Tað skal einki kelidýr í mítt hús

Mongum brestur ætlan. Tað mátti eg sanna, tá eg ein penan dag stóð við ábyrgdini av ikki færri enn tveimum kaninum

Tey flestu foreldur kenna til ágangandi júkanina frá børnunum um at fáa eitt kelidýr.
Góða mamma - kann eg ikki fáa ein hundahvølp? Eg viiil hava ein! Eg skal nokk passa hann sjálv. Øøøll hini eiga eitt kelidýr.
Tá tú spyrt nærri, hvørji øll eru, so eru tað eini tvey ella trý av tjúgu. Men ótrúligt, sum summi av okkum foreldrum eru skjót at geva skarvin yvir.
Sjálv havi eg ofta hugsað, tá eg hoyri børn júka og jabba um okkurt, at tey høvdu klárað seg einastandandi væl sum fakfelagsleiðarar.
Eg kann ikki ímynda mær annað, enn at tey høvdu fingið øll síni krøv ígjøgnum.
Pedagogikkur
Men aftur til hesi vælsignaðu kelidýr.
Ágangurin er ikki bert frá børnunum. Nei, í greinum um børn kanst tú lesa, hvussu gott tað er fyri børn at hava eitt kelidýr. Tey blíva so harmonisk, tey læra at hava ábyrgd og at vísa kærleika.
Við øllum hesum í huganum hevur mangan leikað hart á, tá júkanin frá børnunum hevur verið upp á tað harðasta. Og sum hjá so mongum, so eri eg onkuntíð fallin og havi givið eftir.
Eg fái eina kanin, sigur dóttirin so findarglað ein morgunin, vit júst eru komnar undan fjarðunum.
Allur svøvnur er sum rikin úr kroppinum á mær.
Ha... hvat... hvør? Eg standi sum kánus.
Babba sigur, at eg skal fáa eina kanin! Gleðin lýsir úr fittu barnaeygunum.
Eg hugsi mítt, men sigi sjálvsagt onki. Vit hava jú so ofta hoyrt, hvussu umráðandi tað er fyri børnini, at foreldrini ikki eru ósamd - og hvør vil verða svartiper hjá sínum egna barni?
Her er bara at gera gode miner til slet spil, sum danir siga.
Sum so mangar mammur við mær, yvirgav eg meg. Men eitt gjørdi eg púra greitt beinanvegin. Tað eri ikki eg, sum havi ábyrgdina!
Tíðin gongur, og dóttirin tosar ikki um annað enn hesa vælsignaðu kanin, sum hon fer at fáa, tá 8 vikur eru farnar.
Við øllum snildum royni eg at spyrja, um tað ikki er synd fyri hana at skula burtur frá mammu síni?
Hvussu fer hon at hava tað einsamøll, og onga aðra kanin hava at spæla við?
Men alt til fánýtis.
Um hon ikki kemur til okkum, kann væl verða, at hon verður dripin, leggur gentan stóran dent á.
Familjan veksur
Loksins upprennur stóri dagurin, tá kaninin kemur í húsið.
Hon verður nevnd Nikkininus, sjálvt um ósemjan um navnið er stór.
Teir fyrstu dagarnir eru turbulentir. Hon má passast væl og óttin fyri, at okkurt fer at henda henni, er stórur. Men alt gongur væl, og tú mest sum venur teg við nýggju støðuna sum kanineigari.
Men gev einum vissum lítlafingur, plagar at verða tikið til. Ikki gongur long tíð; nú er aftur galið.
Mamma, tað er sooo synd í kaninini, sigur dóttirin, og hyggur upp á meg við sínum allarfittastu eygum.
Hvat nú - hvat feilar?
Kanini er so einsamøll, hon hevur ongan at spæla við, sigur dóttirin.
Míni argumentir um, at hon jú hevur hana at spæla við, muna lítið móti hennara, og ikki gongur long tíð, fyrrenn vit eru "lukkuligir" eigarar av tveimum kaninum.
Aftur harður dystur um navnið, men fyri tað mesta eitur hon Nikkinina.
Sorrig og glæde
Tíðin gongur, og alt kemur aftur í sína føstu legu. Kaninir eru ikki ófriðarlig kelidýr, so tað er ikki nakað at klaga um.
Men "sorrig og glæde, de vandre til hobe" syngur sálmaskaldið, og tað man mangur hava sannað, sum hevur havt kelidýr.
Ein sunnumorgun liggur onnur kaninin deyð. Á, tann grátur, ið nú var. Hvør varð ringast um hesa neyðars kanin, er ringt at taka dagar ímillum.
Nú er bara Nikkininus eftir, og hann verður passaður sum ein prinsur.
Men einsamallur, sum hann er, má hann sleppa út at spæla við hvørt.
Og ólukkutíð. Eitt kvøldið kemur dóttirin rennandi inn og rópar:
Nikkininus hevur brotið beinið!!
Allir teir lokalu "djóralæknarnir" á Viðareiði vórðu tilkallaðir, teir sum plagdu at leggja spjarra á, tá lombini brutu beinið. Men alt til onkis. Ongin fekk gjørt nakað.
Hvat var nú til ráða at taka?
Hon má drepast, segði onkur, men tey ráðini vórðu skúgvað til viks.
Nei, nú skal røkka ella støkka. Avgerðin um, at ábyrgdin ikki var mín, var gloymd. Dagurin, sum skuldi verða mín frídagur, fór í ommu sína.
Nikkininus undir skurð
Tíðliga morgunin eftir vóru Nikkininus og eg á veg til Havnar til djóralækna.
Djóralæknin hyggur at henni og ristir við høvdinum. Her er ikki nógv at gera, sigur hann. Nú má eg brúka øll míni yvirtalingarevni.
Vælsignaður royn, bønaði eg. Børnini hava sagt, at um tey fingu eina millión fyri kaninina, so høvdu tey ikki latið hana.
Jú, men so skal eg royna, sigur djóralæknin.
Inni úr einum øðrum rúmi ljóðar tá við speisemi: Men so er bara at taka nokk afturfyri!
Meðan kaninin bleiv skurðviðgjørd, sat eg sum á nálum í bíðirúminum.
Ikki bara við tankanum um ólukkuligu kaninina, sum nú var undir viðgerð, men eisini tí, at á vegginum hingu prísir fyri, hvat tær ymsu viðgerðirnar kosta.
Men alt spældi væl av. Bæði so og so.
Frøin var stór, tá kaninin kom aftur í øllum góðum.
Nikkininus varð móttikin sum ein kongur. Hann kom væl fyri seg, livir væl og hevur fingið nýggjan maka.
Hon verður kallað Nikkinina, men enn hoyrast onnur nøvn tutlað í krókunum.