Fólkatingsvalið

Vit í okkara flokki eru av tí áskoðan, at ein og hvør politiskur sessur er best røktur av einum javnaðarfólki.

Tað kennist gott at vera javnaðarfólk, tá Norðurlond verða nevnd heimsins bestu samfeløg. Tí vit vita, at hetta er ikki av tilvild. Einasta orsøk til hetta er, at sosialdemokratarnir so at siga hava rátt einsamallir tey seinastu sjeyti árini. Ella vit kunnu siga, at vælferðin er stór, tí teir borgarligu lítla og onga ávirkan hava havt á samfelagsgongdina.

Í Suðureuropa og suðuramerika hava teir borgarligu altíð verið sterkir, og neyðin er eisini eyðsýnlig. Her er sjón fyri søgn.

Annars er ymiskt, sum flokkarnir prioritera. Okkara politikkur í mun til hinar er skjótur at greina: Javnaðar-flokkurin vil eitt solidariskt samfelag, har øll lyfta í felag við sosialum rættvísi og líka møguleikum fyri øll. Júst eitt samfelag sum okkara brøðraflokkar hava skapt í hinum Norðurlondunum.

Borgarligu flokkarnir, t.v.s. allir hinir flokkarnir, byggja sín politikk á sjálvsókni og egoismu. Eitt samfelag, har jungulógin er sett í system av borgarligum politikarum.

Hvat ríkisfelagsskapi viðvíkur, so er okkara støða eisini heilt greið. Vit meina, at hvørki samband ella loysing er avgerandi fyri borgaranna vælferð. Javnaðarflokkurin vil fyrst vælferð og trygd fyri allar samfelagsbólkar, og síðan ynskja vit eina sjálvstýrislóg, sum ger púra greitt hvat vit hava ábyrgd av, og hvat vit skulu taka ábyrgd av, so hvørt sum ráðini verða.

Fólkaflokkurin vil sjálvstýri og annars vælferð fyri teimum vælbjargaðu. Sambandsflokkurin vil fyrst ein óbroyttan, fastan ríkisfelagsskap og síðani vælferð. Tjóðveldisfloksins boðskapur er tó ringastur at skilja: Loysing her og nú og vertin á, hvussu vit húsast eftir loysingina. Hetta er ábyrgdarloysi við lít. Vit eta okkum ikki mett av tjóðskaparkenslum og trampi. At taka loysing og lata danir betala, er olmussustøða. Og at renna undan rokningini er eitt ómoralskt og óføroyskt fyribrigdi, ið bert spekulantarnir hava troystað sær. Tað byggir onki land.

Umframt at hetta er eitt politiskt val, so er hetta eisini eitt val um persónar. Latið okkum velja persónar, sum vit óskammað kunnu senda til Danmarkar at umboða okkum. Tí er hetta eisini eitt val um tign og sóma.

Gott val.


            Dan Petersen,

         Fuglafjørður