Síðan 6. mai hevur ein 21 ára gamal hvalbingur sitið varðhaldsfongslaður í Mjørkadali.
Men har er hann ikki longur, tí fríggjadagin varð hann latin leysur, og fríggjakvøldið kundi hann fara suður aftur saman við øllum skyldfólkum og vinfólkum sínum, sum manssterk vóru komin til Havnar at fylgja rættarmálinum og vísa manninum sín stuðul.
At tey vóru góð við mannin var týðiligt. Tey eins og hann vóru rørd, og hvørja ferð steðgur var á rættarfundinum, fóru nøkur yvir at klemma hann.
Vanliga kostar eldáseting treytaleysa fongulsrevsing, men hjá hesum manninum varð restin av dóminum gjørd treytað. Tað vil siga, at hann skal ikki sita, um hann bara heldur seg frá at gera nýggj lógarbrot komandi tvey árini.
Hetta var eitt óvanligt sakarmál og eitt syrgiligt mál, sum verjin hjá manninum og ákærin báðir søgdu í rættinum.
Serligar umstøður
Serligu umstøðurnar, at maðurin ongantíð áður hevur framt lógarbrot, og at hann bæði hevði arbeiði og familju at venda aftur til vóru orsøkirnar til, at dómarin valdi at geva manninum so lina revsing. Hann hevði eisini gott arbeiði at venda aftur til, og arbeiðsplássið hevði boðað frá, at arbeiðið bíðaði eftir honum.
Bólturin hjá manninum fór á rull leygarkvøldið 5. mai.
Hann hevði fyrst sitið heima og drukkið. Foreldrini vóru ikki heima.
Síðan fór hann í føðingardag og drakk meira,
Hann fór heim aftur, sparkaði hurðina inn á skrivstovuna hjá pápanum inn, tók byrsuna hjá pápanum og setti seg í bil sín.
Síðan koyrdi hann suður eftir oynni.
Hann mintist ikki so væl, hvat var hent, men hann hómaði, at hann hevði skotið nøkur skot við byrsuni upp í luftina.
Ringdi sjálvur til politiið
Sjálvur ringdi hann nakrar ferðir til politiið, sum tí ætlaði sær til Vágs.
Men komnir til Hovs, møttu teir honum, tí hann vendi við.
Politiið elti mannin í bilinum á veg norðureftir, men politistarnir hildu seg nakað frá honum.
Komin til Øravíkar, koyrdi hann inn til Gistingarhúsið, tók byrsuna, skeyt hurðina upp og fór inn.
Inni fann hann eina dós við svávulpinnum og festi í ymsa staðni í fimm støðum í matstovuni og aðrastaðni.
Hann hevði eisini skotið út gjøgnum vindeyga móti einum politibili.
Hvørki í grundlógarhoyrinum ella á rættarfundinum fríggjadagin mintist maðurin, hví hann hevði gjørt alt hetta. Hann var eisini so dýrandi fullur. Tá ið blóðroynd varð tikin av manninum nakrar tímar seinni, vísti royndin 1,45 promillu.
Politiið tordi ikki at fara inn á gistingarhúsið at steðga manninum, tí hann var vápnaður.
Meðan alt hetta hendi, komu gentan hjá manninum og foreldrini á staðið í bili. Politiið noktaði teimum at fara nærri, og politistarnir noktaðu eisini pápanum at fara yvir til bilinum hjá manninum og taka lyklarnar úr.
Maðurin var komin út og hevði skotið nøkur skot aftrat av.
Koyrdi á felguni
Síðan setti hann seg í bilin og koyrdi víðari móti Tvøroyri. Tá visti politiið ikki, at hann hevði lagt byrsuna frá sær inni á gistingarhúsinum, og tí tordu teir ikki at taka hann.
Politiið royndi tó at steðga manninum við at seta ein bil tvørtur um vegin, men hann rendi á bilin, sum fluttist eitt petti, og koyrdi víðari.
Á ferðini datt eitt hjól av bilinum, men hann koyrdi víðari. Ikki fyrr enn hann skuldi koyra nian gjøgnum brekkuna frá bryggjuni, steðgaði bilurin.
Ein politistur fór tá yvir til bilin, læt hurðina upp, og maðurin sat púra róligur.
- Hann var sum ein sekkur av eplum, segði politisturin, sum tók hann.
Politisturin tók mannin út, legði hann niður og setti hondjørn á hann.
Tað einasta, sum maðurin segði, var at hann spurdi, hvar hann var.
Maðurin greiddi frá, at hann mintist bara, at hann hevði sett seg í bilin aftur, og tað næsta, hann mintist, var tá hann lá niðri.
Tá gekk upp fyri honum, at okkurt var heilt galið.
Slerdi klikk
Politistarnir, sum vitnaðu, yvirdramatiseraðu ikki hendingina. Annar politisturin var vinmaður hvalbingin, og tá hesin var liðugur at vitna, fór hann yvir til mannin og tók í hondina á honum.
Bæði verji, ákæri og dómari brúktu vendingina, at tað hevði sligið klikk hjá manninum hesa náttina. Meðan hann hevur sitið í varðhaldinum, er hann mentalkannaður, og har var einki galið.
Nevnt varð eisini, at bæði starvsfólk og fangar í Mjørkadali bara høvdu gott at bera manninum.
Dómarin brúkti ikki langa tíð um at fella dómin.
Maðurin varð dømdur hálvt annað ára fongsulsrevsing, men dómarin valdi at gera restina av dóminum treytaða. Teir fimm mánaðirnir, hann hevur sitið í varðhaldinum, vórðu drignir frá.
Hann skal í viðgerð fyri rúsdrekkamisnýtslu og somuleiðis skal hann hava samtalur við sálarfrøðing. Alt undir leiðslu av Kriminalforsorgini. Royndartíðin varð sett til tvey ár.
Hann varð dømdur fyri eldáseting, fyri at hava skotið og skotið móti politibilinum, fyri skaðarnar, hann gjørdi og fyri at hava koyrt fullur.
Maðurin misti koyrikortið í hálvt fjórða ár frá 6. mai at rokna.
Nógv at gjalda
Hann skal gjalda góðar 22.000 krónur fyri skadda politibilin og sakarmálsútreiðslurnar.
Gistingarhúsið í Øravík hevur kravt mannin eftir trimum milliónum krónum, men tann spurningurin verður viðgjørdur í einum sivilum sakarmáli seinni.
Maðurin tók við dóminum.
- Tá ið dómarin segði, at fá nú av, var hann fríur at fara, men at hetta ikki mátti endurtaka seg, fóru kenslurnar avstað við manninum.
Og tað gjørdu tær eisini hjá teimum, sum møttu vóru at stuðla hann.