Gallerí Carolina marknaðarførir list í Norðoyggjum

Í Gallerí Carolina í Klaksvík situr Bernhardina Klein hvønn dag og marknaðarførir føroyska list fyri norðoyingum og øðrum vitjandi

Tað er ikki hvør bygd og heldur ikki hvør býur í Føroyum, ið kann reypa sær av at hava eitt gallarí, har fólk kunnu støkka inn á gólvið at keypa sær ella øðrum eitthvørt listaverk til gávus, gjørt av kendum føroyskum listamanni. Men hesum kann Klaksvíkin tó reypa sær av. Tí í Klaksvík finnist nevniliga eitt slíkt listasavn, ið sjálvt um tað ikki er so stórt, bjóðar eitt breitt úrval av listaverkum, gjørdum av føroyskum hondum.


Gomul vevstova

Í einum kamari í einum húsum í Nólsoyar Pálsgøtu í Klaksvík situr Bernhardina Klein í sínum egna framsýningarhøli og sýnir fram og selir føroyska list. Kamarið hjá Bernhardinu er ein gomul vevstova hjá einari konu, ið kallaðist Carolina. Tí hevur Bernhardina nú valt at kalla hetta kamar fyri Gallerí Carolina.

Lítla vevstovan er ikki at undirmeta, hóast hon ikki skarar framúr í landslagnum. Tí í Gellerí Carolinu finnur tú eitt breitt úrval av list, ið er evnað til av gávuríkum føroyskum listafólkum. Serliga nógv er at finna av oljumálningum, og eitt tað kendasta navnið á bróstinum í Gallerí Carolinu er helst Hanni Bjartalíð. Hesin er við at gerast kendur, ikki bert í Norðoyggjum, men eisini kring allar Føroyar. Og sambært Bernhardinu Klein, verður nógv keypt av myndum hansara. Hon sigur, at samstundis, sum hann er tað listafólkið, ið hevur nógv flestar myndir hangandi í listaskála hennara, so er hann eisini tað listafólkið, ið selir flest myndir hesum sama listaskála.

Onnur nøvn eru eisini, ið gera seg galdandi í Gallerí Carolinu. Til dømis nevnir Bernhardina Arnhold Vegghamar, ið ikki er so heilt kendur, men sum hevur verið við á nógvum framsýningum, harímillum á Ólavsøkuframsýningum, Norðoyastevnuframsýningum og eisini á framsýningum uttanlands. Bernhardina heldur, at hesin hevur góðar gávur, og sigur hon, at heilt fitt eisini verður keypt av málningum hansara.


Trælist

Tað er ikki bert vøkur og áhugaverd málningalist, ið kann skoðast í Gallerí Carolinu í Klaksvík. Eisini eru ymisk sløg av grafikki og síðani trælist eftir Óla Jákup Nielsen av Leynum. Og trælistin er eisini væl umtókt millum fólk. Hetta sást eisini ta lítlu løtuna, blaðmaðurin vitjaði í skálanum hjá Bernhardinu Klein. Hesa løtuna vóru fólk nevniliga inni og keyptu av óføra vøkru trælistini.

Nevnast kann, at trælistin, ið sýnd verður fram í Gallerí Carolinu, fyri ein stóran part er brúkslit. Talan er nevniliga um lampuskermar, skálir o. a.


Opin fyri øllum

Lítli listaskálin í Klaksvík setir ikki listafólkunum nøkur serlig krøv um dygd. Listafólkini avgera sjálvi, hvat tey ymskja at sýna fram í Gallerí Carolinu. Bernhardina heldur nevniliga ikki, at henni nýtist at seta listafólkunum krøv, tí keyparin dugir jú sjálvur at meta um dygdina. Dámar keyparanum ikki listina, so kann hann bert lata vera at keypa hana. Hetta heldur Bernhardina í sær sjálvum vera nóg góða góskumetan av listini.


Føroyingum dámar ikki grafikk

Heilt avgjørt er tað av málningalistini, ið mest verður selt av í Gallerí Carolinu, og er her serliga talan um oljumálningar og oljupastell. Bernhardina Klein heldur, at orsøkin er, at føroyingar eru meira vandir við oljumálningar enn ymsik sløg av grafikki, og tí dámar teimum best slíka list.

Bernhardina heldur, at føroyingar duga ikki so væl at skilja, at tað finnast fleiri sløg av myndlist, og harafturat eisini fleiri sløg av grafiskari list; bæði lenoliumsskurð og metalskurð. Hon heldur, at føroyingar ikki hava vant seg til onnur sløg av myndilist, og tí siga teir, at ein ikki kann hava fleiri ymisk sløg av einari listagrein.

­ Tá talan er um grafikk, hava útlendsku gestirnir størri áhuga. Útlendsk vitjandi dáma væl føroysku grafikk listina, tey hyggja mestsum bert eftir grafikki, og tað hendir seg meira enn so, at tey fara avstað aftur við onkrum listaverki, sigur Bernhardina Klein.


Listablóð í ærðunum

Tað er ikki av tilvild, at Bernhardina Klein fyri tveimum árum síðani opnaði tann lítla listakálan í Klaksvík, ið fekk heitið Gallerí Carolina. Bernhardina hevur nevniliga listablóð í ærðunum. Hon er dóttir navnframa listamannin Fritjof Joensen, ið livdi frá 1920 til 1998, og sum millum annað hevur teknað vakrar tekningar, ið sera væl lýsa føroyskt samfelagslív í gomlum døgum.

Eisini maður Bernhardinu, Heðin Klein, hevur stóran áhuga fyri list og er somuleiðis virkin innan listaheimin. Hann er formaður í Norðoya Listafelag, ið skipar fyri framsýning um Norðoyastevnuna.


Opið um Norðoyastevnuna

Ætlanin er ikki, at Gallerí Carolina skal vera opið allan dagin alla Norðoystevnuna, men tó ætlar Bernhardina at hava opið Fríggjadagin og Leygardagin til vanliga tíð, eins og hon hevði havt, um tað ikki var Norðoyastevna.

Bernhardina sigur, at tað loysir seg best at hava opið tá hinir handlarnir í býnum hava opið. Orsøkin er, at lítli skáli hennara liggur í einari handilsgøtu, har nógv fólk savnast tá handlarnir eru opnir. Hon hevur roynt at hava opið onkran sunnudag, men hetta sýnist ikki at bera til, av tí at ov líti av fólki er í gøtuni tá. Men Bernhardina býr nærhendis Gallerí Carolinu, og tí er hon altíð fús at koma í skálan, um onkur ringir og ynskir at hyggja at og keypa onkra mynd.