Fram bankaði ÍFb

Flogbóltur, menn: Tað tók ikki meira enn 39 minuttir so hevði Fram vundið burtur úr ÍFb

Fram hevur havt tvey strævin vikuskifti í seinastuni.

Eitt vikuskifti spældu teir ímóti Fleyr og ÍFa, dag um dag, og farna vikuskifti var sama skil, tá spældu teir ímóti ÍFb leygardagin og síðani toppdystin móti Mjølni sunnudagin.

Tað var væntað, at Fram fór at vinna dystin móti ÍFb á Kambsdali leygardagin, og so varð.

Men at tað skuldi verða so stórur munur, var ikki væntandi.

Fram gjørdi ikki mætari enn at teir ruddiliga vundu burturúr ÍFb.

Fyrsta sett vann Fram so greitt sum 15-1, eftir bert 12 minuttum.

Í øðrum settið gjørdi ÍFb eina lítla roynd at fylgja Fram, men tað hjálpti so sera lítið.

Teir megnaðu at fylgja Fram upp til 3-3, tá teir máttu sleppa takinum.

Hiðani frá var tað Fram, sum settið dagsordan í dystinum, og tá teir høvdu spælt í 16 minuttir var settið liðugt og tað endaði 15-7 til Fram.

Triðja sett var sum tað fyrsta, bara enn styttri.

Fram vann triðja sett 15-1, og tað tók bert 11 minuttir at spæla.

So í alt vardi dysturin í 39 minuttir, og tá settini vórðu løgd saman, hevði Fram vunnið 45 stig, meðan ÍFb hevði vunnið 9.

So her var rætt og slætt talan um ein avsmurning, so tað stóð eftir.

Fyri Fram var tað ein lætti.

Teir skuldu jú fyrireika seg til dystin sunnudagin ímóti Mjølni, og tí vóru teir sera fegnir um ein so lættan dyst.

Tað hoyrir eisini til søguna um dystin, at ÍFb bert hevði seks mans til dystin.

ÌF hevur tað ótakksomu støðu at hava tvey lið í meistaradeildini hjá monnum, og tað gevur trupulleikar at skula manna tvey lið heldur enn eitt.

Tað sigur seg sjálvt, at tað gongur út yvir styrkina hjá báðum liðunum, at tað eru tvey lið í meistaradeildini.

Kappingin um plássini er ov lítil, og tað er ikki nøktandi í bestu flogbóltsdeildini hjá monnum.

Ikki tí ­ ÍFb hevur klára seg rímiliga væl í ár við onkrum góðum sigrum í landskappingini, og í NS-Cup-kappingini í Klaksvík spældu teir seg í finaluna.