Bronsan er ikki slept

Tjaldur-KÍF 29-26 (12-11):
Tjaldur vann eina spennandi uppgerð móti kollfirðingum, og enn livur vónin um heiðursmerki í Runavíkini

Hondbóltur ? menn

Tað vóru tvey av niðaru liðunum í deildini, sum fóru á vøllin í Runavík sunnudagin. Runavíkingar hava kanska ikki verið niðastir ein stóran part av hesum kappingarárinum, men tó hevur restað seinasta pettið, áðrenn teir veruliga hava blandað seg í stríðið um heiðursmerki. Kollfirðingar høvdu í grundspælinum eitt hampuliga gott tak á, men í endaspælinum hevur verið púrasta vónleyst hjá teimum, og fyrsti sigurin her kom ikki fyrr enn seinasta vikuskiftið, tá teir púra óvæntað vunnu á StÍF.

Gekk javnt á
Kanska høvdu tey í Kollafirði væntað, at júst sigurin á StÍF gjørdist vendin fyri teirra viðkomandi, men sunnudagin komu tey so niður aftur á jørðina.
Tað eydnaðist nevnliga Tjaldrinum at vinna sær tvey stig í einum sera spennandi dysti, har einki var avgjørt, fyrr enn dómarin hevði bríkslað fyri seinastu ferð.
Tað skal tó sigast, at tað alla tíðina vóru teir á heimaliðnum, sum vóru á odda. Eina lítla fyrstu løtu var munurin eisini hampuliga trivaligur, men eftir at KÍF so fann stevið, gekk javnt á á máltalvuni. Eitt stutt skifti var munurin øktur í eini fýra mál, men seinastu tíggju minuttirnar var veruliga líkt til, at gestirnir skuldu gera ein vørr. Soleiðis var munurin aftur minkaður í tvey mál, tá tríggir minuttir vóru eftir at leika, men nærri komu teir ongantíð, og so var sigurin hjá Tjaldri ein veruleiki.

Vónin er á lívi
Undan endaspælinum varð sagt, at Tjaldur fyri fyrstu ferð í stuttu søgu felagsins hevði møguleikan at vinna sær heiðursmerki, og hóast tað nú skal eitt minni undur til, fyri at hetta skal henda, so liva tey í Runavíkini framvegis í vónini um, at hetta skal bera til. Men tað fer so at krevja sigrar í so at siga øllum írestandi dystunum, meðan strandingar hinvegin skulu missa stig móti veikaru liðunum í deildini.
Hjá kolllfirðingum er hinvegin lítið annað enn æran at spæla fyri seinastu umførini. Liðið er í løtuni á niðasta sessinum í deildini, og tó at eingin niðurflyting verður, so vilja leikararnir helst syrgja fyri, at hendan støðan ikki heldur sær til kappingarlok.

Dysturin í tølum
Tjaldur-KÍF 29-26 (12-11)
Málskjúttar:
Tjaldur: Sverri Justinussen 8(3), Zoran Sarcevic 6, Jens Martin Knudsen 6, Svein í Heiðunum 5, Dragisa Stojovic 3, Arnfinn Langgaard 1
KÍF. Durica Tomic 8(6), Regin Petersen 4, Petur MArtin Pouslen 3, Vagnur Johannesen 3, Eddie Joensen 2, Jákup Dam 2(1), Jónálvur Johannesen 2, Iljan Topic 2
Brotskøst: Tjaldr 5, KÍF 7
Útvísingar: Tjaldur 3, KÍF 5
Dómarar úr Stjørnuni: Geir Wardum & Carsten Andersen.