trúgva. Tað er neyvan nakar ivi um, at Bretland fer ikki uttan víðari at geva nakað frá sær fyri okkara skyld. Talan kann vera um so stórar upphæddir, at lata bretskir embætismenn føroyingum øki, sum seinni [...] vera millum tey ríkastu oljuøkini í Norðsjónum Talan er um týðandi avgerðir fyri Føroya framtíð, sum okkara politikarar skulu taka í næstum. Øðrumegin kunnu vit ikki seinka eini náttúrligari gongd - hinumegin
EFTIR okkara tykki hava vit føroyingar brúk fyri at fáa persónar valdar á fólkating, sum í størri mun virka fyri Føroyum enn fyri júst sínum egna flokki ella síni egnu ideologi. Tað er eftir okkara tykki [...] stjórn at finna eitt felags stev, har álit avloysir misálit. Ein av mest týðandi uppgávunum er eftir okkara tykki at gera tað neyðuga lobbyarbeiði á Christiansborg, sum nettup skal fáa leiðandi politikarar [...] komandi tvey árini men eisini inn í næstu øld. Lat okkum tora at hyggja hvør annan í eyguni og siga okkara hugsan hvør við annan á ein hátt, sum skapar virðing heldur enn at liggja í skýmaskotum og gera ætlanir
teirra, sum eru stak ónøgd við politikkin, sum danska stjórnin hevur rikið mótvegis Føroyum, og tað er okkara hugsan, at Nyrup hevur ikki roynst nakar Føroyavinur. Avgerðin ikki at taka av innbjóðing at vitja [...] stívrendur móti Føroyum í sínum úttalilsum sum aðrir, so her er einki gott í væntu. Tað vit seta okkara álit til er, at aðrir politikarar í danska javnaðarflokkinum so sum fólkatingsins formaður Erling [...] kann nú loksins vera tann boomerangin, sum fær stjórnina at falla. VIT seta tí við eitt komandi val okkara álit á tær framskygdu og skilagóðu kreftir í danska javnaðarflokkinum, sum kunnu vera við til at
eitt enn betri og fjølbroyttari blað. Vit halda eisini, at vit við hesi internetskipan kunnu veita okkara lesarum og viðskiftafólki kring alla verðina eina sera góða tænastu. Umframt informatiónsvirðið, [...] Sosialinum kanst tú halda blaðið fyri eins lítið og tað kostar at halda tað í Føroyum. TAÐ skal vera vón okkara, at hetta tiltakið fær góða undirtøku og vilja vit sohvørt gera neyðugar og skilagóðar broytingar
siga, at land og fólk okkara hevur eina sál - tað eru bygdirnar og tey pláss kring landið alt, sum heilt náttúrliga føra traditiónirnar víðari, tað vit eisini kunnu nevna okkara fólkamentan. FÆR út í Fugloynna [...] plássum, sum liggja uttan fyri høvuðsstaðnum og teimum heilt stóru plássunum. TAÐ er uppá tíðina, at okkara politikarar fáa eyguni upp fyri, hvønn veruligan týdning ein góð samferðsla millum oyggjar og bygdir [...] sum fara at seta út í kortið. Tí er bert andstøðan eftir, og hana verða vit tí noydd til at seta okkara álit á. Í dag kemur formaður javnaðarfloksins við einum boð uppá, hvat kann gerast.
hoyra, hvat útlendskir ummælarar siga um filmin. Vit fara í blaðnum at fylgja hesum ummælum og greiða okkara lesarum frá teimum, tí hetta er nakað, sum føroyingar uttan iva vilja síggja og hoyra um. TAÐ er
vikur hava vit roynt skipanina, og halda vit okkum vera komin so væl ávegis, at vit nú bjóða lesarum okkara tænastuna - ókeypis í eini royndartíð. Gjøgnum Internetið koma vit sum blað longur út, og vit fáa
Hví ikki stinga út í kortið ein landspolitikk, sum røkkur langt inn í næstu øld, eina útbygging av okkara samfelag, sum byggir á langtíðar landsplanlegging! NÚ tað verður tosað um eina komandi frálandavinnu
at viðurkenna, hvat er gingið galið og so royna at fáa tað besta og mest rættvísa burtur úr. EFTIR okkara tykki hava embætismenninir í danska løgmálaráðnum borið seg ómetaliga jánkasliga og margháttiliga
plássini kring landið. Tað skal vera medvirkandi til desentraliseringina, so løgið tað nú kann ljóða. Í okkara hugaheimi er eingin ivi um, at verður Kollafjørður partur av Tórshavnar kommunu, so fer hetta at