KÍ VENJARIN
Tað tykist vera eitt sindur óvist, hvussu tað fer at vera við venjarum næsta ár. Í vikuskiftinum boðaði HB frá, at teir hava gjørt avtalu við Heine Fernandez um, at hann eisini næsta ár skal venja meistaraliðið. Higartil hevur einki verið at frætt um, hvussu tað verður í hinum feløgunum. Men tað skilst, at tað verður arbeitt av lívsins kreftum fyri at fáa viðurskiftini upp á pláss fyri komandi kappingarár. Eitt nú sigt GÍ venjarin, Krzystof Popczynski at hava verið í sambandi við í minsta lagi trý feløg. GÍ er eitt av hesum feløgunum.
Ove Flindt Bjerg hevur einki ímóti at halda fram sum venjari í Klaksvík. Tað hevur hann boðað KÍ leiðsluni frá í juni mánað. Og danski klaksvíkingurin ætlar sær ikki at fáa meiri í lønarposan næsta ár, enn hann fær í hesum árinum.
- Okkum dámar væl í Klaksvík, og eg kenni tað vera meining í arbeiðnum, sum vit gera. Mær dámar væl felagið, og eg haldi, at tað í KÍ verður gjørt eitt gott arbeiði. Tá ið vit komu til Klaksvíkar, segði eg, at tað vóru ikki pengarnir, sum drógu meg henda vegin, og eg ætli mær framvegis ikki at verða ríkur av at vera venjari í Klaksvík. Eg vil halda fram undir somu lønartreytum, sum eg havi havt í ár, sigur Ove Flindt Bjerg.
Vil tað so siga, at tú eisini næsta ár verður KÍ venjari?
- Tað er ikki avgreitt enn. Undan summarsteðginum spældi eg út yvirfyri leiðsluni, hvat eg kundi ímynda mær fyri komandi kappingarár. Enn eru vit ikki lidnir at tosa um hetta, so nú fáa vit at síggja.
Hvat er tað, sum tú hugsar um?
- Tað hevur eitt nú við spælararnar at gera. Vit hava nóg nógvar kvalifiseraðar spælarar, tá ið eingin er burturfrá, men vit mugu eisini ásanna, at tað hevur ikki verið nóg dygg kapping um plássini í ár. Fyri komandi ár er tað fyrst og fremst týdningarmikið, at vit varðveita fólkið, sum vit hava havt at arbeiða við. Vit hava einar sjey ungar spælarar, sum tey næstu árini kunnu gerast 1. liðsspælarar, um tað verður borið rætt at, men tað sigur seg sjálvt, at teir gerast ikki stuðulsspælarar her og nú. Tí hevði tað verið gott at fingið onkran stuðulsspælara afturat.
Onkrar ábendingar hava verið um, at tað ikki hevur verið so heppið við kapping um plássini á KÍ liðnum?
- Samstundis, sum vit arbeiða við at gera fótbóltsliga partin betri, og tað haldi eg avgjørt, at hann er vorðin, so er tað týdningarmikið, at tað í einum felag sum KÍ er fatan millum fólkið fyri, at tað kann koma seg soleiðis, at onkur, sum hevur verið fastur á liðnum, eitt skifti verður eykaspælari, uttan at tað skal hava so ógvusligar avleiðingar, at spælarar tosa um at skifta felag. Tað ber ikki til.
Hevur tú kent stórt trýst á tær, nú tað leingi ikki gekk serliga væl?
- Sum ítróttarmaður havi eg so nógvar og drúgvar royndir, at tað hevur ikki bilað. Tú skalt minnast til, at eg havi spælt í týsku bundesliguni, har trýstið var støðugt og stórt á okkum. Nú tá ið úrslitini í fleiri umførum ikki vóru so góð, varð nógv tosað í og kring felagið. Eg veit væl, og tað er ein styrki fyri felagið, at áhugin í býnum er rættuliga stórur fyri KÍ, men eg má siga, at eg sum menniskja havi verið skulu vit siga ørkymlaður og ikki sørt vónbrotin av summum av tí, sum hevur verið tosað. KÍ viðhaldsfólkini mugu ikki gloyma, at tað serliga í torførum tíðum er týdningarmikið at stuðla og bera.
Um tú verður venjari næsta ár, verður KÍ so við í kappingini um meistaraskapin?
- Nú mugu vit fyrst fáa hetta kappingarárið frá hondini og vóna, at góða gongdin síðstu vikurnar fer at halda fram í fýra teimum síðstu umførunum. So kann tað væl fara at vísa seg, at vit fara at røkka upp um miðjuna í endastøðuni. Sum eg so ofta havi sagt, so er KÍ í góðari menning. Tað sást eisini á úrslitunum í yngru deildunum, sum so at siga allar hava fingið góð úrslit í ár. Tað gongur rætta vegin, og um vit varðveita fólkið, sum vit hava, og møguliga fáa onkran afturat, samstundis sum ungu menninir mennast, so rokni eg við, at KÍ í framtíðini fer at kappast har, sum tað er hugaligt at vera við, sigur Ove Flindt Bjerg.