Bæði liðini eru væl fyri

Bæði ÍF og VB eru væl fyri undan dystinum í Fuglafirði. Áki Petersen hjá ÍF og Mortan úr Hørg hjá VB eru tøkir aftur frá seinasta vikuskiftið

Hjá ÍF ræður um at varðveita munin niður B68 á aftasta plássi, tí at fuglfirðingar skulu ikki gera sær nakrar vónir um at røkka áttanda plássi og harvið tryggleika frá niðurflyting. Vágbingar royna hinvegin at røkka fjórða ella triðja plássi og ein sess í evropeiskum kappingum komandi ár.
ÍF spældi ein góðan dyst ímóti HB í Gundadali síðsta vikuskiftið, hóast fuglfirðingar ikki megnaðu at basa oddaliðnum. Hetta hevur kanska givið fuglfirðingum blóð á tonna til dystin ímóti VB á heimavølli. Verjuspælið má tó betrast, um stig skal fáast burturúr dystinum ímóti VB.
Áki Petersen er tøkur aftur hjá venjaranum, og kanska kann hann vera við til at tippa holini í verjuni.
Teir báðir nýggju útlendingarnir gjørdu vart við seg í Gundadali síðsta vikuskiftið, og Gunnar G. Nielsen úr Argentina skoraði annað málið hjá ÍF. Sylla D. Ahmed av Fílabeinsstrondini hevði eisini onkra naska roynd. Men teir skulu tó venja seg við undirlagið, áðrenn vit síggja tað besta frá teimum.

Mortan úr Hørg viðaftur
Eftir at hava tapt tveir dystir á rað fekk VB aftur fulla úrtøku síðsta vikuskiftið ímóti EB/Streymi.
VB hevur hvørki skaðar ella leikbann at dragast við, og venjarin hevur eisini Mortan úr Hørg tøkan aftur til komandi dyst. Hann kemur eftir øllum at døma inn í høgru síðu, og hetta verður væntandi ein styrkur hjá liðnum.