Barbara sum sangleikur

? Tónleikurin í sangleikinum er í tráð við skaldsøguna hjá Jørgen-Frantz, men endin er ein heilt annar enn í bókini, siga fyriskipararnir.

Í gjár komu 80 danir til Føroya at framføra sangleikin Barbara, sum byggir á klassisku skaldsøguna eftir Jørgen-Frantz Jacobsen. Sangleikurin hevur fingið nógva og góða umrøðu í Danmark og leikarabólkurin hevur spælt fyri fullsettum húsi í eina viku. Á frumsýningini í Danmark vóru føroyskir útisetar bodnir við, og sambært teimum fer sangleikurin eisini at hugtaka føroyingar.

Tað er í sambandi við, at Hjørring Seminarium hevur 40 ár á baki, at fólk hava tikið stig til at framføra ein sangleik um kendu Barbaru hjá Jørgen-Frantz. Longu fyri fýra árum síðani fekk seminariið hugskotið og seinnu árini hevur verið arbeitt miðvíst við ætlanini. Úrslitið er ein stórfingin sangleikur við tónleiki eftir Jens Olesen, tónaskald, og teksti eftir Jens Henneberg, lektara, sum ógvuliga nágreiniliga rakar andan og tónan í skaldsøguni hjá Jørgen-Frantz. Tónleikurin er í tráð við skaldsøguna, men endin er ein heilt annar enn í bókini. Fyriskipararnir siga kortini, at sangleikurin er so føroyskur, at teir vóna, at tónleikarar og sjónleikarar í Føroyum fara at taka hann til sín og týða hann til føroyskt.

? Hann kundi verðið ein klassikari í Føroyum við sýningunum í summarmánaðunum fyri tí støðugt vaksandi talinum av ferðafólki, sigur Erik Fey, fyriskipari.


Tiltøk

Tey 80 fólkini, sum eru knýtt at sangleikinum fáa úr at gera á ferðini í Føroyum. Skráin, ið er løgd fyri túrin, er fullsett við útferðum, tiltøkum og øðrum áhugaverdum. Nógv verður gjørt burtur úr og eitt danskt sjónvarpslið er við í ferðini. Tað skal gera tilfar til danskt sjónvarp, umframt um ferðina hjá leikarabólkinum og útferðirnar, ið verða gjørdar kring landið. Eisini verða sjónvarpsupptøkur gjørdar av føroyska listamanninum, Bárði Jákupssyni, sum hevur gjørt eina litografi við heitinum Barbara.

Leygardagin fara Jens Henneberg og Jens Olsen, sum hava skrivað og gjørt tónleikin til sangleikin saman við øðrum luttakarum at vitja grøvina hjá Jørgen-Frantz Jacobsen og leggja blómur í minni um eina stóran rithøvund sum hevur givið hesum báðum íblástur.

Tríggjar almennar sýningar vera av sangleikinum umframt nakrar á ymsum skúlum. Almennu sýningarnar verða í Læraraskúlahøllini 21., 22. og 23. mai.