Jóannes Jakobsen var ein fegin maður, tá tað varð staðfest, at B36 aftur hevði kropið sær upp á annað plássið á stigatalvuni.
Seinastu løtuna tóktist hann annars ikki vera so nøgdur, tá menn hansara helst hildu, at sigurin var heima, men hóast hetta, so tóktist venjarin kortini fegin eftir dystin.
- Vit hava eina løtu móti endanum, har leikararnir hava lyndi at gera tey einføldu tingini trupul, men tað kann so ikki skugga yvir restina av dystinum, helt venjarin.
- Tað vóru fyrst og fremst stigini, sum taldu í dag. Trýstið á leikarnum hevur verið stórt seinastu tíðina, og tí eri eg fegin um tann viljan, sum var á liðnum í dag. Fyri tað allar mesta hildu vit okkum savnaðar um uppgávuna, og so kunnu tíggju minni góðir minuttir móti endanum ikki oyðileggja gleðina um sigurin, helt altso Jóannes Jakobsen at enda.
Nakað smalir
Jónhard Frederiksberg iðraði seg sjávlandi um, at tað ikki eydnaðist teimum at fáa stig úr dystinum móti B36, og hann ásannaði eisini, at tað kanska vóru royndirnar, sum vóru á muni.
- Teir hava kanska leikararnar, sum eru meira vanir við slíkar dystir. Hjá okkum riggaði spælið ikki, soleiðis sum tað plagar, og serliga høvdu vit ilt við at fáa bóltarnar inn um verjuna hjá teimum.
- Tað telir so heldur ikki rætta vegin, tá vit missa týðandi leikarar til dystin. Har er hópurin nakað smalur, og tað merktist væl í dag.
Og tit fingu so eisini tvey leikbann í dag. Tað ger ikki støðuna betri?
- Avgjørt ikki. Sjálvur eri eg helst heldur ikki tøkur til næsta dyst, tí eg skal í praktikk umborð á Brimli, so vit fara aftur at mangla leikarar til tann dystin.
Vil tað so eisini siga, at tit nú siga tykkum vera nøgdar við, at talan verður um Toto-Cup næsta ár og ikki UEFA-Cup.
- Avgjørt ikki. Vit ætla okkum í øllum førum at royna til tað seinasta. Tað er bara eitt stig upp til silvurið, og næstu ferð hevur B36 dyst móti HB, so vit halda okkum avgjørt hava møguleikan, segði kviki framherjin, sum nú eisini er landslisleikari, at enda.