Tróndur, sum ikki heldur, at ein kann neyvt endurgeva, kopiera, náttúruna, men heldur eigur at royna at fáa okkurt listarligt burturúr. Og tað er júst hetta, ið Tróndur tekst við. At fáa list úr náttúruni [...] Júst glasið metir Tróndur vera gott at arbeiða við og metir seg her hava funnið sín rætta miðil. Ein vansi er tó, at glas er dýrt og at hann tí ikki kann loyva sær at arbeiða og gera royndir við tí, sum [...] honum lystir. - Eg má hava uppgávur, tí hetta er kostnaðarmikið at fást við. Fái eg kki uppgávurnar í Føroyum, so má eg kanska uttanlands at arbeiða, sigur Tróndur Patursson, meðan vit standa uttanfyri Gøtu
sigur, at royndir vísa, at tað tekur frá einum til nógvar mánaðir. Deildin leggur dent á at sjúklingarnir ikki verða doyndir við heilivági. Hetta er ein etiskur spurningur, sum tey seta sær fyri at halda [...] á myndini Torført at útskriva sjúklingarnir ? Kunnu sjúklingarnir gerast so byrgir aftur, at teir kunnu fara heimaftur? ? Við røkt og viðgerð kunnu vit bøta um sjúkuna soleiðis, at fólk kunnu fara heimaftur [...] Tað er ikki løtuverk at veita senil dementum sjúklingum viðgerð, men royndirnar vísa, at væl kann bøtast um brekið, um sjúklingarnir fáa røttu viðgerð og røkt. Tað sigur Vilgerð Astridardóttir, yvirsj
er tað alla æru vert, at menn fáa sær hetta frálíka agn. Fyrr var tað vanligt at seta goggulínu, og var hon ikki til ampa fyri nakran, men hesa seinastu tíðina eru menn farnir at nýta glúpar, sum vera [...] kundu fingið sum mest burturúr. Tað átti at verið ein uppgáva hjá Vaktar- og Bjargingartænastuni at gjørt reglur fyri hvussu fram skuldi verið farið og ansað eftir at reglurnar vórðu hildnar. Um hetta ikki [...] er stórur vandi fyri at hon hongur uppií. Tískil ger henda gogguveiða óbótaligan skaða fyri teir, sum fiska eftir øðrum enn goggum. Hetta kann ikki vera rætt, tí tað er ikki loyvt at oyðileggja fiskiskapin
20 minuttir at fáa hann at borðið, so høggast kundi. Men tað spældi ikki stillisliga av. Fyrsta høggið miseydnaðist, og kalvin setti á høvdið. Men nú var bremsan á spælinum so mikið spent, at álvarsligur [...] r vandi var fyri, at tað fór at skrædna úr. Men royndur var maðurin, so hann fekk givið so mikið út, at friður aftur kom á kalvan. Aðru ferð bar til, og eitt føroyskt met var sett. Men sum vera man, varð [...] nú hendir. Og longu mánamorgunin var grein um kalvan hjá Lassa at lesa á Internetinum. So spennandi verður at síggja, hvussu nógvir fara at koma aftur komandi ár. Um teir fáa fiskiloyvi.
ðum er eisini rætt henda dag at vísa á, hvussu stóran týdning tað hevur at kunna varðveita somu rættindi og livikor í framtíðini eisini. Tað kann so ikki koma uppá tal, at tey lægstløntu í samfelagnum [...] skulu spenna lívreimina inn til tess at vit kunnu fáa meira sjálvstýri, meðan t.d. aðrir bólkar megna at halda fast um síni rættindi. Broytingar eiga at gerast í okkara ríkisrættarligum viðurskiftum. [...] geva okkum eitt betri grundarlag at kunna meta um okkara framtíðar ríkisrættarligu viðurskifti, okkara vinnuliga førleika og møguleikar. TAÐ er áhugavert at merkja sær, at millum hesar báðar merkisdagar
tí tað er júst har, at eit av hansara dóttirfeløgum, Danbor Service hevur gjørt av at leggja ta komandi oljuhavnina í Føroyum. Páll Vang, býráðsformaður, sigur, at Býráðið fer fyrst at vísa honum modellið [...] stuðulsgrunnur hjá honum hevur stuðlað, og so fær hann at síggja, havt hann hevur fingið fyri pengarnar. Bjóða arbeiðsfólki kaffi Aftaná er ætlanin at bjóða ein kaffimunn, áðrenn hann fer avstað aftur. Tað [...] mans siglt við skipum hansara í AP Møller. Og í sambandi við vitjanina, fer Tvøroyrar Býráð at geva teimum høvi at hitta arbeiðsgevara sín. Talan er bæði um tey, sum arbeiða nú, og sum hava arbeitt hjá donsku
, men teir eru nøgdir við, at manningarfeløgini góðtóku skipanina. Eisini eru teir væl nøgdir við, at hava fingið líka sáttmála við øll feløgini og Jákup Sólstein sigur, at hetta hevði ikki verið gjørt [...] milliónir í ár, so eru eini 800 túsund at spara fyri reiðaríið, sigur Jákup Sólstein. Men hann er samdur við teimum sum siga, at lítið er broytt, men hann heldur, at har er ymiskt í nýggja sáttmálanum, sum [...] ávirka tingini frameftir. Hann váttar, at størstu trupulleikarnir eru millum yvirmenn og reiðarafelagið og ikki so nógv við Fiskimannafelagið. - Men tað er nú so, at kann ein ikki seta ljósið á tær størstu
integreraðir lla samanskrivaðir í hvør í annan, er bert fyri at gera tað lættari at sláa upp og síggja hvat er galdandi, sigur Óli Jacobsen, sum sigur, at sáttmálarnir eru líka sjálvstøðugir fyri tað. [...] Fiskimannafelag, sigur, at teir eru hampuliga væl nøgdir við nýggja sáttmálan. - Broytingarnar eru ikki tær heilt stóru. Tíðin umborð er stytt frá maksimal 5 til 4 mánaðar. Hetta kemur at hava størstan týdning [...] ávirkanin lítil, sigur Óli Jacobsen, sum nevnir, at hetta við prosentum er nakað, sum varð avtalað fyri tveimum árum síðani. ÓLi Jacobsen metir broytingarnar at verða meira í prinsippinum, enn í realitetinum
við Sosialin, at fremsta endamálið í nýggja árinum verður at fáa felagið at koyra so væl sum gjørligt, bæði í ungdóms- og í vaksnamannadeildunum. ? Á aðalfundinum varð eisini avgjørt at velja tríggjar [...] spyrja hann, hvat málið hjá B36 er í ár, svarar hann, at tað er at vera millum tey bestu liðini. ? Tað er altíð torført at siga, hvussu tað fer at ganga, tí sum oftast eru tað marginalarnir sum avgera [...] fólkinum vit hava, skuldu vit verið væl fyri, sigur Kristian á Neystabø at enda. B36 bleiv sum nevnt føroyameistari í 1997, men megnaði ikki at verja heitið í fjør, tá liðið endaði á triðja plássi, aftanfyri hini
strangar, vórðu styttar við dansi til tess at standa ímóti kulda. Og menn tóku saman í ring á kirkjuferðum fyri at orna, loysa liðir og mýkja vøddar fyri at verða tess betur fyri til heimagonguna. Øll [...] vælkomin Á jú, sanniliga hevur dansurin verið okkum at gagni, og hevur eisini stytt okkum manga løtuna. Tað er vón Varðans, at nógv fólk kemur til bygdar at dansa, og øll eru vælkomin. Dansað verður í Byg [...] gamlari tíð hevur verið vitjað bygdanna millum um jólini og úteftir at dansa. Hesin siður fór sum so mangir aðrir í søguna, okkurt er kanska at gleðast um, meðan saknur kenst í øðrum. Og dansurin hevur verið