Á FLAGGDEGNUM verður mint á tann týdning mál og mentan hava fyri okkara land og hvussu vit við hesum varðveita og menna okkara samleika og tjóðareyðkenni. Og henda dagin verður eisini stungið út í kortið, hvussu vit í framtíðini kunnu gerast enn meira vitandi um egnan mátt og megi og hvussu vit taka størri ábyrgd av okkum sjálvum.
ARBEIÐARADAGURIN 1. mai skal minna okkum á tann týdning og tey virði, sum arbeiðarafjøldin skapar. Hann skal minna okkum á tey sjálvsøgdu rættindi verkafólkið hevur. Men hann er so eisini vorðin til dagin, tá víst verður á skeiva og órættvísa gongd í samfelagnum. Í hesum sjálvstýris- og fullveldistíðum er eisini rætt henda dag at vísa á, hvussu stóran týdning tað hevur at kunna varðveita somu rættindi og livikor í framtíðini eisini. Tað kann so ikki koma uppá tal, at tey lægstløntu í samfelagnum skulu spenna lívreimina inn til tess at vit kunnu fáa meira sjálvstýri, meðan t.d. aðrir bólkar megna at halda fast um síni rættindi. Broytingar eiga at gerast í okkara ríkisrættarligum viðurskiftum. Vit mugu taka størri ábyrgd av okkum sjálvum og hesum samfelag. Tað stendur rimmarfast. Spurningurin er hvussu hetta skal gerast. Hetta er nakað, sum politisku flokkarnir hava ymsar meiningar um.Nú verður so bíðað eftir eini Hvítbók, ið sigst skal kunna geva okkum eitt betri grundarlag at kunna meta um okkara framtíðar ríkisrættarligu viðurskifti, okkara vinnuliga førleika og møguleikar.
TAÐ er áhugavert at merkja sær, at millum hesar báðar merkisdagar, Flaggdagin og Arbeiðaradagin, hevur verið ráðstevna í Havn um smátjóðir. Ein kann uppfata hesa ráðstevnu sum ein brúgvabyggjari millum tað, sum hesir merkisdagar standa fyri. Ein av luttakarunum, Martin Palldam segði við ÚF í gjár, at Føroyar kunnu saktans klára seg sum sjálvstøðug tjóð, men áðrenn eiga vit at gera okkum greitt, hat tað er fyri eitt samfelag, sum vit ynskja. Nú fáa vit at síggja, hvat svar Hvítbókin gevur okkum.