Tivandi andadrátturin fyllir ljóðmyndina. Gjøgnum høga grasið síggjast tvær ungar gentur, sum uttan at gruna ilt fara spákandi eftir vegnum.
”Har er hon. Sára”, tivar røddin.
”Hon er also meir enn bara pen – hon er fantastisk”.
Tú verður forvitin. Byrjar at elta og lúra eftir Sáru saman við óunniliga sníkjaranum. Hansara eygu verða tíni eygu. Eisini tá sníkjarin móti endanum er við at gerast eitt vet ov ólekkur ...
Serlig kensla
Við sálarliga filmsdramanum um desperata sníkjaran Árna og vøkru Sáru, hevur 19 ára gamli Andrias Høgenni ognað sær ikki færri enn tvey pláss í kappingini um bestu norðurlendsku ungdómsfilmar í 2008. Filmurin, ið hevur heitið ”Unedited love”, er nevniliga bæði við í kappingini um besta stuttfilm og besta stuttfilm í aldursbólkinum 18 til 20 ár á norðurlendska filmsfestivalinum fyri ung, NUFF, ið er tann størsti festivalurin av sínum slag í Norðureuropa.
Kappingin er hørð. Men hóast hann skal kappast móti heili 25 øðrum filmum, dylur Andrias Høgenni ikki yvir, at tað at vera í uppskoti er ein heilt serlig kensla.
- Bara tað at verða mettur millum so nógvar góðar filmar og dugnalig filmsfólk er ein ótrúliga stórur heiður. Í øllum førum er hetta ein frálíkur máti at varpa ljós á føroyskar filmar, og tað vil eg heldur enn fegin vera við til, sigur Andrias Høgenni.
Sjálvt um ein slík tilnevning ikki av sær sjálvum er ein gullbillett inn i filmsheimin, sum hann tekur til, so ivast Andrias Høgenni ikki í, at hetta kann geva honum nøkur virðismikil sambond.
- Fyrsta treytin fyri, at tú kanst gera vart við teg sum filmsskapari, er, at onnur vita av, at tú og tínir filmar eru til. Í so máta er luttøkan á hesum filmsfestivalinum eitt stórt stig á leiðini, sigur ungi filmsmaðurin.
Frásøgumátin ger tað spennandi
Filmurin ”Unedited love” ella ”Ókliptur kærleiki”, sum Andrias Høgenni skýtur upp at kalla hann á føroyskum, er ein filmur um ósvaraðan kærleika. Ungi filmsmaðurin er skótur at viðganga, at slíkar søgur sjálvandi eru sagdar fyrr, men tað ger bara avbjóðingina tess størri.
- Fyri meg veldst tað ikki so nógv um, hvørja søgu tú sigur, men um mátan, tú sigur hana. Tað er tað, sum er so spennandi – ikki minst, tá tú arbeiðir við filmi, sum gevur nakrar heilt serstakar møguleikar, sigur hann.
Í filminum verður søgan stýrd og søgd gjøgnum sníkjaralyndið hjá Árna og hansara eltandi upptøkutól. Einasta atfinningarsama røddin í filminum verðu skjótt kveistrað burtur, so Árni kann halda á at heilavaska seg sjálvan og hyggjaran:
”Hon er eitt tað besta, sum nakrantíð er hent fyri meg ....
Tað er akkurát, sum at eg og Sára hava eitt serligt band, sum knýtir okkum saman”
Andstygd og samkensla
Hvaðan sníkjarin hevur fingið tankan um serliga bandið millum seg og Sáru, er ilt at gita. Veruleikin er heldur, at Sára nóg illa veit av at Árni er til, og at einastu prát teirra millum, ganga fyri seg í høvdinum á Árna.
Sum frá líður sníkir beiski veruleikin seg eisini inn á sníkjaran. Hetta er eisini ein av fáu løtunum, vit síggja hansara andlit, tá hann velur at kæra sína neyð til sítt egna upptøkutól, meðan eyguni gerast blonk av tárum:
”Gloym tað, Árni. Tú ert bara eitt feitt reyvarhol. Ikki løgi, at ongin dámar teg ...”
Hóast filmurin bara varir í 10 minuttir, eydnast tað Andrias Høgenni at skapa eitt provokerandi bland av andstygd og samkenslu fyri sníkjaranum.
- Lat meg skunda mær at siga, at eg taki fullkomiliga frástøðu frá tí, sum hann ger móti endanum í filminum. Men áðrenn tað kemur har til, trúgvi eg tey flestu kenna seg aftur í sníkjaranum, hansara hjartasorg og kenslu av at vera uttanfyri, sigur Andrias Høgenni.
Treiskni skal til
Ungi havnamaðurin dylur ikki yvir, at hansara stóri dreymur er at sleppa at arbeiða við filmi í framtíðini.
- Trupulleikin er bara, at tað er so ófantaliga dýrt at gera filmar, so tú skalt vera rættiliga treiskur, um tú skalt gera teg galdandi. Men tað er avgjørt tað eg vil. Og krevur tað, at eg renni runt næstu fimm ári við eini fartelefon sum kamera, ja so geri eg tað, sigur Andrias Høgenni avgjørdur.
Í løtuni heldur hann eyga við ymsum filmsskúlum, sum hann kundi hugsað sær at søkt inn á. Sjálvur dámar honum best at arbeiða við filsmleikritum og leikstjórn, men hann vil fegin læra so nógv innan grundleggjandi filmsgerð frá byrjan, sum til ber. Í síðsta enda er tað tó serligi eginleikin hjá filmslistini at siga fangandi søgur, sum hugtekur Andrias Høgenni.
Spurdir hvørjar reaktiónir hann hevur fingið uppá ”Unedited love”, svarar hann við einum skálkabrosi.
- Tja, ein bað meg vælsignaðan fara til sálarfrøðing. Ein annar sat og hvepti seg, fjaldi andlitið í hondunum og mutlaði nei, nei, ...
Hvat dómsnevndin í Norðurlendska Filmsfestivalinum fer at siga, fáa vit at vita um eina viku, tá vinnarafilmarnir verða avdúkaðir.
FAKTA
”Unedited love” – ein kærleikssøga, søgd frá sjónarhorninum hjá einum sníkjara
Leikstjórn og leikrit: Andrias Høgenni
Framleiðari: Franklin Henriksen
Myndatøka: Jónfinn Stenberg
Tónleikur: Jannik Gade
Leikarar: Jónfinn Stenberg, Julia í Kálvalíð, Andrias Høgenni, Hannah Philbrow
Til ber at síggja filmin við at leita undir ”Unedited love” á www.youtube.com