Tað skal verða lættari at bera brek

­ Vit vóna, at nakað av tí, sum verður víst umborð á heilaskipinum, fer at vísa seg aftur í viðgerðini av teimum fólkum, ið bera brek og eru sjúk. Eitt er at tey hava brek, men gerandisdagurin hjá teimum kann gerast betri og øðrvísi um tey fáa eina viðgerð, sum lættir um, sigur Doris Hansen.

Ein, sum hevur serliga orsøk at fegnast um at heilaskipið er sjósett og í hesum døgum hevur kós millum oyggjarnar í Føroyum, er forkvinnan í Meginfelag teirra brekaðu, Doris Hansen. MBF hevur verið við til at fyrireika Heilaárið saman við Rúsdrekka- og Narkotikaráðnum, Jólamerkjagrunninum, Happadráttagrunninum, Føroya Sparikassa, Apoteksverkinum og øðrum.

­ Endamálið hjá feløgunum undir MBF er at kunna um brekini, teirra limir hava. Heilaárið er eitt gott høvi at koma út við boðskapinum, sigur Doris Hansen.

Málbólkurin hjá Heilaárinum er skúlaungdómurin í Føroyum, serliga tey í framhaldsdeildunum og miðnámsskúlunum. Við at geva teimum størri innlit um heilan og hvussu hann virkar, vóna fyrireikararnir, at tey ungu verða vitandi um, hvussu skeivur lívsháttur kann hótta heilsuna og lívsdygdina.

­ Fyrst og fremst vóna vit, at næmingarnir fara at skilja tey, sum bera brek, og harvið verða meiri solidarisk. Tey hava jú næmingar ímillum sín, sum eru eitt sindur øðrvísi. Vit tosa um samfelagið og skúlan fyri øll og tað kann ikki gerast uttan, at allir næmingar eru saman í skúlaverkinum.

- Eldri tú verður, verri er at verða integreraður í samfelagið. Tað vísir seg at vera rættiliga lætt hjá børnum at verða integrerað í t.d. barnagarðinum, men tá ið tað kemur í skúlaaldur, verður gloppið størri ímillum teg og næmingin, sum ikki kann fylgja við. Tað er ikki lætt at fáa vinfólk, tá ið tú ert hálvvaksin. Ei heldur er tað lætt hjá einum blindum, deyvum ella hoyribrekaðum at vera saman við hinum, har tosað verður um alt.

­ Fatanin hjá fólki fyri teimum, sum eru øðrvísi, er hampuliga góð, men kann altíð verða betri. Hetta átakið hevur til endamáls at bøta um fatanina, sigur Doris Hansen.


Síggjast aftur

Umborð á heilaskipinum er kunning um tað nýggjasta innan granskingina av heilanum.

­ Vit vóna, at nakað av tí, sum verður víst umborð, fer at vísa seg aftur í viðgerðini av teimum fólkum, ið bera brek og eru sjúk. Eitt er at tey hava brek, men gerandisdagurin hjá teimum kann gerast lættari um tey fáa eina viðgerð, sum lættir um, sigur Doris Hansen.

Forkvinnan í MBF heldur ikki, at tað er verri at bera brek í Føroyum enn aðra staðni.

­ Ikki uttan so, at tey sum bera brek í Føroyum eru rættiliga einsamøll, tí vit eru so fá og spjødd. Kanska er tað bara ein í øllum skúlanum, sum er øðrvísi, sigur Doris Hansen.

Framsýningarnar umborð á heilaskipinum rúma nógv tøl, hagtøl, upplýsingar og kunning og kann tykjast sum ein torførur biti hjá ungum at gloypa. Fæst fígging verður tilfar givið út í bók um heilan, heilasjúkur og heilaskaðar.

- Í fyrsta umfari trúgvi eg tað kann vera ringt hjá nógvum at skilja alt, men fara tey so at lesa eitt hvørt um heilan kunnu tey so minnast aftur á tað tey hava sæð. Tilfar er gjørt til skúlabrúks, har uppgávur eru at loysa, og so er nógv ymiskt næmingarnir kunnu royna. Tað gevur næmingunum eina fatan av, hvussu tey hava tað, sum ikki klára seg so væl. Men fyrst og fremst at tey sjálv ansa eftir heilanum hjá sær. Øll okkara felag hava til endamáls at fyribyrgja heilaskaðum og sjúkum, sigur Doris Hansen at enda.