Tór-Ingar nærkast HB

Sum gløggi lesarin ivaleyst hevur lagt til merkis, so taldist Tór-Ingar Akselsen millum málskjúttarnar, tá FS Vágar leygardagin vann 4-1 á B36 í aðru deild.
Tór-Ingar var í fjør partur av HB-liðnum, sum gjørdist føroyameistarar, og hann endaði eisini árið í landsliðshópinum til dystirnar móti Skotlandi og Litava.
Í ár hevur hann tó ikki verið at sæð í fremstu røð, men hevur ístaðin verður staddur uttanlands.
Nú er hann tó komin heimaftur á klettarnar, og einki er at ivast í, at tað eru fleiri feløg, sum fegin vilja hava hann at skifta aðru deildar fótbóltin í Vágum um við fótbólt í fremstu røð.
Eitt av feløgunum, sum hevur víst leikaranum áhuga, er HB, og tað hevur eisini ljóðað, at sáttmáli longu er gjørdur, men hetta verður tó avvíst av leiðsuni í felagnum.
- Vit hava sjálvandi verið í sambandi við Tór-Ingar. Tað hava vit verið, síðani hann fór av landinum, so tað er einki nýtt í tí. Men enn er so eingin sáttmáli skrivaður um nakað sum helst, sigur Birgir Enghamar, formaður Havnar Bóltfelag.