Hann hevur í mong ár verið almennur persónur. Fyrru árini var tað sum málverji hjá HB, og seinastu tíðina hevur tað verið sum politikari og nú formaður í Sambandsflokkinum.
Kaj Leo er sonur Karina, sum var fødd Holm Jacobsen, og Leo Hans Johannesen. Tey eru bæði ættað úr Mykinesi. Leo Hans doyði í syndarligu bátsvanlukkuni í Mykinesi fyri skjótt trettan árum síðani. Tey eru fimm systkin, Kaj Leo er næstyngstur, og hann er einsamallur beiggi. Liss Jacobsen og Marin Rasmussen búgva í Havnini, Jacobina Hansson býr í Hoyvík, og Oddvør Mohr, sum er tann einasta, ið er yngri enn Kaj Leo, býr í Havnini.
Kaj Leo var blaðungur, tá ið hann fór til skips, og hann sigldi í fleiri ár, eitt nú við línuskipum í langfarasigling. Síðani fór hann upp á skúla og leyk skipsføraraprógv. Tað var kortini skjótt, at hann legðist uppi. Hann seldi bilar fyri Reyni Service, áðrenn hann aftur fekk samband við fiskin. Fyrst var tað á Føroya Fiskasølu, sum tá framvegis var risin í føroyskum vinnulívi, so var tað á Kósini í Klaksvík, har hann segði seg trívast ógvuliga væl, og nú hevur hann í fleiri ár saman við øðrum rikið fyritøkuna Farex, sum eitt nú fæst við at selja fisk. Kaj Leo eigur hesa fyritøkuna saman við øðrum.
Áðrenn hann fór til skips, hevði Kaj Leo spælt fótbólt við HB. Tá ið hann legðist uppi, leitaði hann málmanshandskararnar framaftur, og tað var skjótt, at hesin stríðsmaðurin við vinnarasinninum, og sum samstundis er so sera fryntligur og vinsælur, hevði vunnið seg á besta HB liðið, og har stóð hann í meiri enn eitt tíggju ára skeið. Hann var eisini á landsliðnum. Oftast sat hann á beinkinum, men hann hevur verið við í fýra altjóða skrásettum landsdystum.
Á kommunuvalinum í 1996 varð Kaj Leo valdur í Tórshavnar býráð fyri Sambandsflokkin. Men hann stillaði ikki uppaftur, tá ið kommunuval var fýra ár seinni. Kaj Leo er heilur, har hann er, og hann segði seg ikki trívast nakað serligt við kommunalpolitiska arbeiðnum, sum ikki er roknað at fylla so ógvuliga nógv hjá vanliga býráðsliminum.
Hugurin til politiska arbeiðið var kortini framvegis har, og á valinum í 2002 varð Kaj Leo Johannesen eykavaldur løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin í Suðurstreymi. Lisbeth L. Petersen og Heðin Mortensen vóru valdømisvald. Á valinum í januar í ár gekk ikki so væl hjá Sambandsflokkinum í Suðurstreymi. Men tað gekk væl hjá Kaj Leo. Hann varð fyrst valdur á sambandslistanum.
Síðani hevur tað gingið við miklari ferð. Tá ið Lisberth L. Petersen tók seg aftur sum formaður í flokkinum, bjóðaði Kaj Leo seg fram. Tað varð tosað um onnur formansevni, men støðan í flokkinum var soleiðis, at tað varð mett vera best fyri flokkin, at bara eitt evni var, sum kundi kjósast sum formaður, og tað var Kaj Leo. Hann má sigast bæði í sinn og skinn at vera eitt heilt øðrvísi slag av sambandshøvdingi, enn teir frammanundan hava verið. Nú hevur hann fingið stóra politiska avbjóðing. Honum líkar væl avbjóðingar, og so fæst at síggja, hvat fer at spyrjast burturúr.
Kaj Leo er giftur við Jórun Bærentsen úr Havnini. Tey eiga tveir dreingir - Heini og Jákup.