Tað snýr seg um at vera bæði kaldur og uppsettur

Landsliðsvenjarin heldur tað vera óðamannaverk, um føroyingarnir seinnapartin í dag fara á vøllin á Kypros við tí hugburðinum, at teir eru stórfavorittar

LANDSDYSTUR

Tíðliga seinnapartin í dag fer føroyska fótbóltslandsliðið aftur í eldin niðri á Kypros. Talan er um 80. altjóða skrásetta landsdystin og mótstøðuliðið er eitt av teimum, sum føroyingar hava vunnið á í seinsta dystinum, sum liðini hava spælt ímóti hvørjum øðrum.
Jógvan Martin Olsen, sum hevur ábyrgdina, nú landsliðið er á venjingarlegu, var við í Liktinstein fyri knøppum tveimum árum síðani. Tá var hann hjálparvenjarin hjá Allani Simonsen. Jógvan Martin heldur, at royndirnar frá tí ferðini eiga at fáa føroyingarnar at taka uppgávuna í dag í stórum álvara!
? Vit vunnu 1-0. Men eg minnist væl, hvussu spælið myndaðist. Í verjuni manglaðu onkrir av føstu monnunum, men í álopspartinum vóru allir tøkir. Kortini høvdu vit í 1. hálvleiki stórar trupulleikar. Liktinstein hevði einar tríggjar stórar møguleikar, og tað var bara tí, at Jens Martin Knudsen fleiri ferðir hevði meistarligar bjargingar, at vit hildu tætt. Síðsta hálva tíman høvdu vit meiri orku, vit høvdu fleiri møguleikar, og vit skoraðu sigursmálið.

Spælstýringin
Bæði Føroyar og Liktinstein kenna væl leiklutin at vera trýst og kroyst í 90 minuttir. Í dag verður tað øðrvísi, og so er spurningurin, hvussu tað fer at eydnast at mynda framrættaða spælið. Á altjóða styrkislistanum eru Føroyar hægri, enn Liktinstein er. Men venjarin vil ikki hava, at hansara menn eru ov fokuseraðir á álopið:
? Stóra avbjóðingin verður at fáa spælararnar at vera so uppsettar, sum teir vóru sunnukvøldið. Teir eru ikki í fullgóðari venjing enn, og tað sigur seg sjávlt, at tað kostaði nógv ? bæði kropsliga og sinniliga ? at spæla ímóti Póllandi. Takið er at fáa sannført spælararnar um, at tað krevst sami hugburður og sama stríð í dag sum sunnukvøldið, um vit skulu vinna á Liktinstein.
Ætlar tú at geva spælarunum leysari teymar í álopsspælinum?
? Í útgangsstøðuni skulu vit spæla akkurát, sum vit gjørdu sunnukvøldið. Vit skulu hava tol, vit skulu ansa økjum, og vit skulu vera klárir, tá álopsmøguleikarnir vísa seg. Hóast Pólland hevði bóltin meiri enn vit, so megnaðu teir ikki at leggja so ógvusligt trýst á okkara verju. Síðuspælararnir hjá okkum vóru týdningarmiklir ímóti Póllandi, og aftur ímóti Liktinstein fara Jákup á Borg og Heðin á Lakjuni at vera lyklaspælarar í framrættaða partinum, staðfestir venjarin.

Eru á heimavølli
Dysturin ímóti Póllandi varð spældur í Limasol. Í dag verður spælt í Paplos. Føroyingarnir búgva dygst uttanfyri býin, og teir skulu spæla á vøllinum, sum teir hava havt allar venjingarnar á, síðani teir komu niður á Kypros. Tískil kunnu vit siga, at talan er um eitt slag av heimavølli hjá føroyska liðnum.
Í fyrradagin vandu føroyingarnir bara klokkan ellivu fyrrapartin. Teir hvíldu seg og vóru í býnum og keyptu seinnapartin. Í gjár vandu teir klokkan ellivu og ætlanin var at venja aftur klokkan fimm.
? Umstøðurnar á gistingarhúsinum eru sera góðar, og tá vit støðugt hava venjingarvøllin tøkan, kunnu vit ikki siga annað, enn at fyritreytirnar hava verið góðar at fyrireika okkum til dystin ómóti Liktinstein. Nú ræður um, at spælararnir eru kaldir og ikki leypa framav, og at teir leggja alla orku í, sigur Jógvan Martin Olsen.