Uppskot Sambandsfloksins um at seta 800 milliónir afturat í Samhaldsfasta tey næstu árini er sera áhugavert. Tað mest áhugaverda er, at tað tykist nú verða ein tryggur meiriluti á Føroya Løgtingi fyri samhaldsføstu skipanini, ið sostatt skuldi havt eitt trygt lív lagað.
Sambandsflokkurin tekur nú undir við Samhaldsfasta Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum, og Javnaðarflokkurin og Tjóðveldisflokkurin eru sum kunnugt upphavið til grunnin, so har burdi allarhægst verið talan um smájusteringar um nakað. Hettar merkir, at ein meiriluti á Føroya Løgtingi átti at kunnað tikið undir við hesum uppskoti, ið er hópin betri enn uppskotið hjá Fólkaflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum. Ein tvungin ratupensión fyri øll, har háinntøka gjøgnum lívið merkir hápensión og láginntøka gjøgnum lívið merkir lágpensión er fult í tráð við Fólkafloksideologiina, har hvør er sær sjálvum næstur, og kann sjálvsagt ikki góðtakast av flokkum, ið ideologiskt eru vinstrumegin Margaret Thatcher.
Tjóðveldisflokkurin sær eisini í hesum málinum út til at vilja ofra alt á fullveldisaltarinum. Teir siga, at teir ganga inn fyri einari samhaldsfastari skipan, men kunnu ikki taka undir við uppskotinum um at víðka samhaldsfasta. Hava teir nakað at seta í staðin? Svarið er og verður nei, tí ein pensiónsskipan, ið Óli Breckmann og Fólkaflokkurin kunnu taka undir við verður aldrin ein samhaldsføst skipan.
Hevur Fólkaflokkurin sett Tjóðveldinum stólin fyri dyrnar í hesum málinum? Tað kundi sæð soleiðis út, tí sjáldan hevur argumentatiónin verið so tunn hjá formanni tjóðveldisfloksins, sum tá hann greiddi Føroya Fólki frá, at teir taka undir við einari samhaldsfastari skipan, men bara ikki tí einastu, ið er í uppskoti.
Tíverri sær út til, at ein breið semja um eina pensiónsskipan, ið allir flokkar uttan Fólkaflokkurin áttu at kunnað tikið undir við, verður forðað av Tjóðveldisflokkinum. Sterku røturnar í fakfelagsrørsluni síggja ikki út til at gera mun hjá nýggju leiðsluni í Tjóðveldisflokkinum, ið hevur ein løgnan eginleika at forða fyri breiðum semjum og at lata søguligar møguleikar gleppa av hondum. Her er ein søguligur møguleiki at gera eina varandi semju tvørturum miðjuna í føroyskum politikki um pensiónsspurningin ? vónandi gleppur hesin ikki av hondum.