Kvinna skal hava nýggjan blaðstjóra

 

 

Blaðið Kvinna skal hava ein nýggjan blaðstjóra. Blað nummar átta í ár, ið fer til prent um miðjan november, verður síðsta blaðið við Siri Sørensen sum blaðstjóra. Tað upplýsir Lena L. Mohr, stjóri í Sansum, ið eigur Kvinnu, fyri Miðlahúsinum.


- Siri fer at finna sær eitt annað starv. Hon hevur verið blaðstjóri í skjótt fimm ár, og hevur altíð sæð fyri sær, at hon fór at vera í starvinum í fýra til fimm ár. Hon er eisini tann blaðstjórin, ið hevur verið longst hjá okkum, sigur Lena L. Mohr, ið samstundis eisini avvísir, at tað er felagið, ið ynskti nýggjan stjóra.


Í løtuni verður leitað eftir einum nýggjum blaðstjóra, og vónar stjórin á Sansum, at viðkomandi kann byrja starvinum í 1. januar.


- Vit eru í ferð við at leita eftir einum blaðstjóra, men hava ikki tikið støðu til, um starvið verður lýst leyst. Tað hava vit aldrin gjørt fyrr, men tað kann vísa seg, at um vit gera tað, so fáa vit nakrar umsóknir, ið vit annars ikki høvdu hugsa um. Men um vit finna røttu kvinnuna, so fara vit beint eftir henni, sigur Lena L. Mohr, ið eisini viðgongur, at tey hava onkran í huga, men at einki er endaligt enn.


Lena L. Mohr var sjálv blaðstjóri á Kvinnu í trý ár, og greiðir frá, at talan er um eitt sera krevjandi starv.


- Man skal duga rættiliga nógv ting væl. Tú skalt hava gott eyga fyri detaljum og gott innlit. Tú skalt hava skil fyri tølum, teksti og myndum. Tú skalt fylgja við hvørji rák eru uppi. Tú skalt vera kreativ sjálv og duga leiða øðrum starvsfólkum. Tú skalt vera motiverandi og hugsa um at fáa úrslit. Hetta er ein krevjandi vinna og eg skilji væl, at fólk ikki eru longri í starvinum, tí man er á alla tíðina og er blaðstjóri 24 tímar um døgnið, sigur Lena L. Mohr.


Vit hava roynt at fingið viðmerking frá Siri Sørensen til greinina, men hevur tað ikki eydnast at fingið fatur á henni.