Væl nøgdir við nýggja sáttmálan

Í Føroya Fiskimannafelag eru teir væl nøgdir við nýggja sáttmálan, sum nú er undirskrivaður.

Reiðarafelagið og manningarfeløgini hava skrivað undir nýggjan sáttmála. Verkfall bleiv einki hesaferð, hóast Reiðarafelagið, sum segði gamla sáttmálan úr gildi, hevði umfatandi broytingaruppskot viðvíkjandi sáttmálastrukturinum.

Óli Jacobsen, formaður í Føroya Fiskimannafelag, sigur, at teir eru hampuliga væl nøgdir við nýggja sáttmálan.

- Broytingarnar eru ikki tær heilt stóru. Tíðin umborð er stytt frá maksimal 5 til 4 mánaðar. Hetta kemur at hava størstan týdning fyri rækjuskipini, sigur Óli Jacobsen.

Han heldur, at ymikst er í sáttmálanum, sum gera hann greiðari og sum útfylla ymiskt, sum hevur manglað. Hann nevnir nýggja sáttmálan fyri frystitrolarar, sum gevur nakað meir.


Prosentini

Ein broyting í nýggja sáttmálanum er, at kenda skipanin við eykapørtum nú verður avloyst av býtisskipan við prosentum, ið verða roknað út eftir nærri settum reglum í sáttmálanum.

Nýggja býtisskipanin við prosentum órógvar ikki Óla Jacobsen.

- Hetta ávirkar ikki sum er manningartalið og stórt útsving skal til, áðrenn hetta hevur ávirkan. Eisinin tá verður ávirkanin lítil, sigur Óli Jacobsen, sum nevnir, at hetta við prosentum er nakað, sum varð avtalað fyri tveimum árum síðani.

ÓLi Jacobsen metir broytingarnar at verða meira í prinsippinum, enn í realitetinum.

- Vit halda tørn og kanska fáa sáttmálan betri, enn hann var, og tað haldi eg hann er. Tíðin krevur eisini dagføringar, sigur Óli Jacobsen, sum heldur, at fyri teir flestu verður nærum eingin broyting.

- Sum heild hava vit givið eitt sindur og kanska fingið eitt sindur meira, sigur formaðurin í Føroya Fiskimannafelag um nýggja sáttmálan, sum er galdandi næstu 23 mánaðarnar.

Ein broyting er eisini, at nýggi sáttmálin vmillumReiðarafelagið og manningarfeløgini er samanskrivaður til ein sáttmála, hóast feløgini hvør í sínum lag hava sáttmála við Reiðarafelagið.

- Hetta, at teir ymsu sáttmálarnir eru integreraðir lla samanskrivaðir í hvør í annan, er bert fyri at gera tað lættari at sláa upp og síggja hvat er galdandi, sigur Óli Jacobsen, sum sigur, at sáttmálarnir eru líka sjálvstøðugir fyri tað.