Skilaleys gogguveiða

Eg hoyrdi gamlan mann siga, at fjøruagn var besta toskaagn og, eg ivist ikki í, at so man vera.

Eitt tað besta agnið var goggan, og av henni er væl til í Føroyum, og er tað alla æru vert, at menn fáa sær hetta frálíka agn.

Fyrr var tað vanligt at seta goggulínu, og var hon ikki til ampa fyri nakran, men hesa seinastu tíðina eru menn farnir at nýta glúpar, sum vera tveittir bæði her og har. Hetta er til miklan ampa fyri fiskiskapin á teimum leiðum, har goggan verður fiskað.

Verður lína sett á somu leið, sum glúparnir standa, fæst hon í flestu førum ikki aftur. Um hon ikki verður slitin av glúpunum, so er stórur vandi fyri at hon hongur uppií. Tískil ger henda gogguveiða óbótaligan skaða fyri teir, sum fiska eftir øðrum enn goggum.

Hetta kann ikki vera rætt, tí tað er ikki loyvt at oyðileggja fiskiskapin fyri aðrar veiðuhættir enn gogguveiðu.

Tað er tí av størsta týdningi, at bæði teir, sum fiska goggu og teir, sum fiska annað, kunnu fiska á somu leiðum.

Hetta kann gerast á tann hátt, at allir merkja síni flot, og seta sín reiðskap ein ávísan veg, og seta frámerki hvønn veg reiðskapurin stendur. T.d. kundi eystari endi av reiðskapinum verið merktur við stangaboyu við einum flaggi, og vestari endi verið merktur við tveimum fløggum ella eystari endi verið merktur við E og vestari endi við V sum varð skriva við stórum stavum á flotini. Um bert ein glúpur varð settur, er ikki neyðugt við nøkrum frámerki.

Um hetta varð gjørt, kundi verið sloppið frá tvídrátti, og allir partar kundu fingið sum mest burturúr.

Tað átti at verið ein uppgáva hjá Vaktar- og Bjargingartænastuni at gjørt reglur fyri hvussu fram skuldi verið farið og ansað eftir at reglurnar vórðu hildnar.

Um hetta ikki verður gjørt, er stórur vandi fyri, at bæði teir, sum fiska goggur og teir, sum fiska annan fiska verða fyri stórum missi og tapi.

Eg vóni - og fleiri við mær - at nakað verðu gjørt við henda átroðkandi spurning av avvarðandi myndugleikum, áðrenn hetta elvir til illstøðu, við stórum ampa fyri allar partar.


Frans Jacobsen