nýggjan blaðstjóra. Blað nummar átta í ár, ið fer til prent um miðjan november, verður síðsta blaðið við Siri Sørensen sum blaðstjóra. Tað upplýsir Lena L. Mohr, stjóri í Sansum, ið eigur Kvinnu, fyri Miðlahúsinum [...] avvísir, at tað er felagið, ið ynskti nýggjan stjóra. Í løtuni verður leitað eftir einum nýggjum blaðstjóra, og vónar stjórin á Sansum, at viðkomandi kann byrja starvinum í 1. januar. - Vit eru í ferð við [...] blaðstjóra, men hava ikki tikið støðu til, um starvið verður lýst leyst. Tað hava vit aldrin gjørt fyrr, men tað kann vísa seg, at um vit gera tað, so fáa vit nakrar umsóknir, ið vit annars ikki høvdu
hetta í sambandi við, at ætlanin er ikki, at nakar føroyingur skal vera í donsku sendinevndini, ið fer á árliga fundin hjá Altjóða Hvalaveiðunevndini, IWC, sum verður í døgunum 1.-6. juli. - Júst í hesum [...] - Tað er átaluvert, at Landsstýrið ongi føroysk umboð sendir á fundin í Altjóða Hvalaveiðunevndini sunnudagin at verja føroysk áhugamál og at vera mótvekt til umhvørvisfelagsskapir, sum í hesum døgum eru [...] eru í hernað ímóti Føroyum. Tað heldur Edmund Joensen, fólkatingsmaður. - Vit eiga dugnalig embætisfólk, og tað er so sjálvsagt, at okkurt teirra verður sent á fundin, leggur hann afturat. Hann sigur hetta
samhaldsfasta. Hava teir nakað at seta í staðin? Svarið er og verður nei, tí ein pensiónsskipan, ið Óli Breckmann og Fólkaflokkurin kunnu taka undir við verður aldrin ein samhaldsføst skipan. Hevur Fólkaflokkurin [...] Uppskot Sambandsfloksins um at seta 800 milliónir afturat í Samhaldsfasta tey næstu árini er sera áhugavert. Tað mest áhugaverda er, at tað tykist nú verða ein tryggur meiriluti á Føroya Løgtingi fyri [...] sett Tjóðveldinum stólin fyri dyrnar í hesum málinum? Tað kundi sæð soleiðis út, tí sjáldan hevur argumentatiónin verið so tunn hjá formanni tjóðveldisfloksins, sum tá hann greiddi Føroya Fólki frá, at
heiminum, ?Climate Summit for Mayors?, sum var í Ráðhúsinum í Keypmannahavn, vóru síðsta dagin framløgur og pallborðsfundur við dømum og tankum um almenn/privat partaløg í sambandi við arbeiði at minkað um [...] di búskaparfrøðingarnir í heiminum, hollendski forsetin í Heimbankanum, Robert B. Zoellick, og meksikanski aðalskrivarin í OECD, Angel Gurria, greiddu frá um væntaðu gongdina í býarøkjum kring heimin næstu [...] Gurria vísti á, at mett verður, at í 2030 búgva 60 prosent av øllum heimsins íbúgvum í býarøkjum, og at hetta kemur at seta stór krøv til býarstjórnirnar á umhvørvisøkinum. Neyðugt verður við umfatandi dagføring
34-30 til VÍF, sum altso er einsamalt oddalið í Atlantic Airways kappingini, nú fyrsta umfar í endaspælinum er farið aftur um bak. Aftur í eldin í morgin Bæði hesi liðini, sum dystaðust í Vestmanna sunnudagin [...] neyðugt hjá teimum at basa strandingum í annaðkvøld. Júst hesi bæði lið hittust í finaluni í fjør, men í ár verður altso bert pláss fyri tí eina liðnum, og hvør tað verður, er ógvuliga ilt at meta um. StÍF [...] spennandi dyst, tá ið VÍF og H71 hittust í høllini í Vestmanna sunnudagin. Hesi bæði liðini hittust eisini í seinasta dystinum í grundspælinum, og tá endaði tað við javnleiki í Hoyvíkshøllini. Nógv skotstyrki Nógv
heldur ikki verið nakað at drigið fram í umtalu av gomlum kvøðingarlag, sum tú sigur vera burturbeint uttan nærri at lýsa, hvat tað er, sum tú meinar við. At orglini í kirkjunum skulu hava havt týnandi leiklut [...] lúta fyri nýggjari sálmasangi; men tað hevði onga ávirkan á kvøðing í dansi. Um enn tað má vera at ynskja eftir, at framvegis verður yrkt í kvæðastíli, so hevði tað ikki verið ríkandi fyri okkara sangmentan [...] annan eftir í at bera fram kvæða-og vísudømi, og treystliga fullu teir í hvør við øðrum. Jú, víst kendi H.J. Højgaard til, hvussu teir kvóðu á Toftum í gomlum døgum. At hann skal hava rikið teg sum smádrong
av. Tí í Klaksvík finnist nevniliga eitt slíkt listasavn, ið sjálvt um tað ikki er so stórt, bjóðar eitt breitt úrval av listaverkum, gjørdum av føroyskum hondum. Gomul vevstova Í einum kamari í einum húsum [...] myndum hansara. Hon sigur, at samstundis, sum hann er tað listafólkið, ið hevur nógv flestar myndir hangandi í listaskála hennara, so er hann eisini tað listafólkið, ið selir flest myndir hesum sama listaskála [...] og sigur hon, at heilt fitt eisini verður keypt av málningum hansara. Trælist Tað er ikki bert vøkur og áhugaverd málningalist, ið kann skoðast í Gallerí Carolinu í Klaksvík. Eisini eru ymisk sløg av grafikki
Tað var Duel, sum vann SkúlaFM í íverksetan. Tað var úrslitið, nú SkúlaFM hevur verið í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Har løgdu skúlanæmingar kring landið fram, hvørjar verkætlanir, teir kundu hugsað sær [...] møguleikan at royna seg í Next Level kappingini í Danmark, sum er ein sama slag kapping fyri skúla ungdóm. Hendan kappingin verður 15. apríl. Men tær fáa eisini 5.000 krónur í part og nummar tvey og trý [...] sær at farið í holt við. Og tá ið avtornaði, at tað Duel – North Atlantic Skincare, ið hevði gjørt húðkrem úr endurnýttum rávørum, sum vann. Tær báðar, sum hava stovnað Duel, eru Durita Jónsdóttir & Elin
2016, sum Vágur er vertur fyri í ár 7. til 10. juli, skrivar Vágs kommuna á síni heimasíðu. Sum ein partur av festivalinum, so verður eisini skipa fyri, at føroyska regattain verður í Vági í hesum døgum [...] Í summar verður skipað fyri einum forkunnigum tiltaki í Vági, tá bátar og skip úr øllum norðurlondum seta kós móti býnum. Talan er um norðurlendsku strandamentanarstevnan Nordisk Kystkultur Festival 2016 [...] døgum, so at tað verður ein blandingur av føroyskum og norðurlendskum skipum og bátum í Vági hesar dagarnar. Harumframt fara norðurlendsku gestirnir at hava framsýningarbásar, fyrilestrar o.a. á stevnuni.
Tað skrivar Deiggj í tíðindaskrivi í kvøld Lagið verður at hoyra á Spotify Apple Music, Youtube o.ø tónleikapallum. Deiggj hava síðan 2020 arbeitt miðvíst við einari LP plátu. Nýggja LP'in kallast TÍÐ [...] Sólja Jacobsen er gestasolistur, kom út í juni í ár og hevur verið sera væl móttikið. Sangurin í Viðarlundini snýr seg um, hvussu heystið og tær broytingar sum henda hesa ársins tíð. Flytifuglarnir rýma [...] rnar eru gjørdar í Studio Block í Tórshavn, og síðan hevur bólkurin arbeitt víðari í Studio Deiggj, Bakkastudio á Tvøroyri og Studio Bunkarin, saman við Benjamin Petersen. Teknikari í Studio Block var