Schwarzenegger fekk síðsta orðið

Tíðindaskriv frá Tórshavnar Kommunu
------

Samstundis sum borgarstjórarnir fundaðust, var rok millum umhvørvisaktivistar og løgreglu uttan fyri Bella-sentrið. Hetta nervaði tó ikki ráðstevnuna í Ráðhúsinum, men eisini har var trygdin í hásæti, við talsterkum løgregluliði, bumbuhundum og øðrum trygdarstarvsfólkum.

Á serligu veðurlagsráðstevnuni fyri borgarstjórar úr øllum heiminum, “Climate Summit for Mayors”, sum var í Ráðhúsinum í Keypmannahavn, og sum borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, var við í, vóru síðsta dagin framløgur og pallborðsfundur við dømum og tankum um almenn/privat partaløg í sambandi við arbeiði at minkað um útlát av veðurlagsgassum.

Tveir teir mest høgtstandandi búskaparfrøðingarnir í heiminum, hollendski forsetin í Heimbankanum, Robert B. Zoellick, og meksikanski aðalskrivarin í OECD, Angel Gurria, greiddu frá um væntaðu gongdina í býarøkjum kring heimin næstu áratíggjuni. Gurria vísti á, at mett verður, at í 2030 búgva 60 prosent av øllum heimsins íbúgvum í býarøkjum, og at hetta kemur at seta stór krøv til býarstjórnirnar á umhvørvisøkinum. Neyðugt verður við umfatandi dagføring av gomlum bygningum, privata ferðslan má í størri mun avloysast av almennari ferðslu og varandi orkukeldur mugu nýtast til el- og hitaframleiðslu.

Menningarlondini við
Forsetin í Heimsbankanum greiddi frá, at tað har verður arbeitt við serligum sløgum av CO2-fíggingarmøguleikum, til eitt nú at stimbra, at býirnar laga seg til tær komandi avbjóðingar, sum aðalskrivarin í OECD vísti á. Heimsbankin sær fyri sær, at neyðugt verður við umfatandi tiltøkum í serliga menningarlondunum, soleiðis at hesi eisini megna at vera við í heimsumfatandi arbeiðinum at minkað um árinini frá ovurupphiting.

Ein annar av røðarunum, sum kemur úr privatu vinnuni, var Richard Branson, stovnari og nevndarformaður í multinationala felagnum, Virgin Group, sum eigur bæði lágprís flogfeløg og tónleikaframleiðslufeløg, og sum nú eisini er farin inn í menningarætlanir á umhvørvisøkinum, og eisini arbeiðir við at gera tað møguligt hjá privatum at sleppa út í rúmdina. Branson byrjaði á berum í London sum 16 ára gamal, og er í dag góður fyri umleið 13 milliardir krónur og hevur 25.000 fólk í arbeiði.

Seinasti røðarin var guvernørurin í Kalifornia, Arnold Schwarzenegger, ið hevur arbeitt dúgliga fyri at fáa granskarar og vinnu á umhvørvisøkinum til Kalifornia, sum hann vil gera til umhvørvisvinarligasta stat í USA. Hann helt, at politikarar kring heimin arbeiða ov seint, og tí gjørdu teir í Kalifornia sjálvir tað, sum teir mettu skuldi til.

Tók seg sjálvan sum dømi
Boðskapurin hjá Arnold Schwarzenegger var, at tað nyttar ikki, at myndugleikar trýsta lidnar umhvørvisloysnir niður yvir høvdið á fólki. Tvørturímóti er besta trygdin fyri, at tilvitanin um umhvørvið slær ígjøgnum, at hon kemur frá grasrøtrunum og at tað gerst “hipt” at hugsa um umhvørvið. Hann brúkti lívsstílin við “bodybuilding” og “fitness” frá sínum egna ungdómi sum dømi. Tá hann sum ungur byrjaði at venja, var henda ítrótt av flestu fólkum mett sum nakað fyri serlingar. Men í dag eru slík venjingarrúm í stórt sæð hvørjum einasta gistingarhúsi, sjúkrahúsi og á nógvum arbeiðsplássum kring allan heimin. Um umhvørvistilvitan á sama hátt gerst ein lívsstílur, hevði hann góðar vónir fyri framtíðina.

Borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, fekk høvi til at heilsa upp á Arnold Schwarzenegger, beint eftir at pallborðsfundurin í Ráðhúsinum var liðugur um miðdagsleitið mikudagin.

Seinnapartin varð so hildið fram á Universitetinum í Keypmannahavn, har greitt varð frá gransking á umhvørvisøkinum. Og seinni um dagin fóru borgarstjórarnir út á altjóða ráðstevnuna í Bella-sentrinum, har teir handaðu ríksleiðarunum yvirlýsingina, sum allir borgarstjórarnir høvdu undirskrivað á Ráðhúsinum týsdagin. Í Bella-sentrinum var stórur spenningur millum samráðingarfólkini. Alt fleiri og fleiri ríkisleiðarar vóru longu komnir higar, eitt nú bretski forsætisráðharrin, Gordon Brown, og seinni um dagin skuldi kinesiski stjórnarleiðarin, Wen Jiabao, eisini koma.



MYNDATEKSTUR:

Guvernørurin í Kalifornia, Arnold Schwarzenegger, hevur arbeitt dúgliga fyri at fáa granskarar og vinnu á umhvørvisøkinum til Kalifornia, sum hann vil gera til umhvørvisvinarligasta stat í USA