Formaðurin í B36 eitur nú aftur Kristian á Neystabø

Fótbóltur: Formansskifti hevur verið í B36, og formaður er nú aftur Kristian á Neystabø, sum sat í tíggju ár fram til 1997

Hóskvøldið hevði fótbóltsfelagið B36 aðalfund. Eini 50 fólk vóru á fundinum, og tað mest áhugaverda sum hendi var, at felagið fekk nýggjan formann. Tað er Kristian á Neystabø, sum ikki er nýggjur í yrkinum.

Hann var eisini formaður í felagnum fram til heystið 1997, tá B36 bleiv føroyameistari hjá monnum. Tá hevði hann verið formaður í tíggju ár, og eftir tað legði hann frá sær, og Sjúrður Horsdal tók við sum formaður.

Núverandi nevndin í B36 sær soleiðis út: Kristian á Neystabø, formaður, Kjartan Mohr, kassameistari, og Sjúrður Horsdal, skrivari. Úr nevndini er farin Per Hansen.

Kristian á Neystabø sigur við Sosialin, at fremsta endamálið í nýggja árinum verður at fáa felagið at koyra so væl sum gjørligt, bæði í ungdóms- og í vaksnamannadeildunum.

? Á aðalfundinum varð eisini avgjørt at velja tríggjar eykalimir, sum so eisini skulu dragast inn í nevndararbeiðið. Hesir eru Jón Johansen, Malan Justinussen og Palli á Dul, sigur Kristian á Neystabø.

Nýggi B36-formaðurin sigur annars, at venjingin hjá 1. mansliði byrjar aftur í næstu viku, tá venjarin Tomislav Sivic kemur aftur úr heimlandinum Jugoslavia.

? Hópurin er lítið broyttur frá í fjør, og vit eru væl fyri við fólki, sigur Kristian á Neystabø, og tá vit spyrja hann, hvat málið hjá B36 er í ár, svarar hann, at tað er at vera millum tey bestu liðini.

? Tað er altíð torført at siga, hvussu tað fer at ganga, tí sum oftast eru tað marginalarnir sum avgera tað, og árið í ár verður neyvan nakað undantak í so máta. Men við fólkinum vit hava, skuldu vit verið væl fyri, sigur Kristian á Neystabø at enda.

B36 bleiv sum nevnt føroyameistari í 1997, men megnaði ikki at verja heitið í fjør, tá liðið endaði á triðja plássi, aftanfyri hini bæði stóru feløgini HB og KÍ.

Seinastu árini hevur gingið betur hjá kvinnunum enn hjá monnunum, og B36 vann eisini bestu kvinnudeildina í 1998.