kappingini hevði longu áðrenn kappingin byrjaði skrivað ein sáttmála við Ford Models, og tí var tað ikki serliga óvæntað at hon vann kappingina. Kate Ford var ein av dómarunum. Hon hevur tikið yvir á Ford Models [...] í Keypmannahavn, har ein dugnaligur mótafotografur tók myndir av henni til kappingina. Síðani bíðaði hon í nakrar mánaðar. Hon gjørdi seg liðuga við skúlan, og fekk summarfrí. Ein dagin fekk hon eitt bræv [...] har tær skuldu venja at ganga til sjálva kappingina. Ein kvinna lærdi tær at ganga. Hon var rættliga hørð, og kravdi nógv av teimum. Tað var ein strævin dagur, og tær vóru sera troyttar aftaná. Seinni
spjødd. Kanska er tað bara ein í øllum skúlanum, sum er øðrvísi, sigur Doris Hansen. Framsýningarnar umborð á heilaskipinum rúma nógv tøl, hagtøl, upplýsingar og kunning og kann tykjast sum ein torførur [...] Ein, sum hevur serliga orsøk at fegnast um at heilaskipið er sjósett og í hesum døgum hevur kós millum oyggjarnar í Føroyum, er forkvinnan í Meginfelag teirra brekaðu, Doris Hansen. MBF hevur verið við
Veðrið fríggjadagin, leygardagin og sunnudagin: Hann veksur vindin upp í ein strúk av landnyrðingi, seinni norði. Leygardagin kanska upp í hvassan vind. Ælaveður, men eisini sólglottar. Hitin fellur niður [...] 10 stig. Í gjár: Eitt lágtrýst yvir Norska Havinum hvørvur spakuliga í landnyrðing og aftaná kemur ein lítil hátrýstryggur. Í dag: Teir næstu dagarnar fer eitt størri lágtrýstøki um Føroyar vestaneftir
í KÍ-høllini í Klaksvík. Eitt, sum ein legði til merkis á konsertini í Klaksvík var, at tað vóru nógv eldri fólk komin at lurta eftir Frændum. Nú heldur onkur kanska at 400 áhoyrarir ikki er so nógv, men [...] kundi eisini verði ein góð inntøkukelda hjá ítróttarfeløgunum kring landið. Tað er tað m.a. í Danmark, har tað er púra vanligt at feløgini selja øl í sambandi við konsertin. Har fáa tey eins nógv inn fyri sølu [...] út við eini fløgu um ikki so langa tíð. Høgni hevur spælt við fólkatónleikabólkinum Enek og Ingi er ein av »popparunum« úr tí lokala klaksvíksbólkinum Dynamitt. Tónleikurin Tónleikurin, sum Frændur spældi
sum verður gjørd í Fuglafirði, á sama hátt sum tann gamla keiin er bygd. Hon hevur staðið í eini 60 ár uttan trupulleikar, so hetta er ein góður háttur at byggja uppá. Tað eru bara fýra mans, sum arbeiða [...] Christian í Grótinum og aðrir stórir írskir bátar altíð kunna koma at landa. Keiin, sum er í dag, er bygd til bátarnar, sum vóru í 60-unum og 70-unum, so sum Finnur Fríði og Zenita, og teir vóru stórir bátar [...] Tróndur í Gøtu t.d. kemur við fullari last til bryggju, tekur hann botn. Hetta eru ótolandi viðurskifti, ein kann rokna við at astikkur og annað kann fáa skaða. Dýr loysn Fyri at loysa trupulleikan við havna
eydnaðist eisini fyrireikarunum at seta upp tríggjar stovur. Ein stova var frá gamlari tíð. Her sást hvør útgerð var tøk í teirri tíðini. Ein stova var frá 60-unum ella 70-unum og tann triðja var frá í [...] tíðarskeiðið eru farnar sera stórar broytingar fram í sjúkrarøktini. Tað, sum var vanligt fyrr, er kanska ikki vanligt í dag, tí nú eru øðrvísi hættir at gera næstan alt upp á. Umhvørvið á Sjúkrahúsunum [...] 100 ára dagurin hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsið nærkaðist gjørdu sjúkrasystrarnar í Klaksvík av at seta ein arbeiðsbólk, sum skuldi fáa eina framsýning upp at standa. Ætlanin var, at framsýningin skuldi lata
enda og inn í Ísvirkisgangin. Og fram um alt fingu ogur goldið kontant. Ein kolvelting. Ein avbygdakona segði, at tað fór sum ein ylur gjøgnum bygdina, tá bátarnir komu aftur av útróðri og høvdu verið og [...] Mortensen á heysin. Ein øgilig vanlukka. Tað hevði verið stór rúgva av fólki knýtt at hesum virki, nú var øskukalt. Tað hevði í longri tíð sitið ein nevnd við tí fyri eyga at keypa ein trolara. Nú mátti [...] á landi frá Fróða Kongi, og lívstræ ogra frá 1915 stendur enn. Fræið kom úr øllum ættum, úr hvørji bygd í Føroyum, úr mongum londum. Væl er tað sveisað saman, og væl er tað røkt. Væl við næstingum, F.P
mikukvøldið, hevði hálvleiksstøðan kanska ikki verið 0-0, men heldur 1-0 ella kanska enntá 2-0 til Føroyar. Um at missa tolið Í seinna hálvleiki hildu gestirnir fram við at spæla eins avgjørt og skilagott, men [...] Sum heild fer hesin dysturin ikki í søguna sum ein av bestu fótbóltsdystum, fólk hava sæð. Og hvat úrslitinum viðvíkur, er tað ikki at gera ov nógv av, um ein sigur, at javnleikur hevði verið eitt meira hóskandi [...] málmøguleika. Alt teir fingu, vóru hálvir kjansir, harav lobbið hjá Elvir Baljic í 54. minutti var ein tann vakrasti, men Jákup Mikkelsen bjargaði enn einaferð. Tí kom tað heldur ikki óvart á, at avgerandi
hesa endaligu viðmerkingina: ? Vit taptu 1-0, men hevði Bosnia havt ein ringan dag, og hevði Føroyar havt ein góðan dag, so høvdu vit kanska vunnið 1-0 í staðin. [...] Eftir vónbrotið í Estlandi var einki at siga til, at Allan Simonsen var ein væl nøgdur maður á tíðindafundinum aftan á dystin. ? Avrikið hjá okkum í dag var nógv, nógv betri enn tað, vit vístu móti Estlandi [...] nøgdur, tí menninir hjá mær vóru sera væl skipaðir á vøllinum, og eg eri errin, tí hóast hetta var ein dystur millum yrkisleikarar og áhugaleikarar, vísti hesin munurin seg ikki á vøllinum, í øllum førum
høvuðsvinnu okkara, so vit skulu ikki koma við nøkrum atfinningum. Men kortini kann verða spurt, hví ein slík alternativ ætlan, sum at fiska tun, ikki er liður í einum yvirskipaðum fiskivinnupolitikki. Einum [...] ístaðin? Tá høvdu vit fingið tvey fyri eitt, og tá kundu vit tosað um fiskivinnupolitikk, men tað er kanska ov nógv kravt.