Óli Holm tekur seg úr politikki

? Eg havi ongantíð havt serligar ætlanir um at gerast politikari, og tað er langt síðani, at eg gjørdi av, at eg fór ikki at stilla upp til løgtingsvalið, sigur Óli Holm, Landsstýrismaður

Løgtingsval

Nú teir politisku flokkarnir so smátt eru farnir at leggja seinastu hond á valevnislistarnar til løgtingsvalið í apríl, er tað í hvussu so er greitt, at ein av landsstýrismonnunum ikki verður at síggja í løgtinginum eftir valið.
Tað er Óli Holm í Vági, sum er landsstýrismaður í mentamálum fyri tjóðveldisflokkin.
Suðuroyar Tjóðveldisfelag gjørdi sín lista til løgtingsvalið lidnan sunnukvøldið og Óli Holm er ikki á listanum yvir tey sjey valevnini, sum skulu royna at endurvinna tjóðveldinum umboð í Løgtinginum næsta valskeið.
Upprunaliga var Óli Holm skotin upp at vera valevni, men hann tók ikki av.
?Tað er langt síðani, at eg tók avgerð um, at eg ikki skuldi stilla upp til løgtingsvalið, sigur hann.
Hann sigur, at í Suðuroynni hevur tjóðveldisflokkurin tað skipan, at tvey valevni skuldi finnast í Vági.
? Og tá ið so bæði valevnini, sum stillaðu upp seinast, eisini høvdu hug at stilla upp aftur hesuferð, dugi eg ikki at síggja nakra sum helst orsøk til broyta tað, sigur Óli Holm.
Tey bæði valevnini eru Hergeir Nielsen, løgtingsmaður og Jógvan Krosslá, borgarstjóri.

Ongin treyt
Annars vóru tað mong sum mettu, at tá ið Óli Holm varð landsstýrismaður í mentamálum, var tað við tí fyri eyga, at hann skuldi halda fram í politikki og at landsstýrissessurin mest at rokna sum ein fyrireiking til at hann eisini skuldi stilla til løgtingsvalið. Tað er nevniliga ikki ókent, at ein av orsøkunum, sum viga, tá ið flokkar velja sær ávís fólk í Landsstýrinum, er júst, at í Landsstýrinum skulu tey fáa høvi at styrkja støðu sína til eitt komandi løgtingsval.
Men so er ikki í hesum føri, sigur Óli Holm.
?Tá ið flokkurin heitti á meg um at gerast landsstýrismaður, var onki tosað um løgtingsval. Tað var ongin treyt frá flokkinum um, at eg skuldi stilla upp til løgtingsval. Og tá ið eg tók av, var tað ongantíð við tí fyri eyga at eg skuldi halda fram í politikki.
Óli Holm leggur afturat, at tá ið hann heldur ikki havt serstakan hug til at koma upp í politikk, var avgerðin um ikki at stilla upp, ikki tann truplasta, hann hevur tikið.
Tá ið Óli Holm ikki hevur serstakan áhuga fyri at gerast politikari, er tað ikki tí, at hann ikki hevur áhuga fyri politikki annars, tí tað hevur hann. Men tað eru nógvir mátar at útinna politikk uppá og Óli Holm hevur hevur arbeitt innanfloks í tjóðveldisflokkinum í eini 10 ár í aðalstjórn floksins og hevur tí verið tætt uppat, og kennir tt í til politiskt arbeiði innan í frá.
Óli Holm fær sostatt ikki meiri enn snøgt sagt eitt ár í landspolitikki.
Men at umsita mentamál hevur verið eitt spennandi starv við stórum avbjóðingum. Hann sigur, at størsta málið, sum er avgreitt í hansara stjórnartíð, var, at útbúgvingarverkið var yvirtikið.
? Tíverri eydnaðist ikki at yvirtaka fólkakirkjuna í hesum umfari, men tað arbeiðið heldur fram. Samstundis er skjøtil settur á arbeiðið at gera eina nýggja læraraútbúgving, so at hon verður ein hægri útbúgving á BA-støði. Hesi bæði málini verða tvær stórar avbjóðingar hjá næsta landsstýrismanninum í mentamálum.
? Tíverrið eydnaðist heldur ikki at loysa trætuna um skúlan í Trøllanesi, men í tí málinum er landsstýrismaðurin í teirri støðu, at hann hevur heilt einfalt ikki heimild at skera ígjøgnmum, tí hetta er eitt mál, ið liggur hjá kommununum.

Aftur í skúla
Eftir summarfítíðina fer Óli Holm sostatt aftur í borgarliga starv sítt, sum er at vera varaskúlastjóri í Vági.
Men hevði hann so sagt, um tjóðveldisflokkurin einaferð enn heitti á hann um at taka við landsstýrissessi.
?Skuldi tað hent, at flokkurin heitir á meg einaferð afturat, fari eg sjálvsagt at umhugsa tað, sigur Óli Holm.