at røkka fjórða ella triðja plássi og ein sess í evropeiskum kappingum komandi ár. ÍF spældi ein góðan dyst ímóti HB í Gundadali síðsta vikuskiftið, hóast fuglfirðingar ikki megnaðu at basa oddaliðnum [...] Hjá ÍF ræður um at varðveita munin niður B68 á aftasta plássi, tí at fuglfirðingar skulu ikki gera sær nakrar vónir um at røkka áttanda plássi og harvið tryggleika frá niðurflyting. Vágbingar royna hinvegin [...] vart við seg í Gundadali síðsta vikuskiftið, og Gunnar G. Nielsen úr Argentina skoraði annað málið hjá ÍF. Sylla D. Ahmed av Fílabeinsstrondini hevði eisini onkra naska roynd. Men teir skulu tó venja seg við
Hann hevur í mong ár verið almennur persónur. Fyrru árini var tað sum málverji hjá HB, og seinastu tíðina hevur tað verið sum politikari og nú formaður í Sambandsflokkinum. Kaj Leo er sonur Karina, sum [...] Leo eigur hesa fyritøkuna saman við øðrum. Áðrenn hann fór til skips, hevði Kaj Leo spælt fótbólt við HB. Tá ið hann legðist uppi, leitaði hann málmanshandskararnar framaftur, og tað var skjótt, at hesin [...] við vinnarasinninum, og sum samstundis er so sera fryntligur og vinsælur, hevði vunnið seg á besta HB liðið, og har stóð hann í meiri enn eitt tíggju ára skeið. Hann var eisini á landsliðnum. Oftast sat
fegin eftir dystin. - Vit hava eina løtu móti endanum, har leikararnir hava lyndi at gera tey einføldu tingini trupul, men tað kann so ikki skugga yvir restina av dystinum, helt venjarin. - Tað vóru fyrst og [...] næsta ár og ikki UEFA-Cup. - Avgjørt ikki. Vit ætla okkum í øllum førum at royna til tað seinasta. Tað er bara eitt stig upp til silvurið, og næstu ferð hevur B36 dyst móti HB, so vit halda okkum avgjørt [...] stig úr dystinum móti B36, og hann ásannaði eisini, at tað kanska vóru royndirnar, sum vóru á muni. - Teir hava kanska leikararnar, sum eru meira vanir við slíkar dystir. Hjá okkum riggaði spælið ikki,
Ronni Svalbard, Øssur Hansen HB: Bárður Johannesen - Hallur Danielsen, Jan C. Dam, Símun Eliasen, Rasmus Nolsøe - Jákup á Borg, Rúni Nolsøe, Kári Nielsen, Heðin á Lakjuni - Heine Fernandez, Rógvi Jacobsen [...] Brattalíð B68: Meinhardt Joensen - Ronni Svalbard, Bogi Petersen, Kári Sigvardsen, Jákup Eli Olsen - Morilo (Øssur Jacobsen, 46.), Jóhan Petur Poulsen, Eyðstein Skipanes, Øssur Hansen - Stanislaw Stankhov, Anderson [...] er á veg í 2. deild, hevði vitjan av HB, sum er á veg ímóti meistaraskapinum. Tað sást væl, hvør var á veg hvønn vegin. Í 1. hálvleiki megnaði B68 ongantíð at hótta HB málið. Bárður Johannesen var púra
dystunum er ímóti ÍF, sum heldur ikki skal fáa stig í nøkrum øðrum dysti. B68 hevur ikki vunnið í fjúrtan teimum fyrstu royndunum, og tí er møguleikin hjá B68 meiri enn pappírstunnur. - Vit taka ein dag [...] um, sigur Niclas Davidsen, formaður í Tofta Ítróttarfelag. Tað kemur illa við, um tit flyta niður? - Vit mugu fyrihalda okkum til veruleikan. Enn er tað ikki veruleiki, at B68 skal flyta niður. Men um
HB formaðurin var, sum vera man, rættuliga væl nøgdur við tað, sum hann sá hansara lið avrika á Svangaskarði sunnudagin. Nú fara tit at skipa fyri FM fagnaði, tá ið tit fara at spæla ímóti B36? - Vit eiga [...] avrikini higartil í ár hava víst, at okkum nýtist at vera bangnir fyri nøkrum, heldur Birgir Enghamar. - Eg má siga, at á Svangaskarði hevði eg ilt av B68 og formanninum, Niclasi Davidsen, sum eg havi gott [...] sum hon er. Tað var bara fyrsta partin av seinna umfarinum, at teir vístu nakað, er meiningin hjá HB formanninum.
spælararnir á HB liðnum føroyingar. Men hóast HB altíð hevur átt flestu meistararnar í yngru deildunum, so vóru bara tríggir millum teir ellivu, sum vóru á HB liðnum, sum eru uppvaksnir í HB. Ein HB spælari [...] uppvaksin í HB og sum annars er fastur á liðnum, var leikbannaður, og ein HB spælari, sum er fastur maður á liðnum og sum er uppvaksin í HB, var skaddur. Tríggir ungir spælarar, sum eru uppvaksnir í HB, sótu [...] teimum síðstu umførunum er henda: VB (ú), ÍF (h), EB/Streymur (h) og B36 (ú). Hjá ÍF sær skráin soleiðis út: EB/Streymur (h), B68 (ú), B36 (h) og KÍ (ú). Tá ið ÍF í 1999 spældi í átjanda og síðsta umfarinum
FAKTA UM DYSTIN ÍF - VB 1-0 (0-0) 1-0: Gunnar Nielsen ÍF: Karsten Joensen - Áki Petersen, Bartal Eliasen, Rúni Elttør, Fritleif í Lambanum - Hanus Eliasen, Høgni Madsen, Høgni Zachariasen - Muhammed Sylla [...] Petersen) - Magni á Lakjuni (Høgni á Lakjuni) VB: Bjarni Johansen - Mortan úr Hørg, Anders Sørensen, Jákup Olsen, Kári í Lágabø - Símun Samuelsen, Milan Kulic, Jón Pauli Olsen, Palli Augustinussen - Dan Djurhuus [...] hátt skalar ÍF í botnstríðnum, sum er um at vera av. Hesi bæði liðini hava eisini ein innanhýsis dyst á Toftum, og tá fer avgerðin óivað at fella. Sigurin sunnudagin hevði alstóran týdning fyri ÍF í botninum
tykist vera eitt sindur óvist, hvussu tað fer at vera við venjarum næsta ár. Í vikuskiftinum boðaði HB frá, at teir hava gjørt avtalu við Heine Fernandez um, at hann eisini næsta ár skal venja meistaraliðið [...] danski klaksvíkingurin ætlar sær ikki at fáa meiri í lønarposan næsta ár, enn hann fær í hesum árinum. - Okkum dámar væl í Klaksvík, og eg kenni tað vera meining í arbeiðnum, sum vit gera. Mær dámar væl felagið [...] eg havi havt í ár, sigur Ove Flindt Bjerg. Vil tað so siga, at tú eisini næsta ár verður KÍ venjari? - Tað er ikki avgreitt enn. Undan summarsteðginum spældi eg út yvirfyri leiðsluni, hvat eg kundi ímynda
feløgunum, sum hevur víst leikaranum áhuga, er HB, og tað hevur eisini ljóðað, at sáttmáli longu er gjørdur, men hetta verður tó avvíst av leiðsuni í felagnum. - Vit hava sjálvandi verið í sambandi við Tór-Ingar [...] málskjúttarnar, tá FS Vágar leygardagin vann 4-1 á B36 í aðru deild. Tór-Ingar var í fjør partur av HB-liðnum, sum gjørdist føroyameistarar, og hann endaði eisini árið í landsliðshópinum til dystirnar móti