við Sosialin, at fremsta endamálið í nýggja árinum verður at fáa felagið at koyra so væl sum gjørligt, bæði í ungdóms- og í vaksnamannadeildunum. ? Á aðalfundinum varð eisini avgjørt at velja tríggjar [...] spyrja hann, hvat málið hjá B36 er í ár, svarar hann, at tað er at vera millum tey bestu liðini. ? Tað er altíð torført at siga, hvussu tað fer at ganga, tí sum oftast eru tað marginalarnir sum avgera [...] fólkinum vit hava, skuldu vit verið væl fyri, sigur Kristian á Neystabø at enda. B36 bleiv sum nevnt føroyameistari í 1997, men megnaði ikki at verja heitið í fjør, tá liðið endaði á triðja plássi, aftanfyri hini
strangar, vórðu styttar við dansi til tess at standa ímóti kulda. Og menn tóku saman í ring á kirkjuferðum fyri at orna, loysa liðir og mýkja vøddar fyri at verða tess betur fyri til heimagonguna. Øll [...] vælkomin Á jú, sanniliga hevur dansurin verið okkum at gagni, og hevur eisini stytt okkum manga løtuna. Tað er vón Varðans, at nógv fólk kemur til bygdar at dansa, og øll eru vælkomin. Dansað verður í Byg [...] gamlari tíð hevur verið vitjað bygdanna millum um jólini og úteftir at dansa. Hesin siður fór sum so mangir aðrir í søguna, okkurt er kanska at gleðast um, meðan saknur kenst í øðrum. Og dansurin hevur verið
verið Líggjas Høgnesen, ið sjálvur hevur royndir innan altjóða flogbólt. Hann sigur, at dreingirnir eru væl heilt fyri, og at teir eru eitt av teimum bestu liðunum, ið Fleyr nakrantíð hevur havt. Leikarnir [...] luttóku í kappingini. Tað eydnaðist føroyingum at fáa eitt sjeynda pláss. Hettar megnaravrikið gav teimum blóð á tonnina. Tá ið teir so fingu tilboð um at luttaka í DM, gekk ikki long tíð áðrenn teir tóku [...] Kappingin Kappingin er soleiðis skipað, at leikt verður frá fríggjadegnum 20. mars til sunnudagin 22. mars. Hóast kappingin ikki er løgd enn, so veit Fleyr, at dreingirnir skulu spæla leygardagin 21. mars
. Tað var væntað, at Fram fór at vinna dystin móti ÍFb á Kambsdali leygardagin, og so varð. Men at tað skuldi verða so stórur munur, var ikki væntandi. Fram gjørdi ikki mætari enn at teir ruddiliga vundu [...] eisini til søguna um dystin, at ÍFb bert hevði seks mans til dystin. ÌF hevur tað ótakksomu støðu at hava tvey lið í meistaradeildini hjá monnum, og tað gevur trupulleikar at skula manna tvey lið heldur [...] 15-1, eftir bert 12 minuttum. Í øðrum settið gjørdi ÍFb eina lítla roynd at fylgja Fram, men tað hjálpti so sera lítið. Teir megnaðu at fylgja Fram upp til 3-3, tá teir máttu sleppa takinum. Hiðani frá var
Tað kennist gott at vera javnaðarfólk, tá Norðurlond verða nevnd heimsins bestu samfeløg. Tí vit vita, at hetta er ikki av tilvild. Einasta orsøk til hetta er, at sosialdemokratarnir so at siga hava rátt [...] er tó ringastur at skilja: Loysing her og nú og vertin á, hvussu vit húsast eftir loysingina. Hetta er ábyrgdarloysi við lít. Vit eta okkum ikki mett av tjóðskaparkenslum og trampi. At taka loysing og [...] betala, er olmussustøða. Og at renna undan rokningini er eitt ómoralskt og óføroyskt fyribrigdi, ið bert spekulantarnir hava troystað sær. Tað byggir onki land. Umframt at hetta er eitt politiskt val,
skaddur seinastu tíðina. Tað vísti seg ikki at verða skilagott, og tað hevði eisini við sær, at í hálvleikinum var Goldbæk tikin út. ? Tað var upp til Goldbæk at fáa so nógv burtur úr sum gjørligt, men hann [...] gott av, at teir hava vunnið nógvar dystir her í vár, og tí er sjálvsálitið í topp, segði Kent Karlsson. ? Vit komu sera illa frá byrjan, og fyrsta málið oyðilegði nógv fyri okkum. Vit klára tó at koma inn [...] aftur tá eru vit óhepnir, ella tit kunnu siga, at vit eru ikki nóg neyvir og kaldir, tá vit hava møguleikan. Goldbæk skaddur FCK-venjarin hevði valt, at lata landsliðsspælaran Bjarne Goldbæk byrja á vøllinum
og sambært teimum fer sangleikurin eisini at hugtaka føroyingar. Tað er í sambandi við, at Hjørring Seminarium hevur 40 ár á baki, at fólk hava tikið stig til at framføra ein sangleik um kendu Barbaru hjá [...] heilt annar enn í bókini. Fyriskipararnir siga kortini, at sangleikurin er so føroyskur, at teir vóna, at tónleikarar og sjónleikarar í Føroyum fara at taka hann til sín og týða hann til føroyskt. ? Hann kundi [...] talinum av ferðafólki, sigur Erik Fey, fyriskipari. Tiltøk Tey 80 fólkini, sum eru knýtt at sangleikinum fáa úr at gera á ferðini í Føroyum. Skráin, ið er løgd fyri túrin, er fullsett við útferðum, tiltøkum
úr hondum, um støðuna í Føroyum. Sagt varð, at her fór at enda gali. Men frá føroyskari síðu, varð ikki lurtað eftir ávaringunum. Tvørturímóti varð sagt, at nevndin ikki skilti føroysk viðurskifti. Vit [...] skuldina - øll uttan føroyingar. Tað at vit keyptu fyri meira, enn vit høvdu ráð til, var ikki okkara skuld. Blokkstuðulin økti um okkara kreditvirði, og hetta »lokkaði« okkum at læna pengar - tað vóru ikki vit [...] innihaldið í) so verður alt nógv betri. Sleppa vit av við blokkstuðulin, so fer eingin aftur at lokka okkum at læna pening, og so verður alt nógv betri. Ein annar møguleiki Men umframt omanfyrinevndu møguligu
sleppa pensjonistarnir fyri hálvan prís, sigur Jákup Olsen og hann leggur afturat, at hann vónar at fleiri fólk fara at koma til sjónleikin. ? Brim og brúdleyp er ein sjónleikur av tí góða gamla slagnum [...] Um tað er tí at tað eru ov nógv tiltøk í høvuðsstaðnum í løtuni er ikki greitt, men tað hava verið ógvuliga fáir áhoyrarar til leikin »Brim og brúdleyp«. Jákup Olsen sigur, at tað bert hava verið millum [...] teir kallaðir fram aftur tríggjar ferðir. Pensjonistar hálvan prís Fyri at økja um áhugan fyri leikinum fer Sjónleikarahúsið at geva pensjonistum avsláttur í prísinum. ? Til sýningarnar sum verða framyvir
nógv um at seta okkurt á stovn í heimbygdini, og nú er so hesin dreymur so gingin út. ? Sum er koma eini 3000 tons av feskum fiski uppá land í Sørvági, og eg vóni, at Landingarmiðstøðin kemur at avgreiða [...] vit ikki gloyma, at atløgubryggjan er ein av teim bestu í landinum, hvar menn kunna leggja sín bát ekkaleysir. ? Og tá vit nú bjóða okkum fram er tað tí vit fara at leggja okkum eftir at hagreiða fiskin [...] Upprunaliga var ætlanin hjá Vinjardi Joensen bara at taka móti fiski og senda hann víðari til Fiskamarknaðin á Toftum, men nú er hetta broytt til, at Landingarmiðstøðin í samstarvi við Fiskamarknaðin,