Ráðstevna
Ráðstevnan, sum politisku ungmannafeløgini skipaðu fyri, eydnaðist, tá samanum kom, sera væl. Uppmøtingin var kanska ikki av tí allarbesta, og flestu luttakararnir vóru limir í ungmannafeløgum.
Fríggjakvøldið var ungdómsting á skránni. Fýra evni vórðu tikin upp og roynt var at koma til eina niðurstøðu í hvørjum evni.
Tað vórðu gjørdar nakrar semjur. Oftani varð eitt tvíbýtt millum flokkarnar, og ymiskt var, hvussu flokkarnir skipaðu í semjur. Eitt nú á økinum, sum róptist fyri vælferð varð skipað tvær samgongur. Ein var millum Javnaðarflokkin og Tjóðveldisflokkin. Hin var Fólkaflokkin og Sjálvstýri.
Nógv varð sett á skránna, og tað var trupult at náða øllum, men luttakararnir fingu at kenna, hvussu spælt verður á politiska pallinum.
Leygardagin varð skipað fyri sjálvari ráðstevnuni, har hurðarnar eisini vórðu latnar upp fyri almenninginum, sum fekk høvi til at hoyra, hvat tey ymsu feløgini stóðu. Ymiskt var, hvussu feløgini vóru mannaði, og framløgurnar vóru eisini rættiliga ymiskar.
Tað, ið kanska var tað mest forvitnisliga og hendingaríka leygardagin var kjakið seinnapartin. Øll høvdu møguleikan at vera við. At byrja var kjakið rættiliga nógv merkt av, hvørja flokssjónarmið, tey ymsu feløgini umboðaðu, men so við og við koma meira persónlig sjónarmið eisini fram. Teir báðir, Høgni Mohr og Johm Brian Hvidtfeldt, stílaðu kjakið, og alskyns evnið komu upp at venda. Alt frá fullveldi til rúsdrekkapolitikk, soleiðis at tað var eitt sindur til hvønn.
Fyrireikarnir hava enn ikki gjørt av, um eitt líknandi tiltak verður komandi ár, men hetta er als ikki óhugsandi, verður upplýst.










