”Eg eri einsamallur í myrkrinum og vendi og snari heiminum í høvdinum, meðan eg berji meg gjøgnum enn eitt herðindi av svøvnloysi og enn eina vøkunátt í amerikansku oyðimørkini”
Soleiðis byrjar nýggja skaldsøgan hjá Paul Auster Mand i mørke.
Søgan snýr seg um 72 ára gamla August Brill, ein pensjóneraður bókaummælari, sum býr í amerikanska býnum Vermont, saman við 47 ára gomlu dóttur síni, Miriam, og 23 ára gomlu abbadótturini Katya. Hvør sær hava tey øll upplivað eina stóra vanlukku, sum vit ikki skulu avdúka her. Tí eru tey øll í svárari sorg, og tí liggur August Brill og vendir sær svøvnleysur.
Maðurin í holuni
Fyri at sleppa undan minnunum og marruni, finnur August Brill uppá eina søgu um ein mann, sum eitur Owen Brick, sum vaknar í eini holu og finnur út av, at USA er beint í einum borgarakríggi. Brick fær síðani boð um at finna mannin, sum hevur skyldina av krígnum og tess vanlukkum – og tað er also August Brill, sum jú hevur funnið uppá søguna.
Hetta ljóðar jú sum Paul Auster, tá hann líkist sær sjálvum mest. Kortini verður Auster ikki so fløktur hesuferð, sum hann ofta verður, tá hann byrjar at fortelja søgur um at fortelja søgur ...
Í veruleikanum er søgan rættiliga logisk, tá tú hugsar um, at Brill sjálvsagt ikki hevur hug at liva, og sjálvandi kunnu ræðuleikarir í gerandisdegnum ikki haldast burtur frá íspunnum søgum, har tú ikki kanst ímynda tær eitt Amerika, sum ikki er í kríggi – sum ein av persónunum í bókini tekur til.
Lív og filmur
Sum frá líður, sleppur Brill ikki undan at hugsa um tað, sum er hent honum og familjuni. Í hesum brotunum verður Mand i mørke ikki bara ein sera beinrakin lýsing av og viðmerking til Amerika í kríggi. Her verður bókin eisini ein kenslulig lýsing av sambandinum millum abban og abbadóttrina, sum saman brúka næturnar at sita og hyggja at svørt/hvítum filmsklassikarum, sum sjálvsagt innihalda tematisku leiðina, sum Mand i mørke fylgir.
Eins og Katya einaferð ger vart við:
”Í hesum klippinum fáa vit eina mynd av einum heilum samfelag, sum livir á eggjuni á eini vanlukku”
Tað gera vit eisini í bókini, sum ikki bara vendir sær til svornar Auster fjepparar.
Søgan um, hvussu ein gamal maður roynir at sannføra dóttur sína, seg sjálvan og abbadótturina um, at ”lívið er eitt vónbrot. Men eg ynski eisini, at tú skalt vera eydnurík” er gyklandi lesnaður hjá øllum, sum gera sær tankar um kríggj og kærleika í heiminum, vit liva í.
Tað ger tað heldur ikki verri, at sum so ofta fyrr megnar Auster at halda lesaranum fast í øgiligum spenningi frá fyrstu síðu.