Flundran kemur eftir botninum
við sínum maga svanga.
Sær hon hesar fiskikrókar
sær fyri eygum hanga
Hvussu kalvin hevur hugsað, er ikki at vita. Men hann hevði verið betri farin, kendi hann Brókatátt.
Hann tók. Men maðurin í hinum endanum var annar fýrurin enn Jóannes Nilasson.
Hann fekk kalvan, sum vá 52 kg. Á tráðu og 0,22 mm flættaðari dorg.
Lasse Jönsson er ein av svensku stuttleikafiskarunum, sum umrøddir vórðu í blaðnum í seinastu viku. Hann fekk um vikuskiftið ein kalva, sum helst er føroyskt met á tráðu.
Neyvan man sviin kenna Jóannes Niklasson, og betri gekk honum, enn okkara gitna landsmanni,tá hann kom í hóslag við kalvan.
Tó í einum vóru teir líkir kortini. Tá høgt varð fyrstu ferð, fór krókur flatur.
Lars »Lasse« Jönsson fekk kalvan á einum nr. 10 húki, sum egndur var við seiði.
Tá kalvin hevði tikið, tók tað manninum 20 minuttir at fáa hann at borðið, so høggast kundi.
Men tað spældi ikki stillisliga av. Fyrsta høggið miseydnaðist, og kalvin setti á høvdið.
Men nú var bremsan á spælinum so mikið spent, at álvarsligur vandi var fyri, at tað fór at skrædna úr.
Men royndur var maðurin, so hann fekk givið so mikið út, at friður aftur kom á kalvan.
Aðru ferð bar til, og eitt føroyskt met var sett.
Men sum vera man, varð beinanvegin sagt frá, tá greitt var, at Lasse var fastur í einum stórdýri.
Og hinir sviarnir í ferðalagnum vóru stutt eftir allir hjástaddir, soleiðis at teir kundu fylgja við, hvussu leikur fór.
Onkur teirra tók eisini meginpartin av dystinum upp á video.
Og væl verður fylgt við, hvussu gongst svenska ferðalagnum undir Føroyum.
Felagið heima í Göteborg hevur javnan greinar á heimasíðuni, sum siga frá, hvat nú hendir.
Og longu mánamorgunin var grein um kalvan hjá Lassa at lesa á Internetinum.
So spennandi verður at síggja, hvussu nógvir fara at koma aftur komandi ár.
Um teir fáa fiskiloyvi.