- Tað er átaluvert, at Landsstýrið ongi føroysk umboð sendir á fundin í Altjóða Hvalaveiðunevndini sunnudagin at verja føroysk áhugamál og at vera mótvekt til umhvørvisfelagsskapir, sum í hesum døgum eru í hernað ímóti Føroyum.
Tað heldur Edmund Joensen, fólkatingsmaður.
- Vit eiga dugnalig embætisfólk, og tað er so sjálvsagt, at okkurt teirra verður sent á fundin, leggur hann afturat.
Hann sigur hetta í sambandi við, at ætlanin er ikki, at nakar føroyingur skal vera í donsku sendinevndini, ið fer á árliga fundin hjá Altjóða Hvalaveiðunevndini, IWC, sum verður í døgunum 1.-6. juli.
- Júst í hesum døgum streingja umhvørvisfelagsskapir á fyri at skapa ósemju í ríkisfelagsskapinum, har ið øll trý londini standa saman um hvalaveiðupolitikkin.
Felagsskapirnir leggja við herferðini "Breaking Ranks" trýst á ES-landið Danmark fyri at fáa Danmark at taka undir við ES-hvalaveiðupolitikki og harvið at sleppa felags støðuni í Ríkisfelagsskapinum.
Harumframt seta felagsskapirnir Føroyar í eitt keðiligt ljós sum eitt illavorðið lítið land, ið skapar konfliktir í Altjóða Hvalaveiðunevndini.
- Hetta átti at sagt Landsstýrinum, at tað er neyðugt hjá føroyingum at møta upp í IWC sum partur av ríkisins sendinevnd.
- Almennu Føroyar mugu hava eitt munagott mótspæl til herferðina, og føroysku áhugamál mugu verjast best møguligt, sigur Edmund Joensen.
Tí heitir hann á Landsstýrið um at umhugsa støðu sína av nýggjum og at senda føroysk umboð á fundin hjá IWC í Panama City.










