Tað skal vera stuttligt

Janus Einar Sørensen sigur, at fyri seg er stuttleikin á og uttan fyri vøllin avgerandi fyri hugin at spæla hondbólt. Afturat stuttleikanum hevur hann eisini fingið møguleikan fyri upplivingum og avbjóðingum, men enn eigur hann eitt meistaraheitið í bestu mansdeildini til góðar

Profilur


Ein av sonnu stjørnuskotunum á føroyska hondbóltshimmalinum seinnu árini man vera kyndilsleikarin, Janus Einar Sørensen.

Frá at hann fyri tveimum árum síðani var skiftisleikari við avmarkaðari spælitíð, fekk hann undanfarnu kappingarár eitt satt gjøgnumbrot, og í ár telist hann so millum føstu álitini á Kyndilsliðnum, sum nú stríðist við at vinna seg upp aftur á ovastu tindarnar.


Gavst á flogbóltslandsliðnum

Tað var annars í Neistanum, at Janus Einar byrjaði hondbóltsleið sína. Hetta komst tó av, at Kyndil ikki hevði nakað lið fyri tey allar yngstu, men tá aldurin var til tess, so skifti hann til grøna havnarliðið, har hann so hevur verið síðani.

- Eg spældi so hondbólt allan vegin uppeftir, og í 1998, tá Jacob Jónsson gjørdist venjari, kom eg so við í 1. liðshópin.

- Eg hevði tá júst verið við flogbóltslandsliðnum í Danmark, har vit høvdu spælt við í NM-kappingini fyri unglingar. Vit komu so aftur um døgurðatíð, og eftir at hava sovið nakrar tímar, fór eg so niðan í høllina at venja hondbólt. Man má helst siga, at Jacob tá hevur havt eitt serligt árin á meg, tí í øllum førum, so havi eg ikki spælt flogbólt síðani tá, sigur Janus Einar flennandi.

- Um tað var nakað serligt við Jacob sum so, skal eg ikki siga, men venjingarnar hjá honum vóru øðrvísi, enn tær eg hevði roynt áður. Harumframt var hetta fyrstu ferð, at eg vandi við 1. deild, og hetta var nakað heilt annað enn at spæla við unglingum og dreingjum 16.

- Kanska er tað eisini tað, at eg havi brúk fyri eitt sindur av kropskontakt, tá eg spæli. Okkurt av avreagera uppá. Í flogbólti kann eg nóg illa rópa »kom so Janus Einar« uttan at fáa gula kortið, men tað er so ein stuttlig ítrótt allíkavæl, leggur hann smílandi afturat.


Skal vera stuttligt

Eitt sum ofta verður lagt til merkis, tá Janus Einar er á vøllinum, er, at hann tykist altíð at hava hug til at skemta eitt sindur. Gera onkrar faktir ella eitthvørt, sum kanska tykjast provokerandi fyri mótstøðuliðið, men hinvegin heldur eggjandi hjá bæði vðileikarum og áskoðarum.

Sum skilst á viðleikarunum, so er hetta sama galdandi undir venjing, har hann ber orð fyri at vera sera kátur, men hvat hevur alt hetta vi sjálvt hondbóltsspælið at gera?

- Eg havi tað nú einaferð soleiðis, at eg má royna at hava tað stuttligt, meðan eg spæli. So skjótt, sum eg ikki havi tað stuttligt á vøllinum, so gevist eg.

- Satt at siga, so spæli eg hondbólt av teirri einføldu orsøk, at eg haldi tað vera stuttligt. Ikki minst, nú vit hava eina somikið góða blanding av eldri og yngri leikarum. Tá verður tað aloftast soleiðis, at tú lærir eina rúgvu, samstundis sum tað eisini eru stundir til at hava tað stuttligt, og tað haldi eg vera serstakliga cool.

Spurdur, um tað er nakað serstakt, sum hann hevur gjørt fyri at gera venjingarnar stuttligar, sigur hann, at tað heldur hann ikki.

- Eg kann ikki upp á standandi fót koma í tankar um nakað serstaka beistagerð, sum eg havi gjørt í so máta. Tað eri eg eisini for fittur til at gera. Tað ringasta hevur kanska verið, tá hitasalva er smurd í onkrar venjingarbuksur. Tað er tó ikki eg, sum hava gjørt hetta, og tað hava so heldur ikki verið mínar venjingarbuksur.

- Onkuntíð kunnu vit kanska arga Jens (Skipagøta) eitt sindur, soleiðis at vit als ikki skjóta har, sum vit skulu skjóta, tá vit hita upp, men annars er tað ikki so nógv, sum vit gera, meðan vit eru til venjing.

- Tað er kanska heldur tá vit eru saman uttan fyri vøllin, at vit gera gjøldur burtur úr hvørjum øðrum. Tá vit eru somikið nógv saman, so slepst sjálvandi ikki undan at man við hvørt flennir eftir hvørjum øðrum, og tað er eisini í fínasta lagi. Nakað óreint haldi eg tó ikki, at talan nakran tíð hevur verið um.


Strikan skal skora

Áskoðararnir hava kanska eisini lagt til merkis, at tað serliga er eftir eina skoring, at Janus Einar hevur lyndi at visa seg fyri áskoðarunum,

- Tað er jú tí man er glaður fyri málið. Kanska eisini tí tað kennist sum ein lætti, tí fyri ein strikuspælara er tað nærum eitt krav at skora, tá møguleikin er har. Tá ert tú jú púra fríur, og møguleikin er fyri sovítt størri enn við brotskasti, so tað skal geva mál.

- Eisini haldi eg, at tá nógv mál verða skotin av strikuni sigur hetta eitt sindur um liðspælið. Tú kanst jú síggja Wislander, sum kanska skjýtur eini 10-13 mál í onkrum dystum á hægsta stigið. Tað er ótrúliga stuttligt hjá liðnum, samstundis sum tað eisini tað, sum pínur eina verju mest, tí tá koma málini jú inni frá økinum, sum verjan eigur at hava.


Góðar treytir

Júst hetta við liðspælinum og at skora frá strikuni krevur eisini, at leikarar eru á liðnum, sum kunnu geva røttu fríspælingarnar.

Á hesum øki kann ikki sigast annað enn, at Janus Einar hevur verið heppin. Í síni tíð á kyndilsliðnum hevur hann spælt saman við tveimum av bestu spælskiparunum í landinum, Jacob Jónsson og Jónleif Sólsker, og er hetta eisini nakað, sum strikuspælarin er fegin um.

- Ja, tað er fyri sovítt ein framíhjárættur, sum eg havi havt. Tað gevur mær nógv størri møguleikar, og eisini ein leikari sum Bjarni Wardum er sera góður hjá mær í so máta. Kanska stóð Bjarni eitt sindur í skugganum av Jacob seinasta ár, tí Jacob tók líka sum alla ábyrgdina á sínar herðar. Har haldi eg, at Jónleif dugir betri at býta uppgávurnar millum leikararnar, solieðis at allir koma til sín rætt.

- Annars haldi eg ikki, at man kann samanbera Jacob og Jónleif, tí teir eru somikið ymiskir spælarar. Skiftið er so í øllum førum nakað, sum krevur tíð fyri mítt viðkomandi, men nú byrjar tað so spakuligt at koma. Tað gjørdi tað heldur ikki betri, at eg hevði eina ringa periodu í byrjanini av kappingarárinum, men nú er tað við at koma.


Steypasigur og landsliðsboð

Í landsliðshøpi var tað ikki alt fyri eitt, tá landsliðið varð endurstovnað, at Janus Einar var at síggja. Tá hann so fekk boðini, stutt undan fyrstu uppgávunum, var tað fyri hansara viðkomandi eisini púra óvæntað.

- Tað var ótrúliga spennandi. Ikki minst av teirri orsøk at eg fekk boðini beint eftir steypafinaluni, sum er ein tann minnisríkasti dysturin, sum eg nakran tíð havi spælt.

- Tað, sum kanska hevur mest spennandi í hesum sambandi, er, at man eisini hevur lært hinar spælararnir betru at kenna. At læra, hvussu vit allir kunnu rigga saman uttan fyri vøllin. Tað er kanska tann stuttligasti parturin av tí.

- Eg haldi, at man kann siga og skriva nógv um leikarar, sum eru nakrir kapasitetir á vøllinum, men tað er tó ikki fyrr enn eftir dystirnar, at tær veruliga góðu upplivingarnar við hesum koma.



Umframt, at hann soleiðis í vár gjørdist partur av A-landsliðnum, so var Janus Einar eisini partur av illa gitna U-21 liðnum, sum at kalla varð bannlýst eftir eina Danmarkarferð í summar. Hetta tí tað varð mett, at leikararnir ikki høvdu hildið tær treytir, sum vórðu settar teimum undan ferðini viðvíkjandi rúsdrekka.

- Eg haldi ikki nú ikki, at sjálv hendingin var so øðiliga ógvuslig, men hinvegin, so var HSF helst noytt til at vísa, hvar markið var. Undan hesum hevði U-20 landsliðið verið í Kroatia, har ein spælari so at siga varð gloymdur eftir, tá farast skuldi heim. So alt í alt, so var tað helst í lagi, at eitt mark varð sett. Vit máttu so bara taka við revsingini, sum millum annað merkti, at vit ikki sluppu við á ferðini til Hvítarussland. Tað hevur helst eisini skap eina ávísa respekt ímillum spælararnar, soleiðis at nakað líknandi ikki endurtekur seg í framtíðini.

- Ikki tí, spælararnir á landsliðnum eru ógvuliga seriøsir, og tað verður eisini sett krav til okkum um at bera okkum rætt at. Nú hava vit akkurát fingið venjingarætlanina fram til komandi landsdystirnar, og umframt nógva venjing, so krevst eisini, at vit skikka okkum væl. Einki við at fara í býin annað jólakvøld ella á nýggjárinum, og tað er so bara nakað, sum fylgir við.

- Vit hava jú allir fingið eitt val, og vit hava eisini góðtikið treytirnar. Aftur fyri rokni eg so eisini við, at vit fáa eitt stórt hondbóltsupplivilsi. Tá ber tað ikki til, at menn drekka sær eina kenning ella meira, fáar dagar áðrenn dystirnir skulu leikast.

Nevnast kann í hesum sambandi, at komandi uppgávurnar eru dystir móti Rumenia, Litavia og Sveis. Allir dystirnir verða leiktir í Føroyum í januar mánaði.


Upplivingar

Omanfyri verður nevnt, at Janus Einar sjálvur metir steypafinaluna í vár sum eina av størstu hondbóltsupplivingum sínum. Hóast hann enn má metast sum ungur í hesum høpi, so eru longu nú komnar nakrar upplivingar, sum allar helst verða verandi í minninum í langa tíð.

- Besti dysturin hjá mær var helst steypafinalan ímóti Neistanum, men harumframt eru sjálvandi eisini aðrar upplivingar.

- Dysturin móti Grønlandi var sjálvandi eisini nakað fyri seg, men umframt steypafinaluna er tað serliga ein onnur hending, sum eg minnist serliga væl.

- Tað var tá vit við U-18 landsliðnum vunnu ímóti Luksemburg. Tað var ein heilt, heilt fantastisk uppliving. Landsliðsarbeiðið var akkurát byrja, høllin var stúgvandi full av fólki, sum stuðlaðu okkum, og alt var bara heilt ótrúligt fyri okkara viðkomandi. Tað var veruliga nakað, sum gjørdi, at vit á vøllinum undu geva okkum tað petti eyka.

- Eitt, sum eg kanska kann nevna í hesum sambandi, er tónleikurin, sum ikki longur er at hoyra í Høllini.

- Í Kyndli nýttu vit hetta í fjør, og tað er so avgjørt nakað, sum ger tað stuttligari at spæla hondbólt. Eisini hóast onkur kanska heldur tað vera í so hart frá.

- Útgerðin, sum Kyndil leigaði til hetta, er tó ikki tøk longur, og tað haldi eg vera stórt spell.


Verða meistarar

At enda spurdu vit Janus Einar, hvørjar vónir ella ætlanir hann hevur framtíðina hjá Kyndils liðnum, sum hann í dag er ein partur av.

- Lat meg siga tað soleiðis, at eg sum so ikki havi nakrar vónir. Hinvegin eri eg 100% vísur í, at um vit ikki vinna meistaraheitið í ár, so vinna vit tað næsta ár. Í øllum førum um gongdin framhaldandi verður tann sama, sum hon er í løtuni.

- Vit hava eina góða blanding av royndum og ungum leikarum. Fleiri av teimum ungu hava veruliga møguleika til at koma langt, og eingin av teimum eldru er somikið gamal, at teir skulu avskrivast. Tvørturímóti er tað framvegis nógv »go« í teimum.

Seinastu orðini boða í øllum førum frá, at hóast vestmenningar í løtuni liggja fremst í landskappingini, so skulu teir als ikki kenna seg vísar í at verða hangandi á sessinum. Janus Einar er í øllum førum svangur eftir fyrsta FM-gullinum síðani dreingjadeildirnar, og ivaleyst er svongdin eisini galdandi fyri fleiri av liðfeløgunum.



Profilur


Janus Einar Sørensen


23. februar 1980


Spælt við Kyndli nærum øll barna- og ungdómsárini


Kom á besta mansliðið á heysti 1998


Úttikin til A-landsliðið á vári 2000


Hevur annars eisini spælt á yngru landsliðunum hjá HSF


Spældi eisini flogbólt við Fram, og kom eisini á unglingalandsliðið, men gavst til frama fyri hondbóltinum


Gongur í løtuni á Hægri Handilsskúla