Nógv jørn í eldinum

Tróndur Patursson hevur nógv jørn í eldinum. Í ár skal hann luttaka á fleiri framsýningum uttanlands, m.a. í Paris, har hann hevur sýnt áður, men verður hetta fyrsta stakframsýning hansara har og er hann sera spentur uppá hesa framsýning

Tróndur Patursson hevur nógv jørn í eldinum. Í ár skal hann luttaka á fleiri framsýningum uttanlands, m.a. í Paris, har hann hevur sýnt áður, men verður hetta fyrsta stakframsýning hansara har og er hann sera spentur uppá hesa framsýning. Harumframt eru á skránni í ár m.a. framsýningar á Det Fri og Den Gyldne, ið er listafólkafelagsskapur, ið Tróndur er limur í.

Tróndur sigur náttúruna verða sítt útgangspunkt og íblástur.


- Eisini var tað júst hetta, ið Søren Ryge vildi vísa, ein persón, ið livir við náttúruni, sigur Tróndur, sum ikki heldur, at ein kann neyvt endurgeva, kopiera, náttúruna, men heldur eigur at royna at fáa okkurt listarligt burturúr.

Og tað er júst hetta, ið Tróndur tekst við. At fáa list úr náttúruni. m.a. við litum, málingalist, tekningum og glasi.


Glas

Júst glasið metir Tróndur vera gott at arbeiða við og metir seg her hava funnið sín rætta miðil. Ein vansi er tó, at glas er dýrt og at hann tí ikki kann loyva sær at arbeiða og gera royndir við tí, sum honum lystir.

- Eg má hava uppgávur, tí hetta er kostnaðarmikið at fást við. Fái eg kki uppgávurnar í Føroyum, so má eg kanska uttanlands at arbeiða, sigur Tróndur Patursson, meðan vit standa uttanfyri Gøtu Kirkju, ið hann hevur prýtt við glasi.

Meðan vit standa uttanfyri kirkjuna og práta henda hvíta vetrardag, greiðir Tróndur frá, at honum dámar so óføra væl náttúruna slíkar vetrardagar. Tá sæst í fjøllunum rættuliga, hvussu tey eru, ein sær foyrur og áir.

- Hjá einum grafikara máttu slíkir dagar verið góðir, tí fjøllini eru júst sum grafisk trykk, greiðir Tróndur frá og hyggur ein nærri, so líkjast fjallasíðurnar mest linoliumsprentum slíkar løtur.

Jú, Tróndur hevur nógv jørn í eldinum og sjónvarpsmanningin hjá Søren Ryge er liðug, so teir skulu víðari. Úr Gøtu og vakurt prýddu kirkjuni og aftur til Kirkjubøar, har teir ætla at fáa síðstu myndirnar, áðrenn aftur skýmir.