Tað hendir ikki so ofta í fótbólti, at tapandi liðið aftan á dystin er fegnari enn vinnandi liðið, men á Kosevo Stadion í Sarajevo mikukvøldið var tað júst tað, sum hendi.
Meðan spælararnir hjá Bosnia-Herzegovina fóru kvirrir í skiftingarrúmið, meðan teir hoyrdu sínar egnu áskoðarar floyta teir út, var gott lag á føroyska liðnum. Eftir eitt sterkt avrik, serliga í verjuni og á miðjuni, tapti føroyska landsliðið við bert einum máli móti risastóru bosnisku favorittunum. Og tá tú hugsar um altjóða umdømið hjá bosnisku spælarunum, sum allir spæla við europeiskum toppliðum, og um úrslitini hjá teimum seinastu tvey árini móti liðum so sum Italia, Brasilia, Kroatia og Danmark, so má hetta úrslitið og djarva spælið hjá føroyingum metast enn hægri.
Dysturin byrjaði við at vera tíggju minuttir seinkaður orsakað av trupulleikum við elveitingini og av fýrverki í fyrsta minutti av sjálvum dystinum. Men hetta var einasti fýrverki í øllum dystinum. Hóast heimaliðið hevði yvirvág og var spælstýrandi alla tíðina, gjørdist tað skjótt greitt, at hetta ikki fór at verða nakað stórt kvøld hjá bosniska liðnum. Tað spældi sum vera man álopsfótbólt, men sum oftast vístu royndirnar hjá teimum seg at vera ov fløktar, ov seinar og ikki nóg beinleiðis.
Møguleikar báðar vegir
Fyrsti málmøguleikin kom, tá tíggju minuttir vóru spældir, tá Kapetanovic royndi seg við einum góðum skoti úr 18 metrum, men Jákup Mikkelsen var vakin og fekk beint bóltin upp um tvørstongina. Seks minuttir seinni fingu gestirnir sín fyrsta møguleika, tá Uni Arge royndi seg.
Føroyska liðið kundi lagt seg á odda í 20. minutti, tá Uni Arge enn eina ferð royndi seg, men skotið úr átta metrum rakti stongina. Størsti málmøguleikin hjá Bosnia kom í 24. minutti. Salihamidzic sendi innfyri úr vinstru, og Konjic stútaði stutt frá málinum. Men Jákup Mikkelsen bjargaði enn einaferð framúrskarandi væl.
Føroyska liðið spældi við eini ógvuliga væl skipaðari verju við Óla Johannesen sum aftasta manni, meðan Jens Kristian Hansen og Hans Fróði Hansen vóru uppdekkarar hjá ávikavist Bolic og Kodro, og teir fingu góðan stuðul frá miðvøllinum. Av og á skiftu teir eisini mann at dekka.
Føroyska liðið fekk enntá tveir møguleikar afturat í fyrra hálvleiki. Í 31. minutti legði Uni Arge innfyri, har Henning Jarnskor skeyt fyrstu ferð, men uttan at raka málið. Og bert tveir minuttir seinni mistók verjuspælarin Mirsad Hibic eina villu, og Uni Arge fekk fatur á bóltinum. Hann setti ferð á móti málinum, men megnaði ikki at fáa nakað burturúr hesum stóra møguleikanum. Málverjin Mirsad Dedic gjørdi vinkulin lítlan og megnaði at verja fyri.
Hevði Todi Jónsson verið við mikukvøldið, hevði hálvleiksstøðan kanska ikki verið 0-0, men heldur 1-0 ella kanska enntá 2-0 til Føroyar.
Um at missa tolið
Í seinna hálvleiki hildu gestirnir fram við at spæla eins avgjørt og skilagott, men munurin var, at teir í seinna hálvleiki ikki fingu nakran veruligan málmøguleika.
Sum tíðin gekk, tyktist bosniska liðið at missa tolið. Tað sá út til, at heimaliðið stutt og greitt ikki kundi finna nakran veg gjøgnum sterku verjuna hjá føroyingunum. Teir royndu at koma í gjøgnum á miðjuni, og teir royndu at koma ígjøgnum úti í síðunum, men uttan úrslit.
Teir kláraðu heldur ikki at skapa sær nakran sonevndan 100 prosents málmøguleika. Alt teir fingu, vóru hálvir kjansir, harav lobbið hjá Elvir Baljic í 54. minutti var ein tann vakrasti, men Jákup Mikkelsen bjargaði enn einaferð.
Tí kom tað heldur ikki óvart á, at avgerandi málið kom eftir eina deyðbóltsstøðu, tá 66 minuttir vóru spældir. Elvir Baljic úr Fenerbahce, sum var tann besti spælarin á einum annars skuffandi bosniskum liði, tók eitt fríspark úr umleið 30 metrum, og harða vinstrabeinsskotið hjá honum endaði í netinum.
1-0 leiðslan gav teimum 20.000 áskoðarunum vón um, at teirra lið nú endiliga fór at gera nøkur mál, sum tey øll høvdu roknað við undan dystinum, men tey vórðu vónbrotin. Teir 27 minuttirnir, sum vóru eftir ? tað vórðu tríggir minuttir lagdir afturat ? helt Bosnia-Herzegovina fram á sama hátt. Ov seint og við ongum støðugum trýsti.
Sum heild fer hesin dysturin ikki í søguna sum ein av bestu fótbóltsdystum, fólk hava sæð. Og hvat úrslitinum viðvíkur, er tað ikki at gera ov nógv av, um ein sigur, at javnleikur hevði verið eitt meira hóskandi úrslit.