Tað, sum ikki kann skrivast uppá nakkan á dønum, fær heimastýrislógin skuldina fyri. Karmarnir í henni vóru alt ov trongir, og tí?
Øll hava skuldina - øll uttan føroyingar.
Tað at vit keyptu fyri meira, enn vit høvdu ráð til, var ikki okkara skuld. Blokkstuðulin økti um okkara kreditvirði, og hetta »lokkaði« okkum at læna pengar - tað vóru ikki vit?
Grundað á hesar »sannroyndir«, er lætt at finna loysnir á landsins trupulleikum. Um vit bara sleppa av við heimastýrislógina og í hennara stað fáa eina ella aðra lóg - grundlóg ella sjálvstýrislóg (sum eingin enn kennir innihaldið í) so verður alt nógv betri.
Sleppa vit av við blokkstuðulin, so fer eingin aftur at lokka okkum at læna pening, og so verður alt nógv betri.
Ein annar møguleiki
Men umframt omanfyrinevndu møguligu orsøkir til kreppuna í Føroyum, finnist eisini ein annar møguleiki, sum alt ov sjálvdan verður nevndur. Hesin kallast føroyskt dugnaloysi.
Tað eru hóast alt føroyingar, ið sjálvir seta tølini á løgtingsfíggjarlógina. Tað eru føroyingar, ið stýra skatta- og avgjaldspolitikkinum í Føroyum. Tað eru eisini føroyingar, ið gera millumtjóða handils- og fiskivinnuavtalur. Almannaveitingar, heilsumál, skúlamál og mangt annað verður eisini stýrt av føroyingum.
Vit kunnu sostatt hvørki geva dønum ella heimastýrislógini alla skuldina fyri kreppuna í Føroyum. Vit mugu heldur ikki trúgva, at kreppan hvørvur saman við heimastýrislógini.
Ráðgevandi nevndin
Í mong ár hevur danska forsætismálaráðið sent eina sokallaða ráðgevandi nevnd til Føroyar, fyri at fylgja við í føroyska búskapinum.
Henda nevnd lat manga álvarsama ávaring úr hondum, um støðuna í Føroyum. Sagt varð, at her fór at enda gali. Men frá føroyskari síðu, varð ikki lurtað eftir ávaringunum. Tvørturímóti varð sagt, at nevndin ikki skilti føroysk viðurskifti.
Vit kunnu ikki bara vaska hendur í dag og siga, at onnur hava skuldina. Vit høvdu góð stýringsamboð og vóru ofta ávaraði um gongdina. Nakað annað er so tað, at ein lóg er ongantíð betri, enn tað sum hann ella hon, ið umsita lógina, gera hana til.
Jóhan Petur Johannesen
valevni Sambandsfloksins í Suðurstreymoy










