tónleikur ger nógv um seg úti um landoddarnar. Ein av bólkunum, ið øgiliga skjótt klívur upp stjørnustigan, er The Ghost. Men hetta er eisini ein bólkur, ið vit hoyra lutvíst lítið um her heima. Nú er tíðin [...] Airwaves festivalin, sjálvt um skráin var full. Alt hetta gekk upp, sjálvt um odsini vóru ímóti. Eg vildi mett, at mann náddi hetta uppá uml tvey ár, men vit eru her nú, sjálvt um bólkurin ikki eingongd er [...] greitt: - Ein segði við meg einaferð, at tú selur meira, um tú skrivar fúlar og ógvusligar tekstir. Eg svaraði, at tað vil eg ikki, tí tað er ikki tað, ið eg føli. Eg skrivi tekstir um kenslur, tankar og samfelag
ikki nógv um konufólkini í síni ætt. Men eitt undantak er, og tað er umrøðan av ommuni Sophie Helene. Hon hevur verið ein serlig kvinna og fær eisini nógva umrøðu í hansara ikki útgivnu frásøgn um ættarfólkini [...] ættarfólkini. Hann hevur eisini skrivað eina stuttsøgu um ommuna, og kallast hon “Min romantiske bedstemoder”. William skrivar, at tað ber illa til at ímynda sær tvey so ymisk fólk sum hansara tvær ommur [...] snart uhyggelige gamle politiske karikaturer, som man jo ikke fattede et muk af, men som man så meget desto bedre kunde sidde og fantasere en herlig privat mening ind i, medens bedstemoders klaverelever
meðan eg berji meg gjøgnum enn eitt herðindi av svøvnloysi og enn eina vøkunátt í amerikansku oyðimørkini” Soleiðis byrjar nýggja skaldsøgan hjá Paul Auster Mand i mørke. Søgan snýr seg um 72 ára gamla August [...] finnur August Brill uppá eina søgu um ein mann, sum eitur Owen Brick, sum vaknar í eini holu og finnur út av, at USA er beint í einum borgarakríggi. Brick fær síðani boð um at finna mannin, sum hevur skyldina [...] hesuferð, sum hann ofta verður, tá hann byrjar at fortelja søgur um at fortelja søgur ... Í veruleikanum er søgan rættiliga logisk, tá tú hugsar um, at Brill sjálvsagt ikki hevur hug at liva, og sjálvandi kunnu
at gera viðmerkingar til. Annað snýr seg um viðurkendar bíbliugranskarar og hitt um viðurkenda bíbliugransking. Bíbliugranskarar SA heldur uppá, at eg prýði meg við nøkrum útvaldum “hetjum”, meðan hann [...] báðir væl at grundgeva, men tað einasta, sum eg havi sagt um teir er, at uttan mun til, hvat vit onnur halda um teir, so eiga vit at gleðast um, at tílíkir djarvir persónar eru til. Tað merkir ikki endiliga [...] klókari og viðurkendari enn teir, sum eg prýði meg við. Hvørjir hesir vísindamenn eru, ella hvat teir vísindaliga sæð standa fyri, fáa vit einki at vita um. SA nýtir nærum ein heilan teig av greinini til
sum um tey ongantíð hava møtt einum bláoygdari menniskja. Og tað hava tey kanska heldur ikki. – Í ávísum førum er kríggj neyðugt, um tú vilt varðveita títt samfelag. Og tá tit evropearar prædika um ma [...] Dalai Lama, og hansara vísdómsorð um mentala disciplin. Um at bjóða negativum tankastrukturum av og tilvitað dyrka uppbyggjandi hugsanir. Men halt kjaft sum tað mangan er langt millum teori og praksis [...] hetta fríggjakvøldið í Tel Aviv slappar av saman við vinmonnum. Í tímar havi eg spurt hann um lívið sum hermaður. Um hvussu tað í roynd og veru er at vera har úti á vígvøllinum við eini maskinbyrsu og kempa
snýr seg um annan heimsbardaga og er ein sterk og tragisk kærleikssøga, um hvussu illa tað kom at gangast tveimum ungum fólkum í 1940. Filmurin snýr seg um tað, sum er ógjørligt at fyrigeva, og tí um at fyrigeva [...] franskur filmur um lívið hjá mest elskaðu og tragisku fronsku sangarinnuni nakrantíð. Blanchett kom heldur ikki at vinna ein Oscar fyri besta kvinnuliga hjáleiklutin í filminum: I´m Not There, um mytiska [...] Will Be Blood, ið hvørki er ein lættisoppafilmur ella ein blockbuster-filmur, men heldur ein lagnutung søgu frá Gamla Testamenti, um samanbestin millum mammon og trúgv. Cohen brøðurnir stóru vinnarnir Ársins
ella Gundersen – hvør veit. Nú fór eg kanska eitt sindur av sporinum, so lat meg venda aftur til prutkoyringina í Vágum. Lat meg beinanvegin siga, at henda skilaleysa prutkoyringin og hesi óforsvarligu foreldrini [...] at tað prutlar undir lokinum, dreingirnir kóka av illsini og hugsa um, at hevna seg inn á Regin Jespersen. Tú veit ikki, hvat tú tosar um Sofus – einki er undómurin í Vágum soleiðis fullur av hevndarhuga [...] Tá eg las tína viðmerking, fekk tað meg at hugsa, at eg kanska ikki hevði verið nóg greiður í viðmerking míni, og at tað var tí, tú ikki hevði fatað tað, ið eg legði dent á – ella ætlaði at leggja dent
ein filmur um ósvaraðan kærleika. Ungi filmsmaðurin er skótur at viðganga, at slíkar søgur sjálvandi eru sagdar fyrr, men tað ger bara avbjóðingina tess størri. - Fyri meg veldst tað ikki so nógv um, hvørja [...] kensla Við sálarliga filmsdramanum um desperata sníkjaran Árna og vøkru Sáru, hevur 19 ára gamli Andrias Høgenni ognað sær ikki færri enn tvey pláss í kappingini um bestu norðurlendsku ungdómsfilmar í [...] sum nakrantíð er hent fyri meg .... Tað er akkurát, sum at eg og Sára hava eitt serligt band, sum knýtir okkum saman” Andstygd og samkensla Hvaðan sníkjarin hevur fingið tankan um serliga bandið millum seg
Hóast filmurin og sendirøðin eitur “Sex and the City”, snýr hon seg ikki mest um sex. Vinarlag, kærleiki og innara stríðið um at finna tað røttu rytmuna í lívinum eru berandi evnini í fiminum. Brúdleyp Stóri [...] ogna sær. Eisini var tað bara mannligir barvørrar at síggja ílatir sera flott. Forvitin frøist Um vit hugsa út um kassan og síggja kvinnurnar frá Sex and City í einum størri perspektivi, so sæst, at tær í [...] hugsaði við mær sjálvum, at ein filmur, sum hevur tørv á so góðari reklamu, má verða vánaligur, okkurt er í øllum førum ikki, sum tað eigur at verða. Men eftir at eg hevði vant meg við tankan og set spurnartekin
fylla út. Her skuldu setast allir vanligir upplýsingar um sjúklingin sum navn, føðidag, bústaður, um viðkomandi fyrr hevði verið á sanatorinum, um viðkomandi var limur í sjúkrakassa, og kanska ikki minst: [...] virkseminum var at linna um hjá teimum húskjum, sum vóru rakt av tuberklum. Hetta kravdi nógvan pening, og tað vóru nógvar góðar kreftir, sum hjálptu. Tey flestu hava hoyrt um svenska filmmannin Nordenskjøld [...] Jensen. Hanna Brend gjørdi uppskriftirnar. Søgan um klippfiskamerkið hevur eisini verið frammi í FF-blaðnum, har lýst varð eftir, um nakar visti meira um hetta merki. Men eingin lat við seg koma. Nú fara