Leiðslan ætlar einki at gera

Um viðhaldsfólk í tí loynda ætla at skipa fyri meistarafagnaði í Gundadali annan sunnudag, sigur HB formaðurin seg ikki vera harra yvir, men felagið fer ikki at fyrireika veitslu hald

HB formaðurin var, sum vera man, rættuliga væl nøgdur við tað, sum hann sá hansara lið avrika á Svangaskarði sunnudagin.
Nú fara tit at skipa fyri FM fagnaði, tá ið tit fara at spæla ímóti B36?
- Vit eiga dystin, og tað hevði verið hugaligt, um nógv viðhaldsfólk høvdu møtt fyri at stuðla okkum ímóti B36. Men felagið roknar henda dystin sum allar aðrar landskappingardystir, og tað veit eg, at spælararnir eisini fara at gera. Vit hava ikki vunnið meistaraskapin, men sjálvandi sær tað rættuliga gott út. Um viðhaldsfólkini fara at fyrireika okkurt, kunnu vit í nevndini sjálvandi ikki siga nakað um. Eg rokni í hvussu so er við, at talan verður um torføra uppgávu, men eg haldi, at avrikini higartil í ár hava víst, at okkum nýtist at vera bangnir fyri nøkrum, heldur Birgir Enghamar.
- Eg má siga, at á Svangaskarði hevði eg ilt av B68 og formanninum, Niclasi Davidsen, sum eg havi gott samskifti við. Teir hava verið leingi í bestu deildini, og teir hava verið við til at sett dám á kappingarnar. Tað er ikki meiri enn eitt ár síðani, at vit kappaðust við teir um meistaraskapin. Men avrikið hesa ferð vísti, hví støðan hjá teimum er, sum hon er. Tað var bara fyrsta partin av seinna umfarinum, at teir vístu nakað, er meiningin hjá HB formanninum.