Lagt var upp til ein spennandi dyst, tá ið VÍF og H71 hittust í høllini í Vestmanna sunnudagin. Hesi bæði liðini hittust eisini í seinasta dystinum í grundspælinum, og tá endaði tað við javnleiki í Hoyvíkshøllini.
Nógv skotstyrki
Nógv fólk høvdu leitað sær í høllina í Vestmanna, og eins og strandingar høvdu teir í VÍF avgjørt, at allur peningurin, ið kom inn í atgongumerkjasøluni, fór óskerdur til Reyða Kross, og harafturat høvdu dómararnir báðir eisini játtað, at dómarasamsýningar somuleiðis fóru til Reyða Kross.
Hjá vestmenningum kom tað væl við, at Sámal Joensen var við aftur, eftir at hann hevur sitið uttan fyri í eina tíð við skaða. Við Sámali aftur á liðnum fekk VÍF styrkt álopsspælið hjá sær munandi, og tað er neyvan ov nógv sagt, at vestmenningar í júst Sámali og Áka Olsen eiga tveir teir bestu bakkarnar í landinum.
Ikki tí, hoyvíkingar hava sanniliga eisini nakrar stórar og góðar skjúttar. Liðskiparin og undangongumaðurin á H71-liðnum, Halgir Dahl-Olesen, er altíð góður fyri nøkur mál, og tá ið H71 harafturat hevur menn sum Henrik Gerster og Piti Negu, so bilar skotstyrkini einki.
Tað er heldur ikki ov nógv sagt, at ein rættuliga stórur partur av málunum í dystinum sunnudagin komu upp á langskot.
Gekk javnt á
Tað gekk annars rættuliga javnt á í dystinum í Vestmanna. Serliga í fyrra hálvleiki skiftust liðini um at hava leiðsluna, og sjáldan vóru fleiri enn tvey mál á muni millum liðini.
Tað var týðuligt, at vestmenningar høvdu stórar trupulleikar av stóru skjúttunum hjá hoyvíkingum, og serliga vóru tað teir báðir Halgir Dahl-Olesen og Piti Negru, sum góvu verjuni og málverjanum hjá vestmenningum grá hár í høvdið. Tað skal tó eisini nevnast, at verjan hjá VÍF ikki hevði ein av sínum bestu døgum, og tí var málverjin Dejan Lacok ofta prísgivin.
Í hinum endanum høvdu hoyvíkingar stórar trupulleikar við at steðga einum sera væl uppløgdum Áka Olsen, sum nú av álvara tykist verða komin fyri seg eftir drúgva skaðan, og við Áka aftur í toppform eru vestmenningar styrktir munandi. Áki skeyt ikki færri enn 13 mál sunnudagin, og hevði tað ikki verið fyri einum vælleikandi Levi Nybo í málinum hjá hoyvíkingum, so vóru málini óivað fleiri í tali.
Eina løtu um miðjan fyrra hálvleik, hevði VÍF hug til at fara frá H71, men so svaraðu hoyvíkingar aftur, og tá ið komið var til hálvleiks, stóð á jøvnum 17-17.
Spenningur til tað síðsta
Í seinna hálvleiki helt javna gongdin fram. Onkuntíð vóru hoyvíkingar á odda, men sum oftast vóru tað vertirnir úr Vestmanna, sum høvdu leiðsluna, men talan gjørdist ongantíð um nakra avgerandi leiðslu
Tað var ikki fyrr enn í seinastu løtu av dystinum, at avgerðin í veruleikanum fall. Gamaní vóru vestmenningar á odda við trimum málum einar sjey minuttir fyri leiklok, men hoyvíkingar svaraðu aftur og minkaðu munin niður í eitt mál, og tá ið fýra minuttir vóru eftir at leika, var støðan 31-30 til VÍF. Men seinastu fýra minuttirnar vóru tað bert vestmenningar, ið megnaðu at fáa bóltin í mál, og tað gjørdu teir tríggjar ferðir, soleiðis at endaliga úrslitið gjørdist 34-30 til VÍF, sum altso er einsamalt oddalið í Atlantic Airways kappingini, nú fyrsta umfar í endaspælinum er farið aftur um bak.
Aftur í eldin í morgin
Bæði hesi liðini, sum dystaðust í Vestmanna sunnudagin, skulu aftur í eldin longu í annaðkvøld. Tá eru tað nevnliga fyrru hálvfinalurnar í Coca-Cola kappingini, sum eru á skránni.
Vestmenningar skulu til Havnar, har teir skulu spæla móti arvafíggindunum úr Kyndli. Mett út frá úrslitunum um vikuskiftið, má sigast, at VÌF fer á vøllin í Havn sum favorittar, men vit hava áður sæð, at tað kann verða sera trupult at spáa um úrslitið av dystum millum júst hesi bæði lið.
Hoyvíkingar ætla sær óivað í finaluna, og skulu teir røkka hesum máli, er neyðugt hjá teimum at basa strandingum í annaðkvøld. Júst hesi bæði lið hittust í finaluni í fjør, men í ár verður altso bert pláss fyri tí eina liðnum, og hvør tað verður, er ógvuliga ilt at meta um. StÍF hevði eina vánaliga byrjan upp á kappingarárið, men er so líðandi komið fyri seg, og sigurin á Kyndil sunnudagin bendir á, at strandingar aftur nærkast gomlum hæddum.
VÍF-H71 34-30 (17-17)
VÍF: Áki Olsen 13(3), John Zachariassen 6, Ingi Olsen 6(1), Sámal Joensen 4, Agnar Joensen 3, Harald Bjørgvin 1, Jákup S. Andreasen 1
H71: Halgir Dahl Olesen 10(3), Piti Negru 9(1), Johnny Durhuus 4, Henrik Gerster 4, Chr. Eli Zachariassen 1, Niels Viggo Niclasen 1, Sigtór Andreasen 1
Brotskøst: VÍF 4(4), H71 8(4)
Útvísingar: VÍF 5, H71 4
Dómarar: Andreas F. Hansen og Eyðun Samuelsen - dømdu ein fínan dyst










