Tað snýr seg um at virða gjørdar avtalur

Sambært dagsskránni, sum varð lýst á tingfundinum seinsta fríggjadag, skal løgtingið í dag, týsdagin 27. januar, viðgera støðuna í studentaskúlunum, har eingin skúlagongd hevur verið í hesum árinum. Eitt uppskot er um at seta í lógina, at næmingatalið í einum flokki skal ongantíð fara upp um 24, og eitt annað mál á skránni er, at Eilif Samuelsen skal svara skrivligum fyrispurningi frá Signari á Brúnni um verk-fallið.

Skrivliga svarið frá Eilifi Samuelsen varð býtt út fram móti endanum á tingfundinum fríggjadagin, og bæði tað og prát við fryntligar tingmenn fríggjadagin siga okkum, at tað er neyðugt at seta nøkur viðurskifti upp á pláss.

Aftur og aftur verður endurtikið, at verkfallið hjá Yrkisfelagnum, YF, er ólóglig. Víst verður á eina YF-aðalfundarsamtykt í september 1997, ella eftir at sáttmálin var undirskrivaður fyrr á árinum. Tað skal vera arbeiðfriður í sáttmálaskeiðnum, og tí er verkfallið ólógligt, vísir Eilif Samuelsen á, og teir politikarar, sum bara hava hoyrt sakina frá hansara síðu, taka undir við honum.

Sæð frá okkara síðu, hongur málið ikki soleiðis saman, sum landsstýrismaðurin ber tað fram.

Í 1991 gjørdi landsskúlafyrisitingin, LSF, av, at 28 næmingar skuldu vera í tveimum 1. flokkum í Studentaskúlanum í Eysturoy. Lærararnir mótmæltu og vístu á siðvenjuna, at tað ongantíð høvdu verið fleiri enn 24 næmingar í einum flokki. LSF kveistraði hetta av borðinum og segði, at siðvenjur kundu broytast, og lærararnir slerdu seg til tols við hesum.

Í 1992 var landskassin tómur. Landsstýrið ynskti atspara ? eisini á okkara øki ? og YF og LSF samráddust um, hvussu hetta kundi lata seg gera. Úrslitið var, at lærararnir hilu frí í eina viku uttan løn á heysti í 1992. Í hesum sambandi eydnaðist YF formliga at fáa sligið fast, at óskilið við stóru flokkunum frá 1991, ikki skuldi endurtaka seg.

Semjan um frívikuna og sparingina, gekk út uppá, at fyri vikuna, sum YF limirnir mistu, gekk LSF við til:

1.»at næmingatalið í einum studentaskúla- og HF-flokki eigur vanliga ikki at fara upp um 24. Í undantaksføri kann tó verða farið upp um 24 næmingar. Avgerð um hetta skal verða tikin í samráði við YF?«

2.»at seta meiri pening av enn higartil til dagføringar av útbúgving læraranna?«

3.»at ein langtíðarætlan verður gjørd um flokkatal á skúlum við støði í tí plássi, ið skúlarnir hava, og við støði í hesum verður funnið fram til eina samsvarandi játtan«.


Landsstýrið fekk sína sparing beinanvegin, meðan ágóðin, sum YF hevur fingið av semjuni, hevur verið meiri ivasamur. Punkt trý hevur LSF ongantíð gjørt nakað við, punkt tvey man tað hava verið so sum so við, og nú er YF í verkfalli, tí myndugleikarnir ætla at taka aftur tað einasta, sum teir góvu í 1992.

Í svarinum hjá Eilifi Samuelsen til Signar á Brúnni verður sagt, at Undirvísingar- og mentamálastýrið var ikki kunnugt við og sera bilsið um aðalfundarsamtyktina hjá YF, sum segði, at hámarkið skal vera 24. Aðalfundarsamtyktin frá september 1997 varð gjørd fyri at staðfesta veruleikan av semjuni frá september 1992. Longu seint á sumri 1997 hevði YF varhugan av, at myndugleikarnir ætlaðu at bróta einasta punktið, sum teir í fullan mun høvdu hildið av avtaluni frá 1992.

Myndugleikarnir undirstrika aftur og aftur, at teir hava leiðslurættin, og at hesin kann ikki leggjast til fakfeløgini at avgera Hetta er so satt, sum tað er sagt. Men tað er eisini ein veruleiki, at leiðslan skal útinnast á tí grundarlagnum, sum er avrátt millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum. Hetta hoyrir við til okkara samfelagsskipan. Tá annar parturin vísir á, at hin ikki virðir avtalur, sum eru gjørdar, og mótparturin ikki letst um vón, so verða tey amboð brúkt, sum eru til at taka.

Við hesari frágreiðingini vóna vit, at tingmenn hava fingið eina betri javnvág í upplýsingina, tá teir í dag skulu viðgera studentaskúlamálið. Tað snýr seg um at gera avtalur og at virða og halda tær. Tað hava myndugleikarnir ikki gjørt í hesm førinum, og teir halda heldur ikki studentaskúlakunngerðina, um teir fara at leggja tveir flokkar saman. Vit hava áður víst á, at landsstýrismaðurin hevur ikki heimild at lækka pultstímatalið í studentaskúlunum mitt í skúlaárinum.


25. januar 1998

Jóannes Hansen og

Kári Nolsøe Olsen