Tað sigst, at royking drepur

Um Yngd hesa vikuna

Boðini ein aloftast fær, tá sigarettir og líknandi verða keypt, er at royking er skaðiligt fyri heilsuna, royking er til ampa fyri børn, royking er til ampa fyri ikki-roykjarar o.s.fr.

Nú hava vit roykjarar í nógv ár fingið hesi herrópini slongd oman yvir okkum, men viðhvørt hevur ein hug at seta spurningin »ger hetta nakra nyttu«.

Tað er í hvussu so er ikki líkt til, at hetta hevur gjørt mun. Ein kanning, sum fyri ikki so langt síðani varð gjørd millum 9. flokkar í 26 ymsum londum her í Vestureuropa vísur í øllum førum, at vit føroyingar eru nr.1, tá tað ræður um at roykja.

Ongastaðni í hesum 26 londunum royktu ungfólkini so illa sum í Føroyum.

Hetta vilja mong helst taka sum tekin um, at alt arbeiðið, sum er gjørt í hesum sambandi hevur verið til fánýtis.

Tað skal tó viðmerkjast, at vit ungu so sanniliga ikki eru tey einastu, sum synda, her í landinum. Hjá teimum vaksnu er nógv verri statt, og eru tað ikki tey, sum skulu eitast at vera okkara fyrimyndir.

Á miðsíðunum verður í øllum førum greitt eitt sindur frá um hetta evnið, og mín sannføring er í hvussu so er tann, at tað nyttar lítið at siga okkum, at vit kunnu gerast sjúk um 30 ár, um vit halda á fram at roykja.

Annars er sum vanligt tilfar av ymsum slag í blaðnum hesu ferðina. Onkrir lesarar hava skrivað inn, og gjørt vart við, hvat tey kundu hugsað sær øðrvísi í blaðnum.

Til hetta er bara at siga, at vit á Yngd eru opin fyri øllum hugskotum í so máta. Blaðið er jú ætlað til tey ungu, og tískil haldi eg tað vera sera umráðandi, at tað eisini eru tey ungu, sum gera av, hvat skal standa í blaðnum. Tað nyttar einki, at eg sjálvur haldi meg hava eitt fínt hugskot, um so er, at eingin annar heldur tað!

Minnist eisini til, at hvørja ferð vit prenta lesarabrøv, verður onkur heppin lesari, sum verður eina fløgu ríkari. Kanska tú verður tann hepni í komandi viku.

At enda skal sjálvandi nevnast, at vit hava nortið eitt sindur við tað, sum gongur fyri seg innan fløguheimin. Nakað av útlendskum tilfari er ummælt, eins og onkur føroysk útgáva er tað.

Eisini hava vit hugt eitt sindur nærri at Kulu rótunum, sum komandi dagarnir fara at floyma út Klaksvíkini.


Eftir er bert at ynskja tykkum enn eina góða viku, og at vit vónandi síggjast komandi mikudag