lagi fyri at tryggja, at børnini ikki eru í nøkrum vanda í bilinum, og tá tey fara úr bilinum og inn á skúlans øki. Løgreglan plagar at siga, at tey ikki eru í økinum fyri at geva bøtur, men fyri at minna [...] minna á, at tryggleikin hjá børnunum skal vera í lagi. Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at fleiri slík málrættað átøk hava verið í heyst, og soleiðis vóru eisini átøk við fleiri skúlar í gjár. - Vit vóru [...] Klaksvík. Løgreglan sigur, at her var einki at viðmerkja - uttan í tí eina førinum, har ein skúlanæmingur sat íbundin við skúlataskuni á bakinum. - Soleiðis eigur tað ikki at vera, tí hetta er ikki serliga
Dysturin í morgin er so at siga altavgerðandi fyri okkum, tí úrtøkan av hesum fer at avgera, hvør støðan hjá okkum verður restina av kappingini. Undan kappingini varð roknað við, at NSÍ fór at teljast millum liðini [...] metið stendur at falla, um talan verður um sigur í dag. Milan Cimburivic, sum venur sumbingarnar, sigur við Sosialin, at hann hevur so at siga allar mans tøkar, og hann letur eisini væl at hugburðinum, [...] móti B71 um eina viku. Manningin hjá NSÍ verður so at siga óbroytt í mun til dystin móti B36, og hetta merkir, at venjarin framhaldandi ikki roknar við at hava Djóna N. Joensen ella Christian Høgna Jacobsen
tað og prát við fryntligar tingmenn fríggjadagin siga okkum, at tað er neyðugt at seta nøkur viðurskifti upp á pláss. Aftur og aftur verður endurtikið, at verkfallið hjá Yrkisfelagnum, YF, er ólóglig. Víst [...] hetta kundi lata seg gera. Úrslitið var, at lærararnir hilu frí í eina viku uttan løn á heysti í 1992. Í hesum sambandi eydnaðist YF formliga at fáa sligið fast, at óskilið við stóru flokkunum frá 1991, ikki [...] frívikuna og sparingina, gekk út uppá, at fyri vikuna, sum YF limirnir mistu, gekk LSF við til: 1.»at næmingatalið í einum studentaskúla- og HF-flokki eigur vanliga ikki at fara upp um 24. Í undantaksføri kann
Allani Simonsen. Jógvan Martin heldur, at royndirnar frá tí ferðini eiga at fáa føroyingarnar at taka uppgávuna í dag í stórum álvara! ? Vit vunnu 1-0. Men eg minnist væl, hvussu spælið myndaðist. Í verjuni [...] fullgóðari venjing enn, og tað sigur seg sjávlt, at tað kostaði nógv ? bæði kropsliga og sinniliga ? at spæla ímóti Póllandi. Takið er at fáa sannført spælararnar um, at tað krevst sami hugburður og sama stríð [...] var at venja aftur klokkan fimm. ? Umstøðurnar á gistingarhúsinum eru sera góðar, og tá vit støðugt hava venjingarvøllin tøkan, kunnu vit ikki siga annað, enn at fyritreytirnar hava verið góðar at fyrireika
í Evropu at tala fyri NATO-limaskapi. Hedtoft dugdi væl enskt, men hann læt skrivara sín umseta, so at hann fekk stundir at hugsa seg um, hvat hann skuldi siga. Hetta hevði helst verið vert at umhugsað [...] vanligt, at státurin setir á stovn myndugleikar á lægri stigi at umsita stóran part av almennu útreiðslunum - uttan at tryggja sær rætt til at hava eftirlit við hesum stovnum. Tað er spell, at Elkær-Hansen [...] landslæknan um, at Halvorsen skuldi frá. Kristjan Djurhuus, løgmaður, og fólkatingsmenninir søgdu á fundi við forsætisráðharran, at teir vóru fyri at lata danskar løgverjumenn fara til Klaksvíkar at fremja avgerð
umstøður Serligu umstøðurnar, at maðurin ongantíð áður hevur framt lógarbrot, og at hann bæði hevði arbeiði og familju at venda aftur til vóru orsøkirnar til, at dómarin valdi at geva manninum so lina revsing [...] Tvøroyri. Tá visti politiið ikki, at hann hevði lagt byrsuna frá sær inni á gistingarhúsinum, og tí tordu teir ikki at taka hann. Politiið royndi tó at steðga manninum við at seta ein bil tvørtur um vegin [...] segði, var at hann spurdi, hvar hann var. Maðurin greiddi frá, at hann mintist bara, at hann hevði sett seg í bilin aftur, og tað næsta, hann mintist, var tá hann lá niðri. Tá gekk upp fyri honum, at okkurt
unglingar. Vit komu so aftur um døgurðatíð, og eftir at hava sovið nakrar tímar, fór eg so niðan í høllina at venja hondbólt. Man má helst siga, at Jacob tá hevur havt eitt serligt árin á meg, tí í øllum [...] undir venjing, har hann ber orð fyri at vera sera kátur, men hvat hevur alt hetta vi sjálvt hondbóltsspælið at gera? - Eg havi tað nú einaferð soleiðis, at eg má royna at hava tað stuttligt, meðan eg spæli [...] So skjótt, sum eg ikki havi tað stuttligt á vøllinum, so gevist eg. - Satt at siga, so spæli eg hondbólt av teirri einføldu orsøk, at eg haldi tað vera stuttligt. Ikki minst, nú vit hava eina somikið góða
er einki at taka seg aftur í, at vit tóku undir við býarætlanini, sum gjørd varð tá. Og eg haldi eisini, at vit hava megnað væl at lagað SMS til Havnina, báði í byggisniði og í innihaldi so at ta nettupp [...] ment seg heilt øðrvísi, enn hann hevur. Men hvussu, er ómøguligt at siga ? So tað er onki at taka seg aftur í, at vit tóku undir við, at býráðið fekk skipað viðurskifti við býarætlanini. Men hvussu síggja [...] Mortensen sigur, at her sóu tey møguleikan og hugskotið um SMS varð fostrað. Stór mótstøða Hans Mortensen minnist, at mótstøðan ímóti SMS varð stór. ? Tað var væl ikki annað enn náttúrligt, at handilsmenn í
vælsignaðu kanin, sum hon fer at fáa, tá 8 vikur eru farnar. Við øllum snildum royni eg at spyrja, um tað ikki er synd fyri hana at skula burtur frá mammu síni? Hvussu fer hon at hava tað einsamøll, og onga [...] skjót at geva skarvin yvir. Sjálv havi eg ofta hugsað, tá eg hoyri børn júka og jabba um okkurt, at tey høvdu klárað seg einastandandi væl sum fakfelagsleiðarar. Eg kann ikki ímynda mær annað, enn at tey [...] í greinum um børn kanst tú lesa, hvussu gott tað er fyri børn at hava eitt kelidýr. Tey blíva so harmonisk, tey læra at hava ábyrgd og at vísa kærleika. Við øllum hesum í huganum hevur mangan leikað hart
hetta evnið, og mín sannføring er í hvussu so er tann, at tað nyttar lítið at siga okkum, at vit kunnu gerast sjúk um 30 ár, um vit halda á fram at roykja. Annars er sum vanligt tilfar av ymsum slag í blaðnum [...] í blaðnum. Til hetta er bara at siga, at vit á Yngd eru opin fyri øllum hugskotum í so máta. Blaðið er jú ætlað til tey ungu, og tískil haldi eg tað vera sera umráðandi, at tað eisini eru tey ungu, sum [...] hvat skal standa í blaðnum. Tað nyttar einki, at eg sjálvur haldi meg hava eitt fínt hugskot, um so er, at eingin annar heldur tað! Minnist eisini til, at hvørja ferð vit prenta lesarabrøv, verður onkur