hjá teimum at sæð vinir og starvsfelagar liggja lík alla staðni, men vit royndu at spara teir fyri tað, og máttu tí goyma líkini ymsa staðni. Minnist eina ferðina messudrongurin skuldi eftir eplum har frammi í skipinum. Eg hevði verið messudrongur á fyrsta túrinum, og tí bað hann meg koma við sær eftir eplunum. Vit máttu gleiva upp um fleiri lík fyri at sleppa framat eplunum.
Hálvt annað døgn eftir, at russiska bingjuskipið sakk, kom kanadiska bjargingartænastan fram. Tá var ódnin avhæsað, og tey 19 líkini og teir fimm, sum høvdu yvirlivað, vórðu flutt yvir á kanadiska skipið í gummibáti.
- Fínt veður var í tríggjar tímar og tá ið tann seinasti var fluttur umborð á kanadiska skipið, herjaði illveðrið á aftur.
Heiðrað
Gerandisdagurin byrjaði so aftur umborð á Sigurfarinum, sum helt fram við fiskiskapinum.
- Tað var hart hjá okkum øllum. Í dag høvdu vit allir fingið tilboð um kreppuhjálp, men so var ikki tá. Hinvegin tosaðu vit nógv umborð um, hvat var hent og allir høvdu tamarhald á støðuni. Ræðuliga hendingin varð als ikki tagd burtur.
Á Norðoyastevnu í 1982 legði Sigurfarið at bryggju í Klaksvík. Á kajini var stúgvandi fult av fólki, hornorkestrið spældi og røður vórðu hildnar. Frá Klaksvíkar kommunu fekk manningin heiðursbræv. Seinni kom heiðursbræv frá russisku sendistovuni í Danmark.
- Heiðursbrævið og heiðursmerki til hvønn einstakan kom frá ovastu sovjettini. Hetta er ein viðurkenning fyri bjargingina, sum russar lata uttanlands og innanlands.
At uppliva ein slíkan lagnutúr seytjan ára gamal, festir seg fast og varandi í minnið.
- Tað var ein ógvuliga óhugnaligur og ræðuligur túrur fyri okkum umborð á Sigurfarinum, men nógv ræðuligari fyri russarnar. Eg hugsi ikki hvønn dag um hendan túrin, men av og á, og hvørja ferð, eg hitti onkran av manningini, sum var við, kemur prátið inn á hendingina. Tað er syrgiligt, hvørja ferð at hugsa um, men eg meini ikki, at eg havi fingið mein av honum. Heldur hinvegin haldi eg, at eg eri vorðin sálarliga sterkari. Nakað sum eg havi havt gagn av sum súkklari. Tað krevur nógv sálarliga at vera í oddinum innan eina ítróttargrein.
Eftir minniliga túrin á vetri í 1982, var Rógvi Johansen fleiri túrar við Sigurfarinum. Í 1984 fór hann av og umborð á trolara.
Millum skiparan á Sigurfarinum og menninar, sum bjargaðust, hevur verið samband. Skiparin hevur vitjað russarnar, sum bjargaðust.
- Hevði skiparin á russiska skipinum ikki sýtt fyri at taka ímóti hjálp, rokni eg við, at vit høvdu klárað at bjargað nógv fleiri av manningini á lívi. Russiska samfelagið var jú ógvuliga afturlatið tá. Í dag kunnu vit ikki ímynda okkum, at tað sama hevði hent, men hinvegin er ein feril eftir frá teirri tíðini. Vit minnast jú, tá kavbáturin Kursk fór og russar sýttu fyri at taka ímóti hjálp.
Myndaframsýning
Á túrinum við Sigurfarinum hevði Rógvi Johansen myndatól við.
- Eg var ógvuliga nógv í iva um eg skuldi taka myndir av hendingini. Tók nakrar kortini, hetta var jú ein serstøk hending, sum eg vóni, at eg ongantíð komi at uppliva aftur. Royndi at taka mynd, tá ið skipið sakk, men tær eru ikki so væl eydnaðar, sigur Rógvi Johansen, sum er undir útbúgving sum myndamaður í Århus.
Í gjár læt framsýning upp í hølunum Photo Av í Viby í Århus, har myndirnar hjá Rógva frá túrinum fyri júst 20 árum síðani verða sýndar fram. Við á framsýningini eru umleið 20 myndir, har frágreiðing er til hvørja. Framsýningin er býtt í tvey. Ein partur hevur við fiskiskap at gera, og ein um russarnar. Framsýningin verður opin í tríggjar mánaðir. Um framsýningin eisini kemur til Føroya, sigur Rógvi.
- Tað kundi væl hent, um áhugi er fyri tí. Myndirnar kundu hóskandi verðið sýndar fram í Klaksvík, har Sigurfarið hoyrdi heima og har fólk minnast hendingina, sigur Rógvi Johansen at enda í viðtali.