ÍF stríddi seg til sigurin

Hóast fuglfirðingar ikki vilja hoyra talan um, at teir nú kunnu kenna seg tryggar á níggjunda plássi, halda tey flestu, at ÍF kann fara at fyrireika seg til upp- og niðurflytingardystirnar ímóti næstbesta liðnum í 2. deild

ÍF hevur nú fingið tíggju stig. B68 hevur framvegis tvey stig. Fýra dystir eru eftir at leika. Bert ein sera svartskygdur fuglfirðingur og ein sera bjartskygdur toftamaður kunnu yvirhøvur ímynda sær, at B68 á nakran hátt skalar ÍF í botnstríðnum, sum er um at vera av. Hesi bæði liðini hava eisini ein innanhýsis dyst á Toftum, og tá fer avgerðin óivað at fella.
Sigurin sunnudagin hevði alstóran týdning fyri ÍF í botninum, men VB skal hinvegin ikki gera sær stórar vónir um at røkka triðja plássinum og evropeiskum fótbólti komandi kappingarár.
Talan var ikki um tann best leikta dystin á árinum, tá ÍF tók ímóti VB. Fyrri hálvleikur var sera vánaligur, og liðini fingu ongantíð spælið á glið. VB hevði hesa løtuna eina lítla yvirvág í leiki, tó uttan at nakað stórvegis spurdist burturúr.

Stríðsviljin sigraði
Seinni hálvleikur var hinvegin meira áhugaverdur fyri áskoðaran. Tá tíggju minuttir vóru farnir, fekk ÍF einasta málið í dystinum. Áki Petersen, sum var við aftur í byrjunaruppstillingini, gjørdi eitt gjøgnumbrot av høgra bakki. Anders Sørensen hjá VB fór skeivur av bóltinum, og hetta gav Áka høvi at leggja innfyri til nærmastu stong til argentinaran Gunnar Nielsen, sum hevði reikað inn í brotsteigin úr vinstru síðu. Hann langaði til fyrstu ferð úr eini tólv metra fjarstøðu, og bólturin smeyg sær innum við nærmastu stong. Gunnar Nielsen hevur víst seg at vera ein fongur hjá ÍF. Hetta er annar dysturin á rað, at hann er á máltalvuni.
ÍF-liðið, sum kom útaftur til annan hálvleik, vísti ein heilt annan hugburð, og stríðsviljin var sera sjónligur teir seinastu fýratifimm minuttirnar. Hetta er óivað tað, sum krevst fyri at skava sær nøkur dýrabar stig á útivølli. Stríðsvilji var lyklaorðið hendan dagin, tá fótbóltsspælið ikki var av tí besta.
Venjarin Petur Mohr hevði eisini skift spælskipan í steðginum. At byrja við spældi ÍF við eini 4-3-2-1 skipan, men hetta vísti seg ikki at rigga, og tí varð spælskipanin broytt til eina vanliga 4-4-2 skipan. Sylla varð settur fram í álopið saman við Magna á Lakjuni, og Gunnar Nielsen datt aftur á vinstra vong.

Mindaugas gjørdi um seg
VB mátti svara aftur, og svarið lá í áleyparanum Mindaugas, ið kanska heldur óvæntað sat á bonkinum hendan dystin. Hann kom inn fyri Dan Djurhuus, tá hálvur tími var eftir, og hann gav fuglfirðingum grá hár á høvdið.
Hann skapti nógv órógv í brotsteiginum hjá ÍF við síni styrki í nærdystunum. Hann fekk tó ongantíð nakran veruligan opnan málmøguleika, men hann stríddi seg til fleiri hálvar møguleikar.
Tað skuldi tó ikki vera dagurin hjá VB. Hóast vágbingar løgdu stórt trýst á ÍF-málið seinastu løtuna, so eydnaðist tað ikki at lirka verjuna upp.
VB-arar kendu seg snýttar fyri eitt brotsspark í seinna hálvleiki, tá Palli Augustinussen datt fram eftir rommum, í tí hann dróg framvið Rúna Elttør. Dómarin lat tó ikki við seg koma, hóast vágbingar vístu sína ónøgd við vantandi dómin.
Móti endanum av dystinum royndi ÍF at binda um heilan fingur. Ein av teimum meira royndu monnunum, Eyðálvur Petersen, varð settur inn fyri málskjúttan Gunnar Nielsen, og Eyðun Ryggshamar kom inn fyri Muhamed Sylla. Tveir verjukendir arbeiðshestar fyri tveir álopskendar leikarar, og hetta vísti seg at geva bonus, tí at ÍF helt málið reint fyri fyrstu ferð í landskappingini í ár.
Bæði liðini høvdu ein verjuleikara sjúkan til dystin sunnudagin. Hjá VB lá Eyðun Jacobsen sjúkur eftir í Vági, og hjá ÍF var Viggo Johannesen heldur ikki til dystin fús. Hjá VB hevði hetta við sær, at Jákup Olsen varð settur í miðverjuna hjá VB.

Eingin tryggleiki
Petur Mohr, venjari hjá ÍF, vil ikki hoyra talan um, at fuglfirðingar nú kunnu kenna seg tryggar á níggjuna plássi.
? Vit kenna okkum als ikki tryggar enn. Tað eru tólv stig eftir at spæla um, og enn er einki avgjørt. Tað eru fjúrtan dagar til næsta dyst, og vit fara at koyra á leikararnar hesar báðar vikurnar, sigur Petur Mohr.
Næsti dystur hjá ÍF verður ímóti EB/Streymi á heimavølli, og møguleikarnir hjá ÍF at fáa stig í hesum dysti mugu sigast vera góðir. EB/Streymur hevur ikki so nógv at stríðast fyri annað enn æruna, og fuglfirðingar vilja óivað vaska stórtapið á Eiði av sær.
VB kann enn røkka triðja plássinum, har Skála í løtuni situr, men tað krevur ein rættiliga góðan endaspurt, sum byrjar við B68 á heimavølli um tvær vikur.

FAKTA UM DYSTIN
ÍF - VB 1-0 (0-0)
1-0: Gunnar Nielsen
ÍF: Karsten Joensen - Áki Petersen, Bartal Eliasen, Rúni Elttør, Fritleif í Lambanum - Hanus Eliasen, Høgni Madsen, Høgni Zachariasen - Muhammed Sylla (Eyðun Ryggshamar), Gunnar Nielsen (Eyðálvur Petersen) - Magni á Lakjuni (Høgni á Lakjuni)
VB: Bjarni Johansen - Mortan úr Hørg, Anders Sørensen, Jákup Olsen, Kári í Lágabø - Símun Samuelsen, Milan Kulic, Jón Pauli Olsen, Palli Augustinussen - Dan Djurhuus (Mindaugas Grikalavicius), Poul N. Poulsen