Nú kemur annað staklagið á komandi útgávu hjá Deiggj

Talan er um sangin "Í Viðarlundini”, sum kemur út tórsdagin 8. september 2022.

Tað skrivar Deiggj í tíðindaskrivi í kvøld Lagið verður at hoyra á Spotify Apple Music, Youtube o.ø tónleikapallum.  

 

Deiggj hava síðan 2020 arbeitt miðvíst við einari LP plátu. Nýggja LP'in kallast TÍÐ. Fyrsta staklagið “Hví grætur tú”, har  Guðrun Sólja Jacobsen er gestasolistur, kom út í juni í ár og hevur verið sera væl móttikið.

 

Sangurin í Viðarlundini snýr seg um, hvussu heystið og tær broytingar sum henda hesa ársins tíð. Flytifuglarnir rýma úr Føroyum, og eftir sita støðufuglarnar, summir av teimum eru enntá veinngjaskerdir. Nakrir hava ein dreym, sum aldrin bleiv veruleiki. 

 

Dennis Lave syngur sangin, og Fróði og Páll syngja kór saman við Dennisi. Yrkingina eigur Tummas Napoleum Djurhuus. 

 

Deiggj eru í holt við eina nýggja LP.

 

Grundupptøkurnar eru gjørdar í Studio Block í Tórshavn, og síðan hevur bólkurin arbeitt víðari í Studio Deiggj, Bakkastudio á Tvøroyri og Studio Bunkarin, saman við Benjamin Petersen. 

 

Teknikari í Studio Block var Vinjar Egilsnes Petersen. Benjamin Petersen hevur tikið upp og miksað í Studio Bunkarin. Deiggj og Benjamin Petersen hava staðið fyri framleiðsluni.

 

Mastering: Daniel Bacigalupi í Nashville 

 

Í Viðarlundini

 

Orð: Tummas Napoleum Djurhuus

 

Lag: Fróði T. Vestergaard

 

Arrangement og innspæling: Deiggj og Benjamin Petersen

 

Dennis Lave ​​Sang

 

Pætur Mohr Dam​ Rhodes og synthezisara

 

Páll Holm Lave​​el- gittar og kór

 

Fróði Vestergaard​sang, kór og orgul

 

Sverri Heinesen​​Bassgittar

 

Rani H. Christiansen​trummur og perc. 

 

Innspælt í Studio Block, Deiggj studio og Studio Bunkarin

 

Miksað í Studio Bunkarin - 

 

Mastering: Daniel Bacigalupi

 

Teknikari: Vinjard Egilsnes Petersen, Benjamin Petersen

 

Ein slík LP útgáva kostar nógvar pengar, og Deiggj eru tí sera fegnir um, at Mentanargrunnur Landsins og Tórshavnar Kommuna hava stuðlað útgávuni, eins og Koda-Føroyargrunnurin og GramexTónleikarar. Meira verður at frætta seinni um komandi lp'ina .