Sex í býnum

- Tað er feitt at velja eitt kvøld, fara í býin við vinkonunum og bara dyrka tað at vera kvinna. Fríggjakvøldið var stórt Sex and the City tiltak í Havnar Bio og í høllini á Hálsi

“Kvinna” skipaði fríggjakvøldið fyri einum temakvøldi við “Sex and the City”, sum er ein sendirøð um fýra tilkomnar kvinnur, ið leita eftir kærleikanum í New York. Sendirøðin er gjørd til ein film, og tað hevur fingið nógvar kvinnur í heiminum upp at flákra. Sosialurin var í Havnar Bio, har filmurin varð frumframførdur við sjampanju og barber. Síðan gekk leiðin niðan til eitt stórt cocktail-party í høllini á Hálsi við livandi tónleiki og undirhald.

Stemingurin var góður í Havnar bio fríggjakvøldið, tá ið blaðið “Kvinna” skipaði fyri einum kvøldi við stórbýarmaner fyri konufólk og mannfólk. Úselt var til sýningina og fólkið – ja, lat okkum siga, sum er: kvinnurnar og teir tríggir mennirnar, lótu væl at til sjampanju, jarðber og gávuerkju frá “Kvinna”. Høgar stilettir og ein deiligur angi av østrogen var inni í biografsalinum. Singel-lívið í stórbýnum er komið til eitt umskiftið.

Tær fýra vinkonurnar: Carrie, Miranda, Samantha og Charlotte, ið filmurin snýr seg um, eru ymiskar men virka heilt stuttliga væl saman. Tær eru allar vælútbúnar og væl fyri økonomiskt, men mangla bara mannin. Tað er stórur munur á, hvat tær vilja hava og hvat tær enda við at finna.

 

Love & Label

“Kærleiki” og “Klædnamerki”, eru lyklaorðini í filminum, stytta tað niður til “KK”. Tað hevði verið áhugavert at sæð reaktiónina, um ein í Føroyum tók “Kaka” við sum eyka lyklaorð. So høvdu vit havt eina “KKK” stytting í einum heilt øðrum týdningi. Skemt til síðis. “LL” ið er enska styttingin fyri “Love” & “Label” fyllir ein stóran part av lívinum hjá tí modernaðu kvinnuni, og tað er herligt at síggja bæði eitt sexutt skemt og fáa innilit í mótaheimin samstundis.

 

Kynslig samvera

Kynslig samvera verður kallað “sex” á góðum enskum. Í filminum eru nógvar berar rumpur og sex-stillingar at síggja. So er ein sartur, er hetta ikki rætti filmurin. Filmurin viðgerð ótrúliga væl, hvussu ofta skal man hava sex. Er tað nokk at hava sex tríggjar-fýra ferðir um vikuna ella eina ferð sjeynda hvønn mánað? Kennist tað sum at sex er nakað, ið man bara skal hava yvirstaðið skjótast gjørligt, tí tú skalt upp til arbeiðs dagin eftir?

Ella er tað bara fór keðiligt? Sova børnini millum teg og mannin? Hetta eru tupulleikar, ið stinga seg upp í filminum. Tær fýra dámurnar hava hvørt sítt boð uppá, hvat tað perfekta parlagið er. Hví barbera sær? Tá ið man longu væl og virðiliga hevur skorað mannin hjá sær, kann man so loyva sær at einki leggja í, um man hevur hár undir ørmunum, og at kynshárini hava brúk fyri alvorligari umsorgan? Eitt lítið prik frá filminum er, at man gott kann pynta seg fyri manni sínum uttan nakra serligara orsøk.

Hóast filmurin og sendirøðin eitur “Sex and the City”, snýr hon seg ikki mest um sex. Vinarlag, kærleiki og innara stríðið um at finna tað røttu rytmuna í lívinum eru berandi evnini í fiminum.

 

Brúdleyp

Stóri spurningurin, sum allir Sex and the City fjepparir vilja vita: fara Mr. Big og Carrie at klárað at halda saman hesu ferð? Fer Samantha at sláa seg niður? Hvussu gongur hjá Mirandu við arbeiðinum, barninum og manninum? Dansar Charlotte enn á ljósareyðum skýggjum? Filmurin fekk meg at flenna í kíki, gráta og kníta nevan. Sum ein skreiðibreyt av upp og niðurtúrum. Túrurin vardi í umleið 2 ½ tíma.

 

Cocktail party

Høllin á Hálsi var pent pyntað við einum gjøgnumgangandi pink tema. Forhøllin hevði klædnarúm og inni á kvinnuvesinum varð eyka spegl sett upp. Tá ið tú komst inn í høllina, var tað fyrsta tú sást ein pall; langur, lodrætt beint ímóti tær. Á síðuni vóru stólar og borð stillað upp við góðum útsýni til pallin. Áskoðarsetrini vóru full, men tó við einari øðrvísi áskoðatfjøld enn vanligt er. Ballónir og rósur vóru í hópatali um alla høllina. Mrs. Duplo, plátuvendarin, spældi eina blanding av gomlum slagarum t. d. “Girls just want to have fun” og nýggjan elektro-tónleik, ið ein kann hoyra inni á eini trendybar í New York. Voluman av tónleikinum var góð, og møguligt var at prátað við fólk.

 

Breiður aldursbólkur

Stemingurin var viðhvørt á botn, og hetta var møguliga tí, at fólki ikki var samlað á einum stað inni í høllini. BuDam framførdi eina ov friðarliga konsert. Konsertin hóskaði tíverri ikki inn aftan á tí beinraktu og stuttligu “Samantha frá Hvítanesi”, ið var undirhaldið hjá Jákupi Veyhe. Hann var ílatin í einum reyðum glitritrum paliettkjóla og parykk. Jákup ímyndaði Samantha frá Sex and the City, ið er ein kvinna sum elskar sex og finnur seg ikki í nøkrum tvætli frá mannfólki. Eisini var mótashow og livandi tónar frá danska dansibólkinum “On the Radio”. Ein minni pallur var longri aftur í høllini, og har var møguleiki fyri at dansa. Barrin var 16 metrar lang, og har var mangt gott at ogna sær. Eisini var tað bara mannligir barvørrar at síggja ílatir sera flott.

 

Forvitin frøist

Um vit hugsa út um kassan og síggja kvinnurnar frá Sex and City í einum størri perspektivi, so sæst, at tær í veruleikanum kunna umboða fýra síður av einari kvinnu. Tað menniskjaliga, moralska, lystir og kærleika sum eru eginleikar vit øll eiga í okkum. Carrie er tann menniskjaliga og sera umhugsin. Miranda hevur sterkan moral, klók og karieru-sinnað kvinna.

Samantha letur seg stýra av lystum, er frí og impulsiv. Charlotte trýr á tað besta í menniskjanum, tann reina kærleikan, er naiv og ein droymari. Sosialurin gjørdi eina spurnarkanning til mannfólkið, sum var í høllini á Hálsi. Hvat halda teir um kvinnurnar í Sex and the City, og hvørja dáma teimum best? Soleiðis var borið í land.

 

Carrie: 17%

Miranda: 8%

Samantha: 33%

Charlotte: 15%

Ongan kunnleika til Sex and the City: 27%

Setast upp uppá onkran fiksan máta

 

Modernaði feministurin

Ein hugleiðing um filmin og cocktailparty á Hálsi.

Fólkini handan blaðið “Kvinna” stóðu fyri hesum megnaðararbeiðinum, og tað var gjørt ótrúliga nógv burturúr. At byrja við virkaði tað eitt sindur plat og yvirdrívið at gera so nógv burturúr einum filmi. Eg mátti suffa, tá ið eg sá allar plakatirnar og hugsaði við mær sjálvum, at ein filmur, sum hevur tørv á so góðari reklamu, má verða vánaligur, okkurt er í øllum førum ikki, sum tað eigur at verða. Men eftir at eg hevði vant meg við tankan og set spurnartekin við tiltakið, kom eg fram til eina loysn. Jú, har er okkurt galið, tað eru kvinnurnar og kynslívið, sum ikki síggja dagsins ljós, sum er trupulleikin.

Tann modernaði feministurin vil ikki líkjast mannfólkinum ella viðfarast sum eitt mannfólk. Hon vil verða eitt lekkurt konufólk, dyrka sítt egna ljóð og møguleikar. Tað er eyðsýnt, at eitt mannfólk hevur størri vøddabundi, so hann skal sleppa at seta køkin upp og trilla bilin heim. Sendirøðin og filmurin “Sex and the City” snýr seg um at verða kvinna. Tað er feitt at velja eitt kvøld, fara í býin við vinkonunum og bara dyrka tað at vera kvinna.