Um tað er tí at tað eru ov nógv tiltøk í høvuðsstaðnum í løtuni er ikki greitt, men tað hava verið ógvuliga fáir áhoyrarar til leikin »Brim og brúdleyp«.
Jákup Olsen sigur, at tað bert hava verið millum 30 og 40 fólk til hvørja sýning. Tá er frumsýningin undantikin.
? Men sum mítt eyga sær tað, so hava tey hugna sær sera væl. Tá leikurin er liðugur verða leikararnir kallaðir fram aftur á pallin ferð eftir ferð. Til seinastu sýning vórðu teir kallaðir fram aftur tríggjar ferðir.
Pensjonistar
hálvan prís
Fyri at økja um áhugan fyri leikinum fer Sjónleikarahúsið at geva pensjonistum avsláttur í prísinum.
? Til sýningarnar sum verða framyvir sleppa pensjonistarnir fyri hálvan prís, sigur Jákup Olsen og hann leggur afturat, at hann vónar at fleiri fólk fara at koma til sjónleikin.
? Brim og brúdleyp er ein sjónleikur av tí góða gamla slagnum. Ein rættiligur skemtileikur. Leikararnir er óførir og nú eru barnasjúkurnar farnar aftur um, sigur Jákup.
? Sera
skemtiligur leikur
Sosialurin hevur tosað við ein áhoyrara, sum var til leikin seinasta vikuskifti.
Hesin áhoyrarin sigur, at leikurin var sera væl framførdur og sera skemtiligur.
? Serliga spældi Birita Krossteig framúr væl. Hon hevur ein torføran leiklut við nógvum replikkum og hon tosaði alla tíðina. Men hon dugdi heilt ótrúliga væl.
? Hon er dominerandi í familjuni og hon undirtrykkir mannin væl og virðiliga, sigur hesin áhoyrarin sum heldur, at tað er spell at ikki fleiri fólk hava sæð leikin.
Nakrar
sýningar afturat
Hvussu ofta leikurin verður framførdur afturat er Jákup Olsen, leikstjóri ikki greiður yvir í verandi løtu.
? Tað verða undir øllum umstøðum tríggjar sýningar afturat. Síðan mugu vit síggja um áhugin er batnaður.
Hann dylir ikki fyri, at hann er skuffaður av at ikki fleiri vilja síggja leikin, tí í gomlum søgum tá slíkir leikir vóru á palli, vóru leikhúsini fylt til síðsta sess í fleiri vikur.









