Tað var ikki so nógv gjørt burtur úr, at sanatoriið varð tikið í brúk. Tað er eingin almenn vígsla, men tað var kortini ein dag, 30. mai, opið fyri serligum gestum og teir næstu tveir dagarnar fyri almenningin. Nakað kom eisini í bløðini, sum tá vóru.
Fyrst skal verða endurgivin ein stubbi, sum stóð í Dimmalætting 6. juni 1908 undir yvirskriftini:
Sanatoriet
Det er en statelig Bygning, Færøernes Amtskommune har opført i Hoydal, en Bygning, hvor man med alle de Bekvemmeligheder, der staar til Nutidens Raadighed vil tage Kampen op mod Lungetuberkulosen paa vore Øer.
I Lørdags foreviste Amtmanden og de her i Byen boende medlemmer af Sanatorieudvalget Bygningen for Thorshavns Kommunalbestyrelse og enkelte andre Udvalgte.
I Søndags og Mandags blev Sanatoriet holdt aabent for Publikums Besøg.
Nogle Ord om Bygningens Indretning.
I den høje og vidstrakte Kælderetage findes et rummeligt Køkken og Spisekammer. Maden koges ved Gas og sendes ved hjælp af et Hejseapparat op til de øvre Etager. Endvidere findes i Kælderetagen Rullestue, Vaskestue, Tørkerum, Badeværelse for Sanatoriets Funktionærer, Kedelrum og Brændselsrum. To brændselbesparende og vel isolerede Dampkedler yde Damp til Varmeapparaterne, som forgrene sig gennem hele Bygningen. I de øvre Etager findes de rummelige og hyggelige Sygestuer, Spisestue, samt Værelser for Personalet m.m.
Til belysning af Bygningen samt til kogning anvendes Gas, som fremstilles i et dertil indrettet selvvirkende Gasværk.
Kommunelæge Jensen har allerede begyndt sin Virksomhed som Sygehuslæge og er ligesom Sygeplejersken Frk. Flagstad, Bestyrerinde, Frk. A.M. Berg samt det øvrige Personale travlt beskæftiget med at bringe alt i Stand til at modtage de syge efter Pinse.
Da Værket nu er kommet sin Fuldførelse, skulle vi minde om, hvem der rejste Sanatoriesagen her paa vore Øer, nemlig afdøde Boghandler Niclassen (versonur H. N. Jacobsen), Provt Petersen og Sysselmand Schrøter. En tak fortjener den danske Nationalforening til Tuberkulosens Bekæmpelse for al Hjælp og Støtte, den har ydet, og Tak fortjener Regering og Rigsdag, som har ydet Tilskud til Bygningens Opførelse og gennemfør de humane Love, som gør det muligt for selv de mest ubemidlede at kunne nyde godt af Sanatoriebehandlingen.
Vánaligar umstøður á Amtshospitalet
Tingakrossur hevur eisini eina umrøðu av nýggja sanatoriinum. Men blaðið ger vart við, at tað haltar framvegis á sjúkrahúsøkinum.
Greinin er soljóðandi:
Sanatoriet – Hospitalet
Det var en større Folkevandring, der i Søndags fandt sted her fra byen op til Sanatoriet, hvis Seværdigheder nu for første Gang stod aabne for Publikums Eftersyn. I Lørdags var Byens offentlige Repræsentanter, deriblandt Pressen, indbudt til at bese den heroppe enestaaende Anstalt, som jo er udstyret efter alle nutidsmæssige Krav.
Men der er et andet Sygehus, som Sanatoriets Herligheder dobbelt frister til sammenligning med, saa meget mere som dets hele Anlæg burde gøre Fordring paa en mindst lige saa stor Omhu og Bekostning som Tuberkulose-Sygehuset. Det er Amts Hospitalet. Saa ofte er dettes mangler fremhævede, ikke mindst her i Bladet, at al nærmere paavisning heraf skulde synes ganske overflødig, og dog er der stadigvæk grumme ringe Udsigt til den Tidssvarende Hospitalsbygning, hvis Nødvendighed erkendes af alle.
Navnlig i sammenligning med det moderne udstyrede Højdals-Sanatorium er Amts-Hospitalets forældede Lokalitetsforhold nærmest en Skandale.
Hetta er uttan iva rætt. Men tað gingu heili 16 ár, til vit fingu eitt nýtt hospital, Dronning Alexandrines Hospital, í 1924.
Gongur trekt at fáa sjúklingar
Tann 17. juni 1908 skrivar Tingakrossur:
Det gaar foreløbigt trægt med Anmeldelser af Patienter til Sanatoriet. Hidtil er der kun indlagt 2. 2 er umiddelbart ventende og 4 er yderligere anmeldt.
Desværre har det sparsomme besøg ikke sin Grund i, at der er saa faa Tuberkulose-Syge. Deres antal er til tværtimod uhyggeligt stort.
Hetta merkir so, at nú er sanatoriið byrjað at taka sjúklingar, og tað er so í hesum døgum júst 100 ár síðan. Tað hevur neyvan tikið langa tið, áðrenn húsið er fult.
Upptøkureglur
Tað vóru trý oyðubløð, sum skuldu útfyllast í samband við upptøku á sanatoriinum.
Skema A skuldi sjúklingurin sjálvur fylla út. Her skuldu setast allir vanligir upplýsingar um sjúklingin sum navn, føðidag, bústaður, um viðkomandi fyrr hevði verið á sanatorinum, um viðkomandi var limur í sjúkrakassa, og kanska ikki minst: Hvør skal gjalda kostnaðin?
Skema B var ein læknaváttan við trimum síðum um heilsustøðuna hjá sjúklinginum. Spurningarnir snúðu seg eisini um órsøkina fyri sjúkuni. Hetta kundi vera: Arv, Smitte, disponerende Levevis, forudgaaende Sygdom, Depression. Umframt vóru nógvir aðrir spurningar av læknaligum slag.
Skema C var ein váttan um, hvør ið skuldi gjalda fyri sjúklingin.
Ein serlig vegleiðing var fyri, hvat ið sjúklingurin skuldi hava við sær, og her var meira fyri konufólk enn fyri mannfólk.
Ein kvinna skuldi hava við sær umfram tey klæði, hon var í:
2 kjólar
4 ulltroyggjur (við høgum hálsi og longum ermum)
4 pør av ullintum sokkum
3 pør av buksum
skjúrt
4 serkir
3 náttroyggjur
12 lummaturrikløð
1 skógvar ella styvlar
1 kapskógvar
1 morgunskógvar ella 4 pør av rotuskóm við skóleistum
1 oljuklæði við sydvesti
1 klædnabust
Um sjúklingurin átti eitt lummaur og galosjir og posatroyggju, átti hetta at vera tikið við. Meira átti ikki at verða tikið við, tí tað kundi illa fáast pláss fyri meira í skápinum, sum sjúklingurin fekk á sjúkrahúsinum. Sjúklingurin skuldi eisini hava kamb ella hárbust við umframt tannbust. Hetta kundi tó eisini fáast til innkeypsprís á sjúkrahúsinum. Átti sjúklingurin eitt læknatermometur skuldi tað takast við.
Á øllum klæðum skuldi seymast eitt nummar, sum sjúklingurin fekk sendandi.
Sjúkrahúsið átók sær ikki at goyma ov stór kuffert. Men tað kundi hava virðislutir í varðveitslu.
Talan var um tvey sjúkrahús
Í Dimmalætting og Tingakrossi var dagfest 21. mai ein frágreiðing frá amtmanninum Christian Bærentsen ”Om optagelse paa Sygehuset i Hoydal”.
Hetta er ein frágreiðing til almenningin og eisini vegleiðing til komandi sjúklingar og fara vit at taka brot úr hesi grein, sum eisini kom som serprent.
Sagt verður milum annað:
Vanliga verður tosað um sanatoriið sum eina eind. Men tað er ikki heilt rætt. Talan er um tvær sundurskildar deildir. Onnur er ein ”Folkesanatorieafdeling” og hin er ein ”Tuberkulosehospitalsafdeling”, sum hvør hevði pláss til 16 sjúklingar. Hvør deild hevði átta sjúklingar av hvørjum kyni. Tilsamans vóru tískil 32 pláss.
Á teirri fyrru deildini skuldu bert viðgerðast fólk, sum høvdu lungnatuberklar á byrjunarstigi, meðan á seinnu deildini vóru sjúklingar, har sjúkan hevði gjørt meira vart við seg. Deildin var serliga ætlað slíkum, ”der af særlige, ofte kun foreløbige Grunde, ikke kunne drage tilbørlig. Nytte af Behandlingen paa et Sanatorium.” Í báðum førum var bert talan um sjúklingar við tuberklum í lungunum.
Gjaldið og kostnaður
Gjaldið á sanatoriudeildini var kr. 3 um dagin fyri hvønn sjúkradag og kr. 2 fyri børn undir 15 ár. Á hospitalsdeildini var gjaldið ávikavist kr. 2,50 og kr. 1,66 um dagin.
Men fyri ”ubemidlede” rindaði staturin ¾ av hesum. Tað var vist eisini so, at sjúkrakassin rindaði gjaldið hjá sjúklinginum hjá sínum limum.
Síðan greiðir amtmaðurin frá, at tað er ”Færøernes Amtskommune”, sum hevur staðið fyri byggingini av sanatoriinum við tilskoti frá statskassanum. Hetta tilskotið hevur verið upp til kr. 2.000 pr. song, tó ikki meira enn kr. 60.000. Roknað verður við, at hetta dekkar helvtina av kostnaðinum. Danska tuberklafelagið hevur stuðlað við 10.000 krónum. Samlaði kostnaðurin var um kr. 130.000.
Statstilskotið verður mett til at verða kr. 23.944 við fullsettum sjúkrahúsi.
Tórshavnar Kommuna hevur uttan viðurlag fyri 50 ár, og við møguleika fyri framleinging í enn 50 ár, latið sanatoriinum brúksrætt til økið í Hoydølum. Hon hevur eisini latið gera veg niðan til Hoydalsá. Hetta arbeiðið var boðið út, og boðini lógu um kr. 1,50 – 2,00 fyri hvønn favn.
__________________________________________________________________
Tuberklafelagið
Vit fara nú at loypa fram til 1920-ini. Tuberklarnir gerast ein sótt, sum kostar eini 30 lív árliga. Tað verður meira og meira ein fólkasak at berjast móti hesi sótt
Í 1924 verður stovnað Føroya Felag móti Tuberklasjúku. Tilfarið til hendan partin av greinini, stóð í 2003 í FF-blaðnum. Álvur Danielsen útvegaði keldutilfarið.
Orsøkin fyri stovnanini av tuberklafelagnum varð umrødd í 50-ára ritinum hjá Havnar Sjúkrakassa. Her verður greitt frá teimum innleggingum, sum sanatoriulæknin ella sjúkrasysturin gjørdu – ofta vóru tað sjúklingar av bygd. Síðan verður sagt um umstøðurnar hjá fólki, sum verða innløgd:
Ofte manglede Folk det nødvendige Tøj, eller naar det var Familieforsørgeren eller Hustruen, kunde frygten for hvordan det skulde gaa den øvrige Familie økonomisk i den Tid, Sanatorieopholdet varede bevirke, at Patienten undslog sig for at forlade Hjemmet. I saadanne Tilfælde hjalp Foreningen dem med det nødvendige Tøj eller ydede en maanedig Understøttelse til Familien eller hjalp paa en anden maade, alt efter som de særlige Forhold i hvert enkelt Tilfælde krævede.
Hetta er ein søga um ein dapran part í okkara søgu, men hetta er eisini ein positiv søga um viljan at berjast ímóti teirri vanlagnu, sum rakti nógv.
Støðan var tann, at tað var ikki nøkur rættilig viðgerð fyri tuberklar. Fremsta viðgerðin var at fáa nógv og gott at eta og at vera nógv í frískari luft. Sjúkralegan kundi tí vera sera drúgv. Kenni sjálvur mann úr Mikladali, sum lá 10 ár í Hoydølum. Hann slapp heim eina ferð øll hesi árini, og pápi hansara kom eina ferð at vitja hann. Tað er ringt at ímynd sær, hvussu trupult hetta má hava verið.
Sanatoriets Jul
Eitt dømi um hetta er stubbin við hesi yvirskrift, sum stóð í bløðunum í desember 1932, undirskrivað av læknanum Erik Lynge:
I mange Aar har Sanatoriet til Julen modtaget talrige Gaver fra Nær og Fjern med det Formaal at gøre Julen festlig for disse syge, der er afskaaret fra at fejre Højtiden i Hjemmet.
Patienterne har i Aar et stort Juleønske, som de har bedt mig fremkomme med overfor de mange, som aarligt plejer at tænke paa dem ved denne Lejlighed.
De ønsker sig installeret en Radiomodtager her paa Sanatoriet. Enhver vil kunne forstaa, hvad et saadant Apparat vil kunne bringe af Adspredelse, Belæring og fornøjelse i den ensformige Dag paa et Sanatorium.
Det er Patienternes eget Ønske, at de Gaver, der eventuelt indkommer ved Juleindsamlingen i Aar, skal benyttes til dette Formaal.
Jeg beder derfor de mange, der Aar efter Aar har glædet vore Patienter i Julen ikki at glemme os i Aar, men hjælpe os til at opfylde deres Juleønske.
Stórur offurvilji
Helst munnu sjúklingarnir hava fingið sítt radio. Men størsta tiltakið var, tá ið Føroya felag móti Tuberklum varð stovnað í 1924. Í hesum sambandi kann vísast til fyrstu frágreiðingina hjá felagnum. Hendan frágreiðing kann fyri ein stóran part sigast at vera søgan aftanfyri tann partin av Landssjúkrahúsinum, sum kallaðist TB, og sum var ein partur av stríðnum móti tuberklum.
Her var, sum tað skilst, stórur offurvilji og nógv virksemi. Hetta sæst ikki minst av fyrsta roknskapinum hjá felagnum, sum var frá stovnan og til árslok 1925.
Inntøkurnar vóru tilsamans kr. 14.000. Tað er ikki lætt at sammeta hetta við tøl í dag. Men um vit siga, at tímalønin í dag er 200 ferðir henni í 1924, so svarar hetta til útivið 3 mill. Her sæst eisini, at ein einstakur gevari, Tømmerhandler Jacobsen, København, hevur latið kr. 2.000, sum má sigast at hava verið ein risaupphædd. Seinni lat Føroya Banki, eina líknandi upphædd, eins og nógv onnur dugnaðu felagnum. Fyrsti formaður hevur verið Hjalmar Heerup amtslækni.
Árliga limagjaldið í felagnum var kr. 2 ella kundi gjaldast kr. 100 eina ferð fyri allar.
Í frágreiðing í søgu hjá sjúkrakassunum verður greitt nærri frá hesum felagnum, sum sjálvsagt hevði neyvt samband við virksemið hjá sjúkrakassunum, sum rindaðu sín part av kostnaðinum.
Ein stórur partur av virkseminum var at linna um hjá teimum húskjum, sum vóru rakt av tuberklum. Hetta kravdi nógvan pening, og tað vóru nógvar góðar kreftir, sum hjálptu. Tey flestu hava hoyrt um svenska filmmannin Nordenskjøld, sum gjørdi film úr Føroyum í 30-unum. Yvirskotið av hesum filmi gav hann felagnum.
So við og við gjørdist tíbetur minni og minni brúk fyri felagnum, og at enda varð tað avtikið í 1962.
Tuberklafelagið útvegaði sjálvt hospital
Í fyrstu frágreiðingin hjá Tuberklafelagnum sigur formaður Hjalmar Heerup:
Efter en forberedende Foredragstourne stiftedes den 19. Oktober 1924 den færøske Forening til Tuberkulosens Bekæmpelse med det Formaal at vække Befolkningens Interesse for Kampen mod den voksende Tuberkulose her paa Øerne. Foreningen fik Navnet “Føroya Felag móti Tuberklasjúku”, og tæller nu 1149 Medlemmer.
Når man nu udgiver en Beretning om den forholdsvis korte Tid, Foreningen har bestaaet, er Hensigten dobbelt - dels at styrke Interessen hos de Medlemmer, der allerede staar i Foreningen, ved at vise, hvad den har udrettet, og dels at virke i Foreningens Hensigt ved at udgive Smaaskrifter for at oplyse om forskellige Forhold, Sygdommen vedrørende. Det er saa heldigt, at samtlige Læger paa Færøerne har gjort Foreningen den Glæde at levere manuskript til en saadan Artikel.
Stórfingnar gávur
Foreningens Start var meget gunstig - vi fik straks store Gaver, og der tegnede sig talrige Medlemmer for et aarligt Bidrag. Bestyrelsen var dog af den Mening, at vi maatte have en særlig større Indtægt foruden Kontingentet, og det vedtoges at have en “Blomsterdag” (hetta var søla av merkjum við blómu á); denne afholdtes d. 24. Maj og gav det smukke Resultat Kr. 2.373,76.
Som Agitation anvendtes for første Gang Foreningens Plakat, hvortil Hr. Kunstmaler Waagstein havde skænket Originalen.
Samtidig med Blomsterne (merkini), der var en Gave fra “Nationalforeningen til Tuberkulosens Bekæmpelse i Danmark”, sendtes en del Plakater med Advarsel mod Smittefarlig Spytning og en del Propaganda-Småskrifter til uddeling til Foreningens Repræsentanter.
Bygging av tuberklasjúkrahúsi
Et Hovedmaal, Bestyrelsen havde sat sig, var Opførelsen af et Tuberkulosesygehus. Det er lykkedes at gennemføre denne Tanke paa en for en saa ung Forening forbløffende hurtig Maade. Dette er dog kun blevet muligt ved en ganske særlig velvilje fra en Del Personers og Institutioners vedkommende.
Først afholdtes der en Bazar ved Olajtid 1925 med stor Tilslutning fra alle Sider. Komiteen i Thorshavn med den energiske og dygtige Formand Fru Helene Bech i Spidsen, udførte her et sjældent smukt Arbejde - ligesom Suderøens Komité i Tveraa opnaaede et smukt Resultat ved et energisk Arbejde. Den samlede Indtægt var Kr. 22.369,30, heraf alene fra Suderø kr. 4.184,78. Tegningen til Tuberkulosesygehuset, der hurtigt anerkendtes af Sundhedsstyrelsen, var en gave fra Hr. Arkitekt Tórgarð.
Lagtinget og Amtmand Olrik anbefalede og ekspederede Sagen på en hurtig og velvillig Maade, og Rigsdagen statsanerkendte Sygehuset og bevilgede den lovhjemlede Statsstøtte, saaledes at der d. 2. Maj kunne paabegyndes med opførelsen.
Nationalforeningen i Danmark, der har vist Foreningen stor interesse, har lovet at støtte os paa enhver maade med hensyn til indretningen af afdelingen. Inspektionen for Dronning Alexandrines Hospital har paataget sig at lede Driften af Afdelingen i Tilslutning til Hospitalet.
Det er Bestyrelsens Mening, at Afdelingen skal belægges saaledes, at alle Dele af Færøerne faar forholdsvis samme adgang til Pladserne; der vil næppe findes nogen anden Bygning her, der i den grad er opført ad frivillige Bidrag fra alle Pladser paa Færøerne - og da bør ogsaa alle have lige Adgang til den.
Der vil blive 20 Pladser fordelte i to 6-Sengs og fire 2-Sengs Stuer. Desuden bliver der to store Verandaer, der kan benyttes som Liggehaller - et Baderum - et Tekøkken - en Garderobe samt et Sygeplejerskeværelse. Der bliver en stor Gang midt i Huset, der skal indrettes som Opholdsværelse for de oppegaaende Patienter. Huset skal opføres i Betong og skal i Stilen falde sammen med Dronning Alexandrines Hospital. Indvending beklædes Væggene med Træ, der pappes og oliemales. Der indlægges Centralvarme og elektrisk Lys.
Der ansættes en Sygeplejerske samt to Elever, der skiftes til at vaage, samt en Gangpige. Lægetjenesten besørges af Dronning Alexandrines Hospitals Læger. Bespisning og Vask besørges af Hospitalet.
Det vil kun koste 1 kr. pr. Dag for Patienten, idet Staten ifølge Loven betaler kr. 3 pr. Patientdag paa Betingelse af, at Patienten ikke kræves højere Betaling end 1 Kr. Afdelingen ventes at kunne tages i Brug senest ved Juletid i Aar.
Når dette Sygehus staar færdigt, har Foreningen sat sig en Mærkepæl, som forhaabentligt vil virke gavnligt i vort Formaal, og som - det haaber vi - vil vække Opmærksomheden om dens virke og skaffe den Tilgang af Medlemmer.
Stuðul til tey raktu
Hvad angaar den anden Side af vores Virksomhed: at støtte økonomisk paa de Steder, hvor Tuberkulosens Ulykker skal mildnes og dens Spreden Forhindres, har det været os muligt at hjælpe alle, der har ansøgt derom. Det har hovedsagelig været saadanne Ansøgere, der skulle paa Sanatorium og ikke har kunnet klare Udgifterne, som denne Afbrydelse af deres daglige Forhold har forvoldt dem.
Vi haaber stadigt at kunne hjælpe, selv om det ikke ville være muligt at efterkomme alle Andragender, vil vi dog søge at hjælpe saa meget som muligt efter vort bedste Skøn og Økonomiske Evne.
Jeg vil ikke afslutte denne korte Beretning uden at pointere, at den bedste Støtte vi kan faa er forøget Tilgang af Medlemmer. Det bør derfor være hvert medlems Pligt at skaffe et nyt Medlem.
Klippfiskamerkið
Í 1931 er eitt serligt átak fyri at stuðla tuberklasjúkum. Her er tað
aftur Álvur Danielsen, sum er keldan.
Tá verður givið út eitt serligt klippfiskamerki, har inntøkan skuldi fara til Føroya Felag móti Tuberklasjúku at nýta til hjálp til tuberklasjúk børn. Tíverri er tað sera lítið vit vita um hetta merki. Tað fekst í arkum við 10 merkjum, og hvørt arkið kostaði 25 oyru. Tað var Frithiof Wellejus, fyrsti radiohandlari í Føroyum, sum teknaði merkið. Hann hevur eftir øllum at døma verið stigtakari. Hann hevði eisini avgreiðsluna um hendi. Merkið var prentað hjá H.N. Jacobsen í 8.000 eintøkum.
Tað bar eisini til at fáa eitt stempul við merkinum fyri kr. 6, sum hevur verið fitt av pengum tá í tíðini.
Hetta merki hevur eisini verið eitt átak fyri at fremja søluna av klippfiski. Wellejus fekk eisini gjørt eina kókibók við rættum av klippfiski, prentað hjá B. Z. Jensen. Hanna Brend gjørdi uppskriftirnar.
Søgan um klippfiskamerkið hevur eisini verið frammi í FF-blaðnum, har lýst varð eftir, um nakar visti meira um hetta merki. Men eingin lat við seg koma.
Nú fara vit at royna enn eina ferð. Veit nakar um merkið er viðkomandi vælkomin at siga undirritaða frá.
________________________________________________
Søgubrot
Í løgtingstíðindum finst nógv tilfar um sanatoriið. Tað var nevniliga ein løgtingsnevnd, sum hevði ábyrgdina av rakstrinum, og henda legði hvørt ár fram til 1948 eina frágreiðing fyri tingið. Her verður rættiliga farið í smálutir og er hetta tí rættiliga áhugavert.
Vit fara at taka okkurt burtur úr hesum frágreiðingum, og taka vit hetta ár fyri ár
1943: Tørvur á viðskera
Á fundi 24. september var samtykt at gera verkstaðin størri og betri enn núverandi og fáa í betri lag húsrúm til maskinpassaran. Seinni í frágreiðingini verður eisini sagt, at hitaverkið á gomlu deild er liðugt og virkar væl.
Í somu ársfrágreiðing verður sagt, at Anthon Kragesteen søkir um at leiga 15.000 kvadratmetrar burtur av økinum hjá sanatoriinum til høsnagarð. Nevndin kann tó bert mæla til, at leiga verða 5.000 fermetrar, treytað av, at hann hegnar forsvarliga, og at bróstsjúkrahúsið fær fyrsta rætt at keypa egg, tá hann selur.
Hetta var í krígstíð, og tað var ikki so lætt at útvega fjølbroyttan mat. Serliga var tørvur á viðskera, meðan tað ikki var nakar trupulleiki við døgurðamati. Men niðurstøðan var, at viðvíkjandi viðskera skuldi ikki sparast. Her verður eisini hugsað um rationaliseringar. Tað, sum kann keypast í stórum, eigur at verða keypt saman við hospitalinum.
Sjúklingarnir sluppu ikki til Havnar
Annars klagaðu sjúklingarnir um, at teir ikki sluppu til Havnar, og tað varð sløkt á sjúkrahúsinum kl. 20.30. Afturat hesum var trupult at fáa pakkar. Hetta við pakkunum skuldi loysn fáast á.
Umstøðurnar hjá sjúklingunum verða eisini væl lýstar við hesum brotinum úr frágreiðingini:
"Havnagongdini viðvíkjandi upplýsti yvirlæknin, at forboðið, sum annars svarar til reglur á flest øllum bróstsjúkrahúsum, má krevjast yvirhildið, tí smittandi sjúklingar hava ikki eina ferð, men fleiri ferðir verið í dansi í Havn, tó at havt var at teimum fyrstu ferð”.
Her kann verða skoytt upp í, at smittandi tuberklar vóru í lungunum, tí var tað spýttið sum smittaði. Tuberklar kundu seta seg aðra staðni, t.d. í beinið, men tá smittaðu teir ikki. Viðvíkjandi sløkkitíðini var ført fram, at á bróstsjúkrahúsinum var sløkt ½ tíma seinni enn á hospitalinum í Havn.
Nevndin helt yvir fyri sjúklingunum fram, at tær reglur fyri dagligan ordan, sum yvirlæknin setir, mugu haldast. Bróstsjúkan, sum kann binda sjúklingar í áravís til eitt sjúkrahús, kann ikki annað enn gera nógvar sjúklingar troyttar og taka mótið frá teimum. Her ræður nógv um, at lækni, sjúkrasystrar og onnur, ið ganga um teir í sínum dagliga arbeiði, vísa teimum samkenslu og blíðskap, men eisini hjá sjúklingum ikki at gerast órímiligir. Hetta hevur nevndin hildið fram bæði yvirfyri sjúkrasystrum og sjúklingum, og hevur ta vón, at tað stríð, sum hevur verið, fer at javna seg.
1944: Mjólkaprísurin hækkar
Hetta ár kravdu neytaeigarar á Hvítanesi og Hoyvík at fáa mjólkaprísin hækkaðan frá 65 oyru til 71 oyru fyri liturin. Teir sluppu at velja millum 68 oyru fyri alla mjólkina ella 71 oyru fyri 100 litrar. Teir valdu fyrra møguleikan.
Hetta ár hækka teir eisini lønirnar til gentur, sum arbeiða á sanatoriinum við kr. 20 um mánaðin. Tað tykist at vera hopleyst annars at fáa gentur. Sjúkrasystrarnar fingu 100 kr. eyka eisini. Hetta ár hevur einki misljóð verið um kostin. Teir spurdu sjúklingarnir siga, at kosturin er góður.
1945: Vegaumvæling fyri 1.500 krónur
Hetta ár er stór øking í útreiðslum til umvælingar, sum fara frá kr. 7.000 upp í kr. 26.000. Fremsta orsøkin er nýtt hitaverk.
Sanatoriivegurin innan brúnna treingir til umvæling, sum er ætlað at kosta kr. 1.500, men kommunurnar hava ikki viljað goldið.
1946: Ætlan um lýsiraffinadarí
Hetta er árið, tá Magnussen byrjar sínar ferðir kring landið at pirka og koppseta fólk. Til hesa ætlan hevur løgtingið játtað kr. 10.000. Aksel Poulsen verður virkandi yvirlækni hesa tíðina.
Hetta ár er eisini eitt dømi um spennandi vinnulívsætlan. H.C.W. Tórgarð hevur sent eina umsókn um at fáa øki burtur av tí hjá sanatoriinum til eitt lýsiraffinadarí, sum Kimbil, Tór, Vága Trolarafelag og onnur standa fyri. Hetta mál fær eina góða móttøku, og landsnevndin fær heimild til at selja ynskta økið. Tað spurdist ikki meira burtur úr hesum.
Nú er aftur spurningurin um matin frammi. Summi halda hann vera ov vánaligan. Aksel Poulen heldur hann tó ikki vera so galnan, men meira skerpikjøt kundi verið brúkt.
Eitt annað mál er tann nógvan yvirtíðin. Hon kemur fyrst og fremst av tuberklastøðini. Nú kríggið er av, eru skipini aftur fullmannað, og hetta merkir tí eisini størri arbeiði á hesum økinum. Tosað verður eisini um at flyta tuberklastøðina úr Hoydølum. Hon var eisini sera óhøglig fyri sjómenninar, men hetta mælti Magnussen frá, og tað hendi heldur ikki meira tá.
Annars vóru lønirnar hjá sjúkrasytrum tá kr. 265 um mánaðin, og yvirtíðarløn var kr. 4,25.
Tað verður eisini tosað um at útbyggja sanatoriið, men hetta gjørdist tíbetur púra óneyðugt.
1947: Sjúklingatalið minkar
Hetta ár verður ein eykalækni settur, og er hetta Astrid Klein. Tað var trupult at fáa sjúkrasystrar, og Dansk Sygeplejeråd noktaði donskum sjúkrasystrum at søkja, um ikki tær fingu danskar treytir, sum millum annað var 8 tímar arbeiðsdag. Seinni sama ár vóru hesar treytir eftirlíkaðar.
Nú kann staðfestast, at talið á sjúklingum er nógv minkandi. Árið frammanundan vóru 72 sjúklingar á teimum trimum deildunum. Í ár er TB, sum er ein deild hjá landssjúkrahúsinum, tómt, og í Hoydølum eru 42 sjúklingar. Víst eru nakrir farnir til Danmarkar, men framvegis er talan um minking.
Á hospitalinum í Havna plagdu javnan 20 sjúkligar at liggja við byrjandi tuberklum og eftirsjúkum, men í ár hevur mestsum eingin verið.
Starvsfólkini á sanatoriinum vóru:
1 yvirlækni við hjálp frá kommunulækna í Havn í viðtalutíðini.
Aftaná kríggið var ein fastur lækni settur afturat.
1 yvirsjúkrasystir, 1 deildarsjúkrasystir og 2 assistentar.
1 skrivari á Tuberklastøðini, seinni blivu tveir.
6 gongsgentur, 7 fólk í køkinum, 1 økonoma, 1 assistentur og 3 køksgentur.
Frímerkini
Sum sagt varð í byrjanini av greinini gav Postverk Føroya í vár út trý frímerki í samband við tey 100 árini. Tey eru løgd á heimasíðuna:
www.faroestamps.fo
Her liggja á føroyskum og enskum eisini greinir, sum hava staðið í FF-blaðnum um okkara tuberklasøgu.
Annars skuldi tað verið upplagt at fáa skrivað eina samlaða søgu um tuberklarnar í Føroyum.
Næstu ferð
Í komandi parti hava vit 8. og næstseinasta part av frásøgnini hjá Johan Norðfoss










